Hóast internetið letur upp fyri stroyming og flestu filmar kunnu takast niður í stovuna, er tað ein sannroynd, at fólki dámar at síggja film í felag.
Tí skipar Filmsefelagið aftur í ár fyri tiltakinum “Filmsdagar í Felag” í Havnar Bio í døgunum 7.-11 september. Tá verða fimm úrvaldir filmar vístir. Høvuðsstuðul er ferðaskrivstovan 62 Norður, sum burturlutar eina ferð fyri tvey til Reykjavíkar, har altjóða filmfestivalur er. Umframt tey feløg, sum innleiða hvønn filmin, eru nýggir samstarvspartar í ár Býarbókasavnið og filmsfjepparafelagið Hygga Síggj.
5 fyri 300
Høvuðsendamálið við Filmsfelagnum og tiltakinum “Filmsdagar í Felag” er at savnast og vísa nýggjan, góðan film í Havnar Bio fyri ein bíligan penga. Upphæddin er tann sama sum í fjør: Fimm filmar fyri trýhundrað krónur og tíggju krónur fyri 3D brillur, tá tú keypir við skivuna. Vanligur prísur á netinum er 90 krónur fyri hvørja sýning. Støkkur tú inn á gólvið í Havnar Bio, eru 150 krónur at spara.
Innleiðsla
Stutt innleiðsla er til hvønn film. Tann, sum innleiðir, umboðar eitt felag. Fyrsti filmur er “Seinasti Kongurin” 7/9 kl 20, ið er um birkibeinar í Noregi í 1200-talinum og Sverra kong, sum vaks upp í Kirkjubø. Birkibeinar eru tey, ið gingu í fylking hjá Sverra kongi við nævuri vavdum um beinini fyri kulda. Sámiski Nils Gaup hevur gjørt spildurnýggja actionfilmin um birkibeinar. Forkvinnan í Norrøna Felagnum, Turid Christophersen, BA í søgu, fer at innleiða norska filmin.
Næstfyrsti filmur er íslendski “Sparrows” 8/9 kl 20, sum ungi meistarin Rúnar Rúnarsson hevur leikstjórnað. Filmurin er um at vaksa upp og finna ein samleika sum ungur á bygd í Íslandi í dag. Sakaris Stórá, limur í Felagnum Føroysk Filmsfólk, fer at innleiða sýningina.
Triði filmur er mest umrøddi týski filmur beint nú - “Fritz Bauer, ein ríkisfíggindi” 9/9 kl 20:30. Filmurin er um týska ákæran, ið var av jødiskari ætt, og fann krígsbrotsmannin Adolf Eichmann. Leivur Persson, løgfrøðingur og nevndarlimur í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, innleiðir sýningina um ríkisfíggindan Fritz Bauer.
Fjórði filmur er “Pina” 10/9 kl 20:30, sum Wim Wenders gjørdi í 3D um týska dansaran og koreografin Pina Bausch. Dansarin og koreografurin, Jóna Kristin Thomsen úr felagnum MoDo, fer at innleiða sýningina við nýskapandi Wendersfilminum, sum verður vístur í 3D.
Fimti og seinasti filmur er “Captain Fantastic” 11/9 kl 20 við Viggo Mortensen, sum er pápin, ið tekur familjuna við sær út í skógin at liva. Men ber tað til hjá eini familju at ríva seg leysa úr nútíðarsamfelagnum? Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, fer at innleiða sýningina.
Hvør er Wenders?
Tá nýggi Wendersfilmurin “Submergence” verður sýndur næsta ár, fara fólk úti í heimi sum aldri áður at varnast Føroyar sum filmsland.
Men hvør er Wenders?
Meðan “Filmsdagar í Felag” eru í Havnar Bio fer Býarbókasavnið, sum er við gongugøtuna í miðbýnum, at skipa fyri fyrilesturi við Súsonnu Sørensen, Pætur Marjunarson Dahl og Birgir Kruse um leikstjóran Wim Wenders við heitinum “Hvør er Wenders?” Fyrilesturin, sum er almennur og ókeypis, verður fyrsta filmsdagin, mikudagin 7. september, kl 18:30.
Filmsfjepparafelagið við stuttliga navninum Hygga Síggj fer í somu døgum at skipa fyri ókeypis midnáttarsýningum, sum varpa ljós á sama leikstjóra, Wim Wenders. Midnáttarsýningarnar eru í Ostahúsinum, aftanfyri Perluna, í mentanargøtuni hjá Tórshavnar kommunu. Sýningarnar eru hvørt kvøld kl. 23:00. Úrvaldu Wendersfilmarnir eru: “Alice in the Cities”, “Paris, Texas”, “Wings of Desire”, “Buena Vista Social Club” og “American Friend”.
Filmur í politikki
Nú kommunuvalið nærkast geva vit pláss fyri politiskum ætlanum um filmsgerð. Teir flokkar, ið stilla upp til kommunvalið, og hava film í teirra stevnuskrá, eru vælkomnir at melda seg til longu nú. So fáa teir fimm minuttir innan Wenders sýningarnar í Ostahúsinum, at siga biografgangarum í Havn frá um politiskar ætlanir við filmi. Higartil hava tveir flokkar, Framsókn og Tjóðveldi, boðað frá luttøku.
Nógvir filmar í felag
Føroyska filmsheystið er gróðrarmikið. Sakaris Stórá er liðugur við upptøkurnar til fyrsta filmin í spælifilmslongd, “Dreymar við Havið”, og Wim Wenders og Mike Day hava verið her í filmsørindum. Wenders við spælifilmi, sum sæst næsta ár, Mike við nýskapandi heimildarfilmi um grindadráp, sum Filmsfelagið frumsýndi í fullsettum sali í Havnar Bio 9. august.
Fleiri og fleiri ungfólk ganga í biograf í Havn, helst tí at útboðið í biografinum er sjáldsama gott, og meinlíkt skránni hjá biografum í stórbýum úti í heimi.
Samstarvandi partar
Grundsjónarmiðið við “Filmsdøgum í Felag” er at fáa fleiri partar at samstarva um eina filmstevnu í Havn.
Høvuðsstuðul er eins og í fjør ferðaskrivstovan 62 Norður, sum letur eina ferð fyri tvey til Reykjavíkar. Har er altjóða filmstevnan, Reykjavík International Film Festival, í døgunum 29. september til 9. oktober. Goymir tú atgongumerki til “Filmsdagar í Felag”, skrivar navn á, og koyrir tað í ein kassa í gongini í Havnar Bio, so ert tú við í kappingini um flogferðina fyri tvey við 62 Norður til Reykjavíkar. Drigið verður eftir seinastu sýningina, sum er “Captain Fantastic”.
Fert tú oman á Hvonn ein av filmsdøgunum, so fært tú eisini kaffi, te ella øl fyri einki, um tú vísur brúkta atgongumerkið til dagsins sýning.
Skráin fyri Filmsdagar í Felag sæst á heimasíðuni hjá Havnar Bio, sum er bio.fo. Filmsfelagið kunngerð eisini skrá og virksemi á Facebook.