Skip to main content

Let the Devil take Tomorrow, Tonight He's Our Friend


Nei, tað er ikki plakatin til nýggja filmin, Mig og Min Lillebror, tað eru Kris og eg, sum Evi Tausen sá okkum aftanfyri í Norðurlandahúsinum í kvøld. Trý konsertkvøld við inngangi til Kris Kristofferson eru komin at enda. Tað hevur verið hendingaríkt og stuttligt, og ikki sørt av einum heiðuri at sleppa at uppliva, takk Tummas. Best dámdi mær For the Good Times á Reinsarínum mikukvøldið. Intensari verður tann sangurin ikki.


Vit møttust sunnudagin í Kirkjubø og í kvøld vildi hann síggja myndirnar, eg tók í gomlu bóndastovuni, sum hann segði. Ikki var stutttíðarminnið kargari enn so.


Wauw, eri hetta eg á tínum máli í tínum bloggi, spyr hann, og heldur at hann sær út at verða gamal. Alt ov gamal, heldur hann. Hatta er ein gamal maður, sigur hann við eini innbygdari fjarstøðu í røddini, sum fær meg at ivast um hann argar meg.


Oddbjørn, Hallur, Noel og teir úr Klaksvík heilsa uppá, og dótturin, Kelly, sjeikurin, Andrew, spyrja um Shakespeare, og um ein pallur er til teirra at spæla Shakespeare á, tá tey koma aftur til Føroya. The Tempest er teirra yndisleikur. Eg sigi, at hann er týddur til føroyskt. Ja, siga tey. Av øllum hóskar hann best til tykkara við havi, strond og sjógvi. Fróði Vestergaard fangar okkum í prátinum, sum byrjaði við Hank Williams, men umvegis Alone and Forsaken flutti seg til Shakespeare, jambu, troké og anapest og pallmøguleikar.


Her er eitt klipp úr innganginum í Norðurlandahúsinum í kvøld: "...Høvið kundi ikki verið betri enn at sleppa at kaga í sangkatalogið hjá Kris Kristofferson. 28 sangir beint úr penninum, ið sambært Bob Dylan broytti Nashville, tá hann kom hagar mitt í 60’unum. Pennurin hjá Kris Kristofferson, ið gjørdi skilnað, so at tú kundi tosað um tíðina innan og tíðina eftir at hann kom til Nashville. "Everything was all right until Kristofferson came to town. Oh, they ain't seen anybody like him", segði Bob Dylan í einari søguliga góðari talu í fjør. Og hann helt fram: "He came into town like a wildcat, flew his helicopter into Johnny Cash's backyard like a typical songwriter. And he went for the throat. "Sunday Morning Coming Down." You can look at Nashville pre-Kris and post-Kris, because he changed everything." Og so er restin søga, sum tey siga. Nú er lyklapersónurin komin higar á øðrum sinni, fyrru ferð var fyri 9 árum síðani í Ítróttarhøllini, tá eg haldi meg minnast at hann sat niðri. Tað hevur hann ikki gjørt higartil. 80 ára gamal hevur hann staðið uppi og sungið allar storytelling-sangirnar, einsamallur við gittara og munnhørpu, uttan at fjala at stutttíðarminnið er farið. Let the Devil take tomorrow, Tonight He’s Our Friend og í ovurmorgin er hann í Oslo. Vit fara í kvøld at hoyra eina perlurøð frá Shipwrecked in the Eighties, skipsbrotin í 80’unum – høvuðsstjørnan fylti 80 í juni, mind you – til næstsíðsta sangin, Please don’t Tell Me How the Story Ends, til allar seinasta sangin, Why Me Lord, har dótturin Kelly og makin Andrew syngja saman við pápanum og verpápanum Kris Kristofferson..."


Á Facebook las eg eitt so framúr ummæli frá Rógva Joensen, sum eg ikki kenni, men sum eg vóni at hann ikki tekur mær illa upp, at eg endurgevi, tí tað er so beint fram og ektað: "Taið hann trakkaði inní rúmi so broyttist alt til ein ævintýrkendan leik. Alt skrambul sum, uppáhongd stás og komedia, hvarv. Eingin parykkur ella botox, einki uppgeara orkestur ella nøkur anspent prominata, einki lummturriklæði, hann streyk handabaki eftir næsa-klyvarnum taið dropar høvdu hug at klatra út á næsa-tippin. Ein ektaður cowboy trakkaði inná intima pallin á Reinsaríðnum. Ja, ein maður, ein guitar og eitt par av upp-karvaðum cowboy-stylvum, thats it! Men hann dróg okkum øll inní ein heim við eminentum syngjandi orðastreymi sum var pakka í kompaktar setningar við ekstremari vektfyllu, hetta fekk okkum til heilt aðrar dimensjónir í vitskuni, hann rakti plet við hvørjum setningini. Tað var akkurat sum pílar blivu sendur avstað og truffu bull-eye á kenslu-talvuni og fekk innviklaðar kenslur, sum vit øll hava, men ikki duga at orða, at loypa fram, krystalklárar og forstáðiligar. Ein sannur meistari við penninum má sigast og so taið teksturin var ílætin gomlu og útslitnu røddina sum hann hevur, so fekk tað veruliga djúpgang og setti blóðrensli undir enn meira trýst. Veit ikki hvat tað er við slíkum persónum, men tað er okkurt við teirra "eldi" sum bergtekur. Tað hava veri nógv "rák" seinastu hálvu øldina, men hesin letur seg ikki ávirka av alskyns smartum tíðarrákum, hann sang tað sum hann plagar og sum var ein innbjóðing í hjarta kømur hansara har hann avdúkaði sínar innastu streingir og vísti tað seg sum at vit hava øll somu streingir, men ikki øll duga at sláða teir til lívs."