Skip to main content

Posts

Geytin 2016

Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri  Geytanum , sum verður handaður sunnukvøldið 11. desember kl 19:00. Tá verða nýggir, føroyskir stuttfilmar vístir, og eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytin , ið er 25.000 kr, sum Tryggingarfelagið letur. Vinnarin fær eisini eyðkendu Geytastandmyndina, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið. Sama kvøld fáa áskoðararnir eisini høvi at velja ein yndisfilm, og vinnarin av Áskoðaravirðislønini fær 15.000 kr, sum Tórshavnar Kommuna letur. Í ár kappast sjey føroyskar stuttfilmar um Geytan og Áskoðaravirðislønina. Teir verða sýndir í hesi røð: Óttafet (Nóllywood) Nattens Stjerner (Atli Brix Kamban) Frávik (Maria G. Tórgarð) Bittersweet (Rói Davidsen) Marra (Hans Kristian Eyðunsson Hansen  og Torfinnur Jákupsson) Ramblers (Hanus Johannessen) Et knæk (Andrias Høgenni) Filmarnir, ið hava vunnið Geytan higartil eru: 2012 Summarnátt (Sakaris Stórá) 2013 Terminal (Dávur Djurhuus) 2014 Skuld (Heiðrikur á He

Fæstu mentakrónur eru í Føroyum

Við Klaus Munch Haagensen frá Danmarks Statistik og finsku Ulla Agerskov sum ritstjórum, hevur almenna norðurlendska samstarvið, Norðurlandaráðið, givið út bóklingin Nordic Statistics 2016 . Í summum førum síggja vit eisini tøl úr Føroyum, m.a. tær upphæddir, sum verða tiknar av okkara skatti og brúktar til mentan og undirhald, culture and leisure, í almenna rúminum.   Stabbamyndin omanfyri vísur hvussu nógvar evrur verða brúktar til mentan fyri hvønn íbúgva í øllum Norðurlondum og í ES. Føroyar (FO) eru ljósabláar, næstytstar til vinstru, Ísland, sum brúkar flestu pengar uppá hvønn borgara til mentan, er hægsti og sjónligasti reyði stabbin, og lægsti ljósagrái stabbin ytst til høgru er miðalbrúkið til mentan og undirhald fyri hvønn íbúgva í ES. Ein onnur talva vísur gongdina á sama øki við støði í 2006. Tá lógu Føroyar væl fyri, men hava mist takið. Noreg er hægst, tá umræður brúktar skattakrónur til mentan í almenna rúminum, meðan vit kunnu ugga okkum við at ES er á botninum. Døm

Territorium

Sjálvstøðug føroysk umboðan í Norðurlandaráðnum hevur verið á breddanum alt tað eg minnist. Men aldri hevur nakar løgtingslimur og føroyskt umboð í tveymannasendinevndini verið so greið sum Ruth Vang: - Vi opfatter ikke os selv som et selvstyrende område. Vi er et folk, en nation. Jeg ved ikke hvad vi skal i Nordisk Råd hvis dette er rådets syn på Færøerne, sigur hon. Hóast vit eisini eru sloppin at møta og tosa í Ráðharraráðnum, er almenna norðurlendska samstarvið komið á eitt vegamót. Floksfelagin hjá Ruth Vang á tingi, Hanna Jensen, sum eisini er forkvinna í Mentanarnevndini, sigur, at einki Norðurland er so norðurlendskt sum Føroyar. - Vit liggja á mangan hátt mitt í Norðanlondum, mentanarliga og málsliga. Og júst mentan, søga og mál eru sterkastu orsøkirnar til samstarvið, sigur Hanna á Facebook, og leggur afturat, at vit hava aðrar grannar og aðrar samstarvspartar, sum vit kundu gjørt nógv meira saman við. Hóast hesar møguleikar, hava Norðanlond verið fyrsti umheimur Før

Ársins orð

Sum fáur liva vit av orðum, orðabókum og týðingum at flyta heimin inn í okkara mál, serliga úr hundraðlandinum, Danmark, sum er hundrað ferðir størri og sterkari enn vit. Tað síggja vit í tí veruleika, at orðið danskt  oftari og oftari verður rættað til útlendskt, so tætt er hundraðlandið at okkara smámáli. Tað myndar alt, sum útlendskt er. Samstundis liva vit í einum maskulinum málbrúki. Fáur er fyrsta orðið eg skrivaði omanfyri. Eg kundi eins væl sagt fá . Men eg vil ikki fjala maskulina veruleikin í føroyska málinum. Og so kemur mítt uppskot um fyrsta av ársins føroysku orðum, ið hava myndað tveytúsundogsekstan. Tað er sosialir . Kallkyn í fleirtali og fyrri partur av orðasamansetingini sosialir miðlar . Tað er mítt uppskot um ársins orð - sosialir . Ikki bara tí tað er kallkyn, men tí at orðið sosialir er staðið upp av nýggjum, oftast í mótsettari merking, tá vit tosa um lítið sosialar miðlar, atferð og gerðir, har alt er í einingi heldur enn í felag. Og so er tað eisini tað m

Seinasta sýning í Filmsfelagnum fyri jól

Filmsfelagið boðar frá, at nýggi danski holocaustfilmurin  Fuglene over sundet  er seinasta sýning fyri jól. Hann verður sýndur mikukvøldið 30. november kl 20:00. Filmsfelagið byrjar aftur mikudagin 4. januar í 2017 við nýggja filminum hjá Pernille August  Den alvarasamma leken , sum byggir á kendu søguna hjá Hjalmar Söderberg frá 1912. Danski holocaustfilmurin  Fuglene over sundet  tekur støði í eini veruligari hending í Gilleleje í 1943 tá pengagrískir útróðaramenn kravdu ovurhonds nógvan pengin frá jødum, ið flýddu um Oyrasund til Svøríkis undan nasistunum. Filmurin leggur seg tætt upp at teim filmum, sum seinastu árini hava sett sær fyri at gera upp við hevdvunnu søguna, ið fyrr hevur varpað ljós á hetjur og teirra avrik, til dømis í filmunum  Under sandet  og  Idealisten . Áhugavert við  Fuglene over sundet  er avmarkaða upphæddin, sum hann er gjørdur fyri. SF Film Production hevur framleitt og filmurin hevur fingið 6,8 mió dkr frá Danska Filminstituttinum. Sambæ

Bókatilboð frá Evensen til reiðarar í 1914

Nú bókadagar eru við hópin av jólatilboðum frá øllum forløgum, er stuttligt at leita aftur til 1914, tá A.C.Evensen (1874-1917) úr prestagarðinum í Todnesi skrivar reiðarum eitt rimmar tilboð um bestu bøkur frá hinum føroyska Bókmentafelagnum, har hann er skrivari. Prísurin er einans fimm krónur fyri pakkan. Men hina einu bókina bjóðar A.C. Evensen ikki reiðarunum: "Med undtagelse af "Føroysk mállæra" af Hr. J. Dahl, der ikke vil kunne læses af Fiskerne med nogetsomhelsts udbytte (Rasmussens "Bábelstornið" medfølger dog kun saavidt oplaget rækker)". Framhaldandi góðar bókadagar!   

Seytjandi Vencil er komin

Nú veturin hevur fastatøkur á okkum, og skiftandi veðurløg leggja løgnar tankar í sinn, tá er gott at hava eina góða bók at lesa. Tú veitst ongantíð, hvat kann henda! ”Tað var ein tíð, tá ið eg hugsaði nógv um axolotlar. Eg vitjaði teir í sjósavninum í Jardin des Plantes og varð standandi í tímar og eygleiddi teir, teirra døkku rørslur, teirra óvirksemi. Nú eri eg ein axolotlur.” Soleiðis byrjar søgan, ”Axolotlur”, sum Julio Cortázar hevur skrivað, og sum eisini er myndevnið á permuni, sum Bárður Oskarsson hevur gjørt. Tað umskapandi lívið er evnið í hesum Vencli, eisini tekstaslagið, sum ikki er sum tað er, yrking, sum er fleiri brøv, yrking, sum er ritroynd, aftursvar til klummur, ummæli, sussmæli, ferðir, ið umskapa lív. Tekstirnir spenna seg frá gylta romantikkinum og til samtíðina. Orð verða sett á terror í Evropa og vónloysi í einstaka menniskjanum. Tekstir eru, sum royna at fáa okkum at sættast við tilveruna sum hon er, og ikki royna at gera hana til okkurt annað, okkur

Frá Álvheygg til Gibson - ein filmsdagur í Havn

Tað grør um gangandi fót í miðbýnum í Havn. Mikukvøldið bjóðaði Eyðfinn Sigurstein til filmskvøld við nýggjari ljóð- og ljósútgerð í KFUM, í somu hølum sum Álvheygg hevði dreingjamøti í og vísti Det Flyvende Øje og Havets Helte í 60’unum. Nógv er hent síðani Álvheygg, ið nærkast hundrað, vísti 8 og 16 mm film við Eumig og Bell & Howell apparatum, sum enn standa frammi, hóast tey ikki hava verið brúkt í útvið hálva øld. Tankin um Ársins Álvheygg kom á kaffiborðið hetta kvøldið sum eitt uppskot í kjalarvørrinum á Geytanum , men bara eina aðra tíð á árinum og kanska við øðrum sikti og stuðlum. Stóru KFUM-hølini í miðbýnum eru tøk til filmskeið og annað mangt, sigur Eyðfinn. Og so oman í Havnar Bio at síggja Hacksaw Ridge , ein krígsfilm av góða gamla slagnum, hóast hann er spildurnýggjur. Tað er krígs- og bíbliumasokisturin, Mel Gibson, sum hevur funnið eina pasifistiska krígssøgu í Lynchburg í Virginia um sjúkrahjálparan Desmond Doss (1919-2006). Vit síggja hann í endanu

Bókadagar byrjaðir

So  eru bókadagar byrjaðir við stuttsøguupplestri í gomlu handilshúsunum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, har William Heinesen varð borin í heim í 1900. Hetta er besti máti at uppliva livandi skaldskap saman við øðrum. Sum at fara í biograf og verða einsamur - saman - men her við ti livandi orðinum, munn av pappíri og upp í oyrað. Urd Johannesen skipaði fyri undir heitinum Sjeystjørnur , fyri at referera til húsið og kendasta skald í býnum. Omanfyri er tað Hans Tórgarð, landsins besti upplesari, ið brilljerar sum ein heilur útvarpsleikur og skræddarseymað ljóðmynd in naturel , tá hann á miðhæddini lesur eina sarkastiska horrorsøgu Bókabøðil hjá Sámali Soll, sum sjálvur var millum mongu áhoyrararnar. Hann las eisini eina søgu hjá Arnbirni Ó. Dalsgarð. Niðanfyri er mynd av sama rúmi, tí besta í miðbýðnum til upplestur, tá hurðin er aftur og eingin er inni. Her er ein mynd av einum øðrum rúmið við stólum, ið hóska munin betri til rúmið, enn summarhússtólarnur á myndini om

Besti filmur í Evropa

Týski filmurin hjá Maren Ade um pápan og dóttrina, sum royna at finna saman aftur undir tragikomiskum umstøðum, er kosin besti filmur í Evropa. Tað kunngerð Evropa Parlamentið í dag. Í tíðindaskrivi sigur Parlamentið, at LUX 2016 vinnarin er Toni Erdmann eftir týska leikstjóran Maren Ade (f.1976). Søgan er hildin upp móti evropeiska samfelagnum í dag. Filmurin varð valdur fram um As I Open My Eyes eftir fransk-tunesisku Leyla Bouzid (f.1984) og My Life as a Courgette eftir sveisiska Claude Barras (f.1973). Evropeiska filmsvirðislønin LUX hevur tíggju ár á baki. Almenna tíðindaskrivið sigur, at virðislønin hevur til endamáls, “ to promote cultural and linguistic diversity, and has two specific objectives: to boost the circulation of European films and to spread the debate on major issues faced by today’s society.” Týski filmurin Toni Erdmann , sum er 162 minuttir til longdar, varð vístur í kapping í Cannes, vann FIPRESCI virðislønina sum besti filmur, og er týska upp

Bókadagar

Árligu bókadagarnir eru í Norðurlandahúsinum leygardagin 26. og sunnudagin 27. november. Eitt vikuskifti við fjøruti bókatiltøkum - og upplivingum í túsundatali. Báðar dagarnar verður Norðurlandahúsið karmur um afturvendandi bókatiltakið við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar, alt við støði í skrivaða orðinum. Fyrireikararnir, sum eru Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og bókaforløgini, siga, at aftur í ár verða partar av húsinum innrættaðir til børn. Bókadagarnir eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa, verður sagt í tíðindaskrivi. Longu í kvøld og í annaðkvøld verða bókmentatiltøk við upplesturi og tónleiki í gomlu handilshølunum hjá Katrinu Christiansen, har tað kostar 150 kr at sleppa inn, og í kaféini á Hotel Havn niðri í miðbýnum, har tað er ókeypis. Høvuðsnavnið á lýstu bókmentadøgunum uppi í Norðurlandahúsinum er tó norska Linn Ullmann, sum umframt at ver

Innantómt stakkalastás?

Nú  fekk Bruce Springsteen eisini eitt heiðursmerki, tað hægsta sivila, sum amerikanski forsetin sleppur at handa, the Presidential Medal of Freedom . Tað var J.F. Kennedy forseti, sum fann uppá heiðursmerkið í 1963. Í endamálsorðingini verður sagt, at heiðursmerkið verður givið heimsborgarum og ikki bara amerikanarum fyri "an especially meritorious contribution to the security or national interests of the United States, world peace, cultural or other significant public or private endeavors." Fyri stuttum fekk Bob Dylan virðirsløn Nobels fyri bókmentir. Aftur við morgunmatinum, sum er egg og eins donsk sild og morgunútvarpið, fekk eg tann ófyrigeviliga tanka, at hetta er tað bera stakkalastás og púra innantómt. At geva eini poppstjørnu fremstu virðislønir, og velja allar hinar virðiligu virðislønarmóttakarar frá. Koyra teir á dumpin. Mann tað vera so illa statt í báðum dómsnevndunum, at tær kunnu ikki semjast um annað enn yvirflatupopp á plátu, rocklyrikk? Ella er tað veru