Skip to main content

Bókadagar


Árligu bókadagarnir eru í Norðurlandahúsinum leygardagin 26. og sunnudagin 27. november. Eitt vikuskifti við fjøruti bókatiltøkum - og upplivingum í túsundatali.

Báðar dagarnar verður Norðurlandahúsið karmur um afturvendandi bókatiltakið við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar, alt við støði í skrivaða orðinum.

Fyrireikararnir, sum eru Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og bókaforløgini, siga, at aftur í ár verða partar av húsinum innrættaðir til børn. Bókadagarnir eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa, verður sagt í tíðindaskrivi.

Longu í kvøld og í annaðkvøld verða bókmentatiltøk við upplesturi og tónleiki í gomlu handilshølunum hjá Katrinu Christiansen, har tað kostar 150 kr at sleppa inn, og í kaféini á Hotel Havn niðri í miðbýnum, har tað er ókeypis.

Høvuðsnavnið á lýstu bókmentadøgunum uppi í Norðurlandahúsinum er tó norska Linn Ullmann, sum umframt at verða framúr høvundur í egnum navni, eisini er kend fyri at vera dóttir kendasta filmsparið í Norðurlondum, Liv Ullmann og Ingmar Bergmann.