Skip to main content

Dreymar við havið frumsýndur 6. september


Fyrsti filmur hjá Sakarisi Stórá í fullari spælifilsmlongd, Dreymar við havið, verður frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio mikukvøldið 6. september kl 20, tá Filmsfelagið byrjar vetrarskránna.

Tað boða filmsframleiðararnir frá í tíðindaskrivi í dag.

Leikstjóri og høvuðsleikarar verða til staðar, og høvi verður at seta teimum spurningar eftir sýningina.

Hósdagin 7. september halda sýningarnar fram í Havnar Bio, og síðani fer filmurin at ferðast kring heimin, siga filmsframleiðararnir í tíðindaskrivi.

Hetta er ein filmur um vinarlag og leitan eftir samleika fortaldur á nærlagdum filmsmáli.

Sakaris Stórá hevur áður leikstjórnað altjóða virðisløntu stuttfilmunum Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun.


Høvuðsleikarar eru Juliett Nattestad, omanfyri, ið fyri fyrstu ferð roynir seg á filmi, sum Ester, meðan Helena Heðinsdóttir, ið eisini var við í Vetrarmorgun, er Ragna.

Dreymar við havið er ein søga um tvær ungar gentur á gáttini til vaksna lívið. Ester býr í lítlu bygdini við havið, hon gongur í sunnudagsskúla, keðir seg og onki hendir. Alt hetta broytist tá Ragna flytur til bygdina. 
Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur seg upp, ein heimur uttan mørk. Men Ragna hevur trupulleikar at dragast við, og Ester lærir skjótt, at frælsi og val hava avleiðingar. Saman droyma tær um at sleppa burtur, men gera sær ikki rættiliga far um, hvat tær flýggja undan, ella hvagar tær skulu fara, verður sagt í tíðindaskrivinum í dag.

Handritið hevur Marjun Syderbø Kjelnæs skrivað í tøttum samstarvi við leikstjóran.

Meginparturin av upptøkunum eru gjørdar á Sandoynni, meðan partar eru filmaðar í Havn, á Velbastað og úti í Hesti. Hetta er triðju ferð at Sakaris Stórá arbeiðir saman við belgiska fotografinum Virginie Surdej. Filmurin er kliptur í Danmark, og ljóðarbeiðið er gjørt í Danmark, Føroyum og Svøríki.

Dreymar við havið er ein samframleiðsla millum føroyska Fish&Film og danska Adomeit Film. Ingun í Skrivarastovu, Katja Adomeit og Jón Hammer hava staðið fyri framleiðsluni.

Tað ber til at fylgja við og lesa meira um filmin á Facebook síðuni Dreymar við havið.


Í Varðanum í fjør hevði eg samrøðu við Sakaris um at gera film yvirhøvur. Brot úr samrøðuni kann lesast her, eins og myndir frá upptøkunum kunnu síggjast.


Eyðun Müller Thomsen tók myndirnar undir filmsupptøkunum. Breddamyndina av Sakarisi tók eg á G! Festivalinum í summar og myndina av Juliett Nattestad, sum Ester, tók Virginie Surdej.