Skip to main content

Frá Álvheygg til Gibson - ein filmsdagur í Havn


Tað grør um gangandi fót í miðbýnum í Havn. Mikukvøldið bjóðaði Eyðfinn Sigurstein til filmskvøld við nýggjari ljóð- og ljósútgerð í KFUM, í somu hølum sum Álvheygg hevði dreingjamøti í og vísti Det Flyvende Øje og Havets Helte í 60’unum. Nógv er hent síðani Álvheygg, ið nærkast hundrað, vísti 8 og 16 mm film við Eumig og Bell & Howell apparatum, sum enn standa frammi, hóast tey ikki hava verið brúkt í útvið hálva øld. Tankin um Ársins Álvheygg kom á kaffiborðið hetta kvøldið sum eitt uppskot í kjalarvørrinum á Geytanum, men bara eina aðra tíð á árinum og kanska við øðrum sikti og stuðlum. Stóru KFUM-hølini í miðbýnum eru tøk til filmskeið og annað mangt, sigur Eyðfinn. Og so oman í Havnar Bio at síggja Hacksaw Ridge, ein krígsfilm av góða gamla slagnum, hóast hann er spildurnýggjur.


Tað er krígs- og bíbliumasokisturin, Mel Gibson, sum hevur funnið eina pasifistiska krígssøgu í Lynchburg í Virginia um sjúkrahjálparan Desmond Doss (1919-2006). Vit síggja hann í endanum á filminum og fáa harvið trygd fyri at maðurin er úr kjøti og blóði. Hesum báðum er nógv av í filminum, eisini í bitum og løtuspræni, hóast Doss er vegetarur, adventistur og pasifistur, ið ikki kann nema byrsu og vápn. Ein anakronistisk søga um krígs- og vápnaøði móti gráum japanskum dreparadjevlum, ið skulu fyribeinast sum í einum telduspæli, so Okinawa kann takast í mai í 1945.


Men innan seinastu amerikansku atsókn, er hin vanvirdi Doss komin til heiður og æru og sleppur við hvítamannabíbliuni í hond at biðja Faðir Vár og vælsigna hermannaliðið innan alt kemur í drepning. Hesin einoygdi amerikanski vinkul og henda rama bíbliufasisma tekur nógv av filmsupplivingini, ið annars vakti aftur tær bestu løtur í ordiligum gomlum biografum, sum vístu ordiligan krígsfilm við heroiskari mannfólkanærveru. Í allari nærmyndatøknini við splattereffektum og skakandi subwooferljóði kámaðust hesi góðu filmsminni. Veit ikki um nakar krígsfilmur er millum mínar yndisfilmar longur. Haldi ikki. Men henda filmin skalt tú síggja, tí innast inni hevur hann tann naivt góða boðskapin, at ein sjúkrahjálpari kann fara í kríggj uttan at nema eina byrsu og bara bjarga lívum. Verða allir hermenn sjúkrahjálparar, so steðgar alt kríggj. Og hvør veit, kanska fer eingin at møta, næstu ferð tey lýsa við kríggi.


Heimildarfilmurin Shadow World (Johan Grimonprez 2016), sum DR2 vísti mánakvøldið, er enn sterkari friðarboðskapur enn tann frá friðarhermanninum Desmond Doss. Hesin filmur er um ítøkiligan og staðfestan áltjóða vápnahandil. Um hann fær eins stóra útbreiðslu og pasifistiski krígsfilmurin hjá Gibson, so verða tenninar skjótt trektar úr The Masters of War og altjóða krígsmaskinuni, so avdúkandi er hann. Dream on og spæl eina Bob Dylan plátu frá 60’unum. Kanska akkurát hina snjøllu Masters of War. Har gerst einki annað enn at spæla plátur.


Krígsídnaðurin er so innvavdur í politikk, tøkni, fígging og viðurkendar miðlar, at kríggið fer at verða seinasta mannaverk, sum fer at falla. Ikki bókin, sum sagt hevur verið higartil, men kríggið, krígsmaskinan og altjóða miðlar, sum stuðla korruptum politikarum at fara í kríggja, púra uttan orsøk, sum spildurnýggi heimildarfilmurin Shadow World uppaftur og uppaftur prógvar. Men heimildarfilmur er so mangt, sum Bill Nichols sigur. Tað eru minst seks mátar at gera heimildarfilm. Hin skaldsligi mátin, hin alvitandi mátin, hin medvirkandi mátin, hin eygleiðandi mátin, hin refleksivi mátin og hin spyrjandi mátin. Vit hava øll prógv á hondum, men eingin lurtar.


Men This Machine Kills Facists stendur á upptøkutólinum hjá Sakaris Stóra, sum prátar við yours truly í Varðanum, sum eisini kom mær í hendi mikudagin. Myndirnar hevur Eyðun Müller Thomsen tikið og tær eru eins góðar og tær estetiserandi svørt hvítu myndirnar hjá Guðrið Poulsen, sum lyfta Varðan upp á eitt flott grafiskt stig.


Undir yvirskriftini "At fortelja søgur um samleika", sigur Sakaris soleiðis í Varðanum um nýggja filmin Dreymar um havið:

“Fyrst og fremst hevur ynskið verið at fortelja eina góða søgu. Tað hevur verið heilaga aðalmálið við filminum. Eg trúgvi at ”samleiki” er reyði tráðurin í øllum mínum filmum. Tað er tað eisini hesaferð. Sjálvt um eg ikki havi skrivað leikritið. Filmurin snýr seg í stóran mun um, hvørji vit eru inni undir tí spjaldrinum, sum samfelagið og nærumhvørvið setur á okkum. Tað er har, vit finna tað veruliga og sannað menniskjað, og tað er tað, sum eg elski at viðgera á filmi. Vetrarmorgun viðgjørdi eisini samleika, men í tí filminum var tað sexualitetur og kynsligur samleiki. Og tað eydnaðist, haldi eg. Størsti heiðurin, eg havi fingið síðan virðislønina í Berlin, kom púra óvæntað, meðan eg hugdi eftir orðaskiftinum um hjúnabandslógina, har Bill Justinussen úr Miðflokkinum, ”rósti” m.a. filmi, fyri at hava flutt fatanina hjá føroyingum at góðtaka homosexualitet sum nakað normalt. Tá bleiv eg bæði stoltur og samstundis rørdur, tí tá hugsaði eg: ”Fokk ja! Filmur kann vera við til at broyta samfelagið til tað betra”. Tað vóni eg eisini, at hesin filmurin onkursvegna kann. Tí hann varpar ljós á nøkur viðurskifti, sum henda undir teirri vøkru og óspiltu ímyndini av Føroyum, sum vit eftirhondini eru von at fyrigykla okkum. Eg vil ikki gera politiskar filmar, men filmur er ein endurspeglan av tí samfelag, sum vit liva í. Og tá verður tað nokk politikkur óansæð. Men av tí at vit ikki hava nakra veruliga filmsmentan í Føroyum, hava fólk verið noydd at spegla sær í realityrøðum, ferðavinnulýsingum og donskum b-kendisum. Og tað er faninme ikki gott nokk. Kanska mín goymda agenda hevur verið at geva sjálvsfatanini av føroyska samfelagnum eitt hart spark í reyvina. Allarhelst”, sigur Sakaris og rullar sigarettina millum fingrarnar og leggur hana so aftur.

Tað grør um rulland filmstól ein mikudag í Havn.