Skip to main content

Posts

Dreymar við havið

Í dag møttust vit í Smyrjibreyðsbúðini í Steinatúni í Havn, at gera klárt til Q&A í Filmsfelagnum mikukvøldið, tá nýggi filmurin Dreymar við havið  verður frumsýndur í Havnar Bio. Frá vinstru á myndini síggjast leikstjórin Sakaris Stórá, síðan høvuðsleikararnir Helena Heðinsdóttir, ið er Ragna, og Juliett Nattestad, sum er Ester í nýggja filminum, sum byggir á søgu hjá Marjun Syderbø Kjelnæs. Útselt er til frumsýningina í Filmsfelagnum, men fleiri sýningar verða næstu dagarnar. Eisini er ætlanin at hava skúlasýningar í Havnar Bio. Stuttfilmarnir hjá Sakaris Stórá,  Passasjeren (2009), Summarnátt (2012) og Vetrarmorgun (2013), kunnu síggjast á undirvísingarportalinum Snar. Gleðið tykkum til ein spennandi, viðkomandi og spildurnýggjan føroyskan biograffilm Dreymar við havið (Sakaris Stórá Føroyar 2017 80 min).

Geytin verður aftur í 2018

Norðurlandahúsið boðar í dag frá, at Geytin verður aftur leygardagin 24. februar í 2018. Tá verður Áskoðarvirðislønin, sum Tórshavnar kommuna higartil hevur latið, eisini latin. Tiltakið Geytin varð fyrstu ferð hildið í 2012. Í tíðindaskrivinum í dag verður sagt, at nú stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda nýggjar filmar inn til ársins filmstiltak, Geytan. - Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Freistin at melda filmin til Geytan er tann 5. desember í 2017. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 5. januar í 2018, eru hesi: 1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður. 2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um s

Listin sum amboð hjá svíktum mannfólki

Gukki Nuka Willsen Møller (f.1965) er føddur í Nyborg í Danmark, men vaks upp í Uummannaq í Grønlandi, til hann 1982 fór til Danmarkar, har hann býr og arbeiðir. Umframt at hava verið á listaskúlum í t.d. Holbæk, er Gukki útbúgvin í Kanada. Mamman er donsk og pápin grønlendingur. Á egnu heimasíðuni sigur Gukki Nuka, at eins og nógvir javnaldrar er hann merktur av mentanarligu gjónni, cultural division , sum er millum tað grønlendska og tað danska. Kanska er hetta so sjálvsagt okkara millum, sum eru í sama ríki, at hann nevnir hetta bara á ensku síðuni, sum um bara útheimurin er áhugaður í at ganga millum, og alla tíðina kenna seg á eggini og vilja vita, hvussu nær tromini eg tori at fara. Hetta er latenti førningurin hjá øllum minnilutum í øllum heiminum, eisini føroyska minnilutanum, jú vit eru ein minniluti, eins og týski minnilutin har suðuri, og tey í Grønlandi, minnilutar eru vit, men tað eigur ikki at forða okkum at fara út í heim, og møta øðrum enn danskarum, sum vit enn biðj

Vrakaðar Myndir hjá Tummas Jákupi í Støð

Í dag vórðu Mentanardagar settir á sætta sinni í Fuglafirði. Brynhild Næs Petersen var ein av teim mongu, sum skipaðu fyri, og hon hevði biðið meg siga nøkur orð innan Tummas Jákup Thomsen avdúkaði gávuna Vrakaðar myndir á neystavegginum í Støð. Fyrst sang Anders Riis nakrar egnar sangir. Hann er úr Herning og hevur spælt saman við bólkinum hjá Konny Kass. Sólin hevði verið frammi, men eitt æl kom oman úr fjøllunum júst sum tiltakið byrjaði. Tummas Jákup kom niðan úr fjørðuni, har hann hevði sett bilin, so foreldrini kundi hoyra og fylgja við í tiltakinum, sum savnaði fitt av fólki á gongubreytini og undur Bókasavninum. Hann vísur mær, hvussu framsýningin er sett saman, hvussu ljósið hevur slitið onkrar av gomlu myndunum gjøgnum árini, og at enda sleppi eg at velja mær eina mynd úr rúgvuni. Niðanfyri er stutta røðan eg helt í regninum, meðan Tummas Jákup gjørdi klárt at loysa grøna dúkin, ið fjaldi neystaveggin. Vælkomin í Støð. Soleiðis sigur skráin, at har e

Reyðir postmenn og royktar apur

Í morgun spurdi ein vinmaður meg, um tað yvirhøvur var tørvur á nøkrum slag av satiru í okkara brúkarastýrdu tilveru. - Er tað ikki so einfalt, at tá eitt samfelag flýtur yvir av hunangi og róma, so gerst einki stuttligt? Øvundsjúka og illgrunasemi um grannarnar og onnur, sum ger, at pláss er ikki fyri satiruni, er tað ikki so? - Tú meinar at vit líða av ótálmaðari sjálv-feit-ismu, spyrji eg. - Nemmeliga, svaraði hann. Tað er akkurát tað. Eftir at hava grundað yvir henda stutta dialog í allan dag, datt svarið í postkassan í kvøld. Ein knallertspitari í túninum, lokið upp og eitt tjums niður í plastkassan. Ein posi við tilboðsbløðum, okkurt fjalt sum redaktionell tíðindi at lesa, men í einu brosjúruni freistist eg sjálvur sum ónøktað brúkaradýr, opið fyri allari merkantilismu, nú tað styttist til fagnað handilsfrelsarans: Ein reyður postmaður fyri 599 krónur og 95 oyru, og ein apa úr royktari eik fyri 899 krónur og 95 oyru. Tilsamans 1.499 krónur og 90 oyru. Fyri ta upp

Nú fara næmingarnir at fáa somu uppgávur!

Morten Stemre frá NORA tók myndina omanfyri. Longst til høgru sæst vinnarin Sissal K. Kristiansen. - Tað ljóðaði sum søtur tónleikur, og fekk meg heilt upp at flákra, tá Jákup Sørensen frá NORA kom á vitjan hjá okkum fyri hálvum ári síðan, sigur Laila av Reyni, lærari hjá klædnaatstøðingum á Glasi, nú Blue Fashion Challange er av. - Fyri ikki at blíva skuffað, segði eg við meg sjálva, at hatta mátti verða to good to be true . Men nú tiltakið er av, kann eg siga, at hvørt orð úr hansara munni varð veruligt. Hann gav bæði lærarum og næmingum eina lívsuppliving. Næmingarnir sloppu veruliga at blóma, og at vísa teirra dygdir, tá teir sluppu at verða assistentar hjá viðurkendum sniðgevum, ið áttu øll hugskotini, men í fleiri førum høvdu verið hjálparleysar uttan hjálp frá næmingunum, sum duga sítt ' shit' , tá tað kemur til at konstruera mynstur og at seyma pløgg. Alt gekk upp í eina hægri eind, tá partarnir møttust. Næmingarnir kendu tað sum eitt stórt herðaklapp og

Okkum tørvar satiru

Í morgun var sjáldsama væl upplagt útvarpsprát um eitt íslendskt yrkingasavn, Bónusljóð , sum Sanna Andrassardóttir Dahl hevur umsett til føroyskt, Bónusyrkingar , og kemur út á forlagnum Ungu Føroyar, samstundis sum upphavsmaðurin, Andri Snær Magnason (f.1973), vitjar. Hann er fyrr týddur til føroyskt, Søgan um bláa knøttin , sum varð so vælumtókt barnabók, at hon er púra útseld. Satiruskemtarin Snær varð so braneggjaður í 2016, at hann stillaði upp til forsetavalið. Til valdystin hevði hann kosið sær trý mál: tjóðargarð í hálendinum, nýggja stjórnarskrá og at røkta landsins tungumál. Fantastiskt! Á Facebookvanganum skrivar Andri Sær soleiðis um sjálvan seg og um føroysku útgávuna: Bónusljóð á Færeysku - kemur út: BÓNUSyrkingar 44% meira - Endurnýtsluútgáva! Andri Snær Magnason er kendur íslendskur rithøvundur og umhvørvistur. Hansara BÓNUSyrkingar er eitt tað mest selda yrkingasavn í søgu Íslands, og nú er tað her á føroyskum í serstakari útgávu. Yrkingasavnið hevur til

Ómegd á Tjóðpallinum

Tað verður fyri fullum húsum, tá Tjóðpallurin leygarkvøldið 9. september klokkan 19 byrjar veturin við 43. leikverki, ið hevur fingið heitið Ómegd . Grafiski plakatstílurin er svartur og hvítur, og pallmyndin er at síggja til eins strong og stringent. Hansina Iversen hevur staðið fyri pallmyndini. Ómegd er ein nýskrivaður leikur eftir Kristinu Sundar Hansen, ið byggir á veruligu søgurnar hjá tveimum kvinnum og einum manni, um tíðina í einum harðskapsraktum parlagi og um, hvussu tey funnu vegin út. Soleiðis skrivar Tjóðpallurin á Instagram . Leikarar eru Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard og Hans Tórgarð. Í tíðindaskrivi í morgun verður sagt, at leikurin er ein remediering, tað er ein endurnýtsla av innihaldi, sum er tikið úr einum miðli og flutt í ein annan, í hesum føri úr eini bók og einum blaði, sum aftur byggir á samrøður. Tað var í 2013 at Súsanna O. Skaale savnaði fimm frásagnir í Kvinnuhúsinum, sum komu út í bók Um bara hann sló meg . Tvær a

Miðlakanning: tey ungu eru torfør at náa

Sigrid Vejergang Jensen, til vinstru, og Eyðbjørt Skylv Midjord, til høgru, hava skrivað ritgerð um miðlabrúkið hjá føroyingum í sambandi við lestur á RUC í samskfti og miðlafrøði. Í einum samandrátti siga tær báðar, at stroyming og sosialir miðlir vinna støðugt framá í Føroyum, men flow-sjónvarp og útvarp eru enn týdningarmikil. Her er ein nútíðarmynd av føroyska miðlabrúkinum, siga Eyðabjørt og Sigrid: Kanningin vísir, at føroyingar í miðal hyggja í sjónvarp 1 tíma og 12 minuttir um dagin. Hinvegin, so stroyma føroyingar í miðal 1 tíma og 18 minuttir. Vit kunnu sostatt staðfesta, at føroyingar hava skift flow-sjónvarp út við stroyming, ið enn ikki er hent eitt nú í Danmark. Hóast tey spáa um hesa gongdina, so stendur flow-sjónvarp enn sterkast í Danmark, har vit lesa. Meir enn 75% av teimum spurdu stroyma í minsta lagi eina ferð dagliga. Harafturímóti tendra einans 70% av teimum spurdu sjónvarpið hvønn dag. Orsøkin til hetta kann til dømis vera, at tað er bíligari at str

Atgongumerkjasølan byrjað!

Í dag er atgongumerkjasølan til frumsýningina hjá Filmsfelagnum av fyrsta filminum hjá Sakarisi Stóra í spælifilmslongd Dreymar við havið  byrjað. Longu nú fáast atgongumerki á netinum og frá klokkan 14 í dag, tá biografurin letur upp, fáast atgongumerki eisini við skivuna. Á heimasíðuni hjá biografinum  verður sagt soleiðis um filmin: Ester (Juliett Nattestad) býr í lítlu bygdini við havið, hon gongur í sunnudagsskúla, keðir seg og onki hendir. Alt hetta broytist tá Ragna (Helena Heðinsdóttir) flytur til bygdina. Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur seg upp, ein heimur uttan mørk. Men Ragna hevur trupulleikar at dragast við, og Ester lærir skjótt, at frælsi og val hava avleiðingar. Saman droyma tær um at sleppa burtur, men gera sær ikki rættiliga far um, hvat tær flýggja undan, ella hvagar tær skulu fara. Umframt almennu frumsýningina í Filmsfelagnum, mikudagin hin 6. september kl 20, eru seytjan sýningar lýstar í sýningarskránni hjá Havnar Bio. Eins og galdandi er fyri al

Eru Føroyar ein danskur prumpur?

Við postinum í dag kom ein rúgva av tilfari. Adressuleyst verður tað kallað á postføroyskum. Umframt Handilssosialin, tilboð frá Vøruhúsinum, Bónus og Hoyrnini, komu Lutherbløð frá kirkjuni og Námi, og sum rosinan í tilboðsendanum kom allur faldarin frá Kvøldskúlanum í Havn. Inspiratión til skeið í máling og politikki, og innbjóðandi skeið til útlendingar at læra føroyskt. Altjóðagerðin er í fult sving. Fantastiskt. Og á blaðsíðu 17, beint eftir skeiðið um Ríkisfelagsskapin , er skeið nummar 1979 við heitinum Føroyskur samleiki . Óluksáliga spennandi hesi bæði nýggju skeið í altjóðagerð í Kvøldskúlanum. Svangur, eti eg meg gjøgnum tekstin í skeiðsfaldaranum, har spurt verður á móðurmálinum: "Hvør er føroyingur nú á døgum. Hvat ger ein føroyingur, og hvat hendir við føroyskum samleika nú á døgum og í framtíðini?" Men so skiftir tónin í móðurmálsfaldaranum við grindaknívi á breddanum, so mítt forvitni verður hvest enn meir, tá Kvøldskúlagangarin verður spurdur á e