Skip to main content

Posts

Dreymar við havið frumsýndur 6. september

Fyrsti filmur hjá Sakarisi Stórá í fullari spælifilsmlongd, Dreymar við havið , verður frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio mikukvøldið 6. september kl 20, tá Filmsfelagið byrjar vetrarskránna. Tað boða filmsframleiðararnir frá í tíðindaskrivi í dag. Leikstjóri og høvuðsleikarar verða til staðar, og høvi verður at seta teimum spurningar eftir sýningina. Hósdagin 7. september halda sýningarnar fram í Havnar Bio, og síðani fer filmurin at ferðast kring heimin, siga filmsframleiðararnir í tíðindaskrivi. Hetta er ein filmur um vinarlag og leitan eftir samleika fortaldur á nærlagdum filmsmáli. Sakaris Stórá hevur áður leikstjórnað altjóða virðisløntu stuttfilmunum Passasjeren , Summarnátt og Vetrarmorgun . Høvuðsleikarar eru Juliett Nattestad, omanfyri, ið fyri fyrstu ferð roynir seg á filmi, sum Ester, meðan Helena Heðinsdóttir, ið eisini var við í  Vetrarmorgun , er Ragna. Dreymar við havið er ein søga um tvær ungar gentur á gáttini til vaksna lívið. Ester býr í l

Útvarpið eigur at fara í tvey

Eftir at hava boðað frá Summarfestivali í meginpartin av farnu viku, meðan festivalurin varð hildin og framhaldandi, nú festivalurin er av, so sendir Útvarpið í triðja giri enn frá festivalinum. Tí hesir útvarpsmorguntankar. Mong ár eru liðin síðan Útvarpið misti rættin at senda einsamalt. Tá vónaðu og væntaðu lurtarar, at útvarpsmiðilin fór at verða fluttur langt fram í tøkni og innihaldi. Men gakk. Síðan heimliga miðlamonopolið varð tikið av, og tøknin hevur ment seg á øllum økjum, er føroyska innihaldið og ambitiónin at røkka øll og alt í einum, bara verið verri. Alt til øll alla tíðina. Tað riggara bara ikki. Nú er tíðin komin at Útvarpið fer í tvey. Eina rás, sum sendir fótbólt og annað spæl, ið bara hevur til endamáls at skjóta í sama mál, og fáa øll við máloyra at geyla tað einasta, tey duga – mál – og so eina aðra rás, sum við greiðum redaktionellum frámerkjum kann dyrka og menna hinar góðu sendingarnar í útvarpinum, sum duga at fara afturum eitt torskilt evni,

Akustikkur sum heilsubót

Av góðum borgaradrivnum orsøkum hevur larmur, óljóð, verið á skránni í miðlunum summar. Men tað eru ikki bara ljósmotorar og larmandi trolarar á náttartíð, sum elva til at fólk ikki fáa sovið. Tað er eisini á Landsjúkrahúsinum, har okkara borgarar í veikastu løtum finna innivist, ofta móti teirra vilja, at larmur hevur verið ein veruleiki. Í vikuni vitjaðu starvsfelagin Eyðna og eg á P40, sum er formella heitið á psykiatriksku deild, ið eisini verður nevnd deild 2. Nøvnini eru mong. Orsøkin til hesa vitjan var, at á okkara arbeiðsplássi hava vit gjørt ljóðmátingar í matstovuni, har øll eru samd um, at akustikkurin er heilt út av lagi. Tá øll hava okkurt uppá hjartað, er larmurin staðfestur til 99 desibel. Ókeypis appir á fartelefonini kunnu máta hesi virði allastaðni, har tú kemur og fert. Ole Wich, sum av og á ger grafiskt arbeiði fyri okkum, hoyrdi um ljóðmátingarnar, og vísti okkum út á Landsjúkrahúsið at uppliva góðan akustikk við munadyggari ljóðdoyving á P40. - S

Yngsta drotning í Cunard flotanum

Yngsta drotning í flotanum hjá Cunard Line er Queen Elizabeth.  Hon varð umbiðin á stóru italsku skipasmiðjuni Fincantieri í Tríeste í 2007, og varð liðugt smíðað í 2010. Hon er í løtuni skrásett í Hamilton á Bermuda, er 294 metrar til longdar, telur 16 dekk og tekur 2.547 ferðafólk. Fleiri teirra sóust í skotunum í Havn í dag, millum annað úti á Reyni, har Reyngøta, Rektaragøta og Gongin krossast, sum myndin niðanfyri vísur. Her eru nøkur teirra á Skinnaraskeri, uttanfyri Rasmusarbrúgv, sum helst er elsti bryggjukantur í landinum. Øll eru tey púra bitin av litføgru húsunum og trongu skotunum í Havn. Yvirskipað er tað tó neyvan heppið, at fleiri stór ferðamannaskip hvørt eftir annað koma til ein so trongan stað við ørstuttum millumbili. Men ferðavinnan hevur allastaðni og til allar tíðir havt tað sum øll tey, ið selja atgongumerki: Fult er ikki eingang tá yvir flýtur. Tástani blívur tað spennandi. Tað er sum hjá katólska munkasølumanninum, Johann Teztel, fyri fimmhundr

Føroyakortið ongan politiskan áhuga

Nú skrivar danska avísin Politiken um eina dansk-grønlendska avtalu, um at tekna sjókort í Grønlandi. Orsøkin til at blaðið varpar ljós á hetta at síggja til ótýdliga kolonievni er, at nú er avtalaða arbeiðið steðgað. - Tað er ein skandala, sigur danska avísin. Men er kollsiglda sjókortaavtalan ein skandala í Grønlandi, so er hon eins stór í Føroyum. Tí málið at tekna okkara egna øki á klótuni er aldri yvirtikið og komið á føroyskar hendur, so tú kanst fara inn á ein navnsnevndan stovn at fáa nýggjasta kort í hondina, ella bara til pynt á vegginum. Alt tað eg veit, hevur eingin politikari sýnt tí áhuga. Heldur ikki landstýrismáðurin við ábyrgd fyri Føroyakortinum, sum eg bjóðaði uppá besøk við skrivstovustjóra á heysti í 2012, tá tveir metrar vórðu kliptir av okkara hægsta fjalli. Tí er støðan í Føroyum enn soleiðis, at hvørja ferð ein almennur upplýsingarstovnur vil prenta eitt ókommersielt kort av okkara egna landi í okkara egnu bókum á okkara egna máli í okkara egna skú

Grøna veðraoyggin

Allastaðni har tú ferðast í Suðuroynni í hesum døgum eru grønska og veðrar at síggja. Lýkka er í luftini, og sólin grønskar dalar og líðir. Veðrarnar omanfyri sá eg við vegjaðaran í Hvalba niðan móti Norðbergseiði. Henda sjáldsama Texas Longhorn veðrin við uppbendum hornum, sá eg úr bilinum í Froðba. Í Hvalba hópa tey bobbens og bildekk saman á grøna bønum, har seyðurin gongur. Havi ikki sæð hetta aðrastaðni í landinum, og veit tí ikki, hvat endamálið ella nyttan er. Kanska er tað at venja veðurlombini at stúta, ella tað bara er eitt slag av stiki. Á Kunningarstovuni, Visit Suðuroy, sum er í hølunum hjá kommununi á Tvøroyri, hevur fryntligi avgreðslumaðurin nógv uppskot um túrar, sum hann teknar á frálíka kortið yvir økið. Ein er til kikaran fyri endanum á vegnum innast í Trongisvági, til vinstru har tunnilin fer til Hvalbiara. Ein kilometur ella so at ganga. Norðanfjørðs havi eg sæð, hvussu ymiskur seyður kann verða, serliga í Tjørnuvík, har hann er spakur og næstan ómæla