Sjálvstøðug føroysk umboðan í Norðurlandaráðnum hevur verið á breddanum alt tað eg minnist. Men aldri hevur nakar løgtingslimur og føroyskt umboð í tveymannasendinevndini verið so greið sum Ruth Vang:
- Vi opfatter ikke os selv som et selvstyrende område. Vi er et folk, en nation. Jeg ved ikke hvad vi skal i Nordisk Råd hvis dette er rådets syn på Færøerne, sigur hon.
Hóast vit eisini eru sloppin at møta og tosa í Ráðharraráðnum, er almenna norðurlendska samstarvið komið á eitt vegamót. Floksfelagin hjá Ruth Vang á tingi, Hanna Jensen, sum eisini er forkvinna í Mentanarnevndini, sigur, at einki Norðurland er so norðurlendskt sum Føroyar.
- Vit liggja á mangan hátt mitt í Norðanlondum, mentanarliga og málsliga. Og júst mentan, søga og mál eru sterkastu orsøkirnar til samstarvið, sigur Hanna á Facebook, og leggur afturat, at vit hava aðrar grannar og aðrar samstarvspartar, sum vit kundu gjørt nógv meira saman við. Hóast hesar møguleikar, hava Norðanlond verið fyrsti umheimur Føroya, okkara forgarður til altjóða samstarv, sigur Hanna.
- Ongastaðni dugir fólkið so mong av teimum norðurlendsku málunum, sum her í Føroyum, eingin skúlaskipan hevur lisið so breitt úrval av norðurlendskum bókmentum sum tann føroyska, sigur Hanna, og nevnir aftur, at aðrir møguleikar eru fyri samstarvi.
Fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, hevur verið limur í bæði Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum, og hevur gott innlit í almenna norðurlendska samstarvið.
- Reyði tráðurin í norðurlendska samstarvinum er fyrst og fremst okkara norðurlendska mentan og okkara felags søga. Tað er við hesum førningi, at londini samstarva og finna felags loysnir, sigur Jóannes á Facebook, og harmast um at okkara søga, okkara mentan og okkara norðurlendski samleiki vinnur ikki somu góðkenning sum hjá hinum.
- Løgfrøðiligar undanførslur eru snøgt sagt bara undenførslur, tí lóggávan er mannaverk og kann altíð broytast, um vilji er til tess, sigur Jóannes, og skjýtur upp eitt time-out í norðurlendska samstarvinum.
- Nú vit aftur hava fingið at vita, at vit ikki røkka norðurlendsku gáttuna fyri limaskapi, so eiga vit at umhugsa eitt time-out frá norðurlendska samstarvinum. Eru vit ikki nóg góð, so latið okkum taka tað til eftirtektar. Latið okkum so pakka okkum burtur frá bonaðu gólvunum í Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum. Kanska tað kann fáa tey, sum halda seg vera betur norðurlendingar, enn vit eru, til at umhugsa støðuna, sigur ein bersøgin Jóannes Eidesgaard á Facebook.
Soleiðis er tað. Vit vilja verða eitt fólk, ein tjóð, men vit eru eitt territorium, et område. Tað verður við tonkta viljan og kemur ikki til útintu gerðina. Soleiðis er tað.
Forsetin í Norðurlandaráðnum, danski sosialdemokraturin Henrik Dam Kristensen, verður á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum sagdur at skrúva niður fyri norrønu samríkjaósemjuni, ella "at nedtone modsætningen", sum skrivað stendur. Og framhaldandi verður niðurtónandi forsetin endurgivin fyri at siga soleiðis á egnum máli á norrøna talarastólinum:
- Statsminister Lars Løkke Rasmussen meddelte under Nordisk Råds session at den danske regering støtter de selvstyrende områders ønske om en stærk rolle i det nordiske samarbejde så vidt det er politisk og juridisk muligt, og så længe det er inden for rammerne af den danske grundlov.
Eg havi altíð hildið, at vendingin de selvstyrende områder skal broytast til territorium, soleiðis at Føroyar verða territoriet Færøerne og sama við Grønlandi, kanska við ískoytinum det danske í báðum førum. Reservat og indhegning eru eisini tveir orðmøguleikar.
Tílík sannleiksorð fara at skurra so illa, at onkuntíð fer onkur at gera nakað við tað. Onkur, sum vit ikki vita um í dag. Onkur, sum er áhugaður í øðrum enn orðabraski. Um ikki annað at melda okkum út úr hesum høpisleysa felagsskapi, sum semja tykist at vera um sum aldri áður.
- Jeg ved ikke hvad vi skal i Nordisk Råd, sum Ruth segði. Tað er greið tala!