Eftir at hava boðað frá Summarfestivali í meginpartin av farnu viku, meðan festivalurin varð hildin og framhaldandi, nú festivalurin er av, so sendir Útvarpið í triðja giri enn frá festivalinum.
Tí hesir útvarpsmorguntankar.
Mong ár eru liðin síðan Útvarpið misti rættin at senda einsamalt. Tá vónaðu og væntaðu lurtarar, at útvarpsmiðilin fór at verða fluttur langt fram í tøkni og innihaldi.
Men gakk.
Síðan heimliga miðlamonopolið varð tikið av, og tøknin hevur ment seg á øllum økjum, er føroyska innihaldið og ambitiónin at røkka øll og alt í einum, bara verið verri. Alt til øll alla tíðina. Tað riggara bara ikki.
Nú er tíðin komin at Útvarpið fer í tvey.
Eina rás, sum sendir fótbólt og annað spæl, ið bara hevur til endamáls at skjóta í sama mál, og fáa øll við máloyra at geyla tað einasta, tey duga – mál – og so eina aðra rás, sum við greiðum redaktionellum frámerkjum kann dyrka og menna hinar góðu sendingarnar í útvarpinum, sum duga at fara afturum eitt torskilt evni, innan- og uttanlands.
Jú, hemningsleysi dekningurin av Summarfestivalinum, sum yvirhálar mikrofonhaldarí, hevur sannført meg um, at Útvarpið í Kringvarpinum nú eigur at fara í tvey. Útvarpsrás eitt og útvarpsrás tvey.
PS! At eg til myndina omanfyri skræddi prentaðu websíðuna hjá útvarpinum í tvey, og legði hana á eina síðu í eini gamlari skúlabók, er púra tilvildarligt. Ein og hvør samanbering við fiktiva veruleikan er púra tilvildarlig og ikki tilætlað.