Skip to main content

Posts

Fake News er ársins orð

Millum fajitas og fakement finni eg fake news í nýggjastu útgávuni av stóru ensku orðabókini hjá Collins, Collins English Dictionary . Tað er ársins orð, siga tey, og greiða soleiðis frá nýggja navnorðinum: Grundgevið verður soleiðis fyri, hví hetta er ársins orð í enska heiminum í undanfarna ári: It has been derided by the leader of the free world and accused of influencing elections, but ‘fake news’ is today legitimate news as it is named Collins’ Word of the Year 2017. The word saw an unprecedented usage increase 365% since 2016. As defined by Collins, ‘fake news’ means “false, often sensational, information disseminated under the guise of news reporting”...The associate of ‘fake’ with ‘news’ started out in the field of comedy, as exemplified by shows such as Jon Stewart’s The Daily Show and Chris Morris’s The Day Today, but around 2005 the term began to be applied to false news stories that were circulated with malicious intent rather than as satire. During the 2016 US

Vinnur Loveless?

Um Filmsfelagið var ein veddingarfyritøka, so hevði felagið satsa allar pengar uppá russiska filmin Loveless hjá fremsta leikstjóranum har í landinum, Andrey Zvyagintsev. Russisku heitini eru Нелюбовь og Nelyubov. Í øðrum lagi hevði Filmsfelagið satsað uppá svenska filmin The Square og í triða lagið uppá suðurafrikanska filmin The Wound . Tá Oscarhandanin verður seint sunnukvøldið 4. mars í ár, hava allir tríggir filmarnir verið vístir her heima. The Wound á Faroe Islands Minority Film Festival í Perluni í Havn í september í fjør, The Square í Filmsfelagnum í Havnar Bio hin 29. november í fjør og Loveless á sama stað hin 17. januar í ár. Omanfyri og niðanfyri eru fimm plakatir fyri sama film, Loveless úr Russlandi. Filmurin er í uppskoti at vinna Golden Globe Award sunnudagin 7. januar og er enn millum teir níggju, sum eru í uppskoti at verða besti útlendski filmur á 90. Oscar-hátíðarhaldinum, ið verður sunnukvøldið 4. mars, ein hálvan tíma fyrr enn í fjør. Týs

Gott nýggjár!

Gott nýggjár! Í Tórsbyrgi hevur øll árini, síðan fólk fluttu inn her í 1976, verið vanligt at hava nýggjárshald. Í dag varð byrjað við barnatiltaki klokkan fimm í brekkuni frá hitamiðstøðini í elsta eigarafelagnum niðan móti Lágargarði, sum lat upp í 1987. Klikk á myndina omanfyri og hon verður eitt krubbuspæl. Við trygdarútgerð fokusera børnini í Tórsbyrgi saman við mammum og pápum á, hvussu alt skjótbært fæst at bresta best hetta gamlaárskvøld í Tórsbyrgi. Og omanfyri øllum er bálmeistarn, Jón, sum í hesi løtu hevur set seg inn í gomlu smáttuna í brekkuni beint undir Lágargarði. Fyrr um dagin er gjørt klárt til kyndlagonguna hjá teim vaksnu, sum byrjar klokkan ellivu um kvøldið. Her sæst, at millum jólahurðanna standa kyndlar. Kanska forða teir fyri at nýggjar dyr verða opnaðar. Hvør veit. So byrjar kyndlagongan hjá teim vaksnu, nú klokkan er farin av midnáttarellivu. Nú er at ansa eftir leidningum og takskeggi, so kyndlarnir ikki festa í. Eyðdis un

Kjøt úr Oynnabóli er best

Fyrra fríggjadag millum jólanna, 29. desember, vóru vit í Nólsoy, har Ivan og Guðrun savnaðu familjuna og borðreiddu við føroyskum mati. Besti bitin, ið saktans kundi staðið ovastur á sjarkuttarí-listanum hjá The Tarv, var klárur at taka upp í lógvan á køksborðinum í Nýggjagørðum. Í dry aged smakki ikki ólíkt búnaðum galisiskum kjøti. Er tørført at taka seg niður í brattlendið, haðan kjøtið stavar, er enn verri at finna fram til staðarnavnið, sum er livandi á mannamunni í Nólsoy, men ikki kann googlast og ikki er á staðarnavnalistanum hjá Kortalinum. Egon Hansen nevnir tó navnið í einum yvirliti í aðrari av Nólsoyarbókunum, so vit vita, hvussu munnborna navnið stavast. Oynnabóli er navnið. - Eingin hevur nakrantíð átt Oynnaból, sum er eystantil á Nólsoynni, sunnanfyri Mann, mitt í berginum, beint upp frá Bólstaði. Vit kunnu vera eini níggju mans, sum fara við 60 favna línu. Av eggini eru 37 favnar niður í brattlendið har tveir seyðir ganga. Tá eru minst 80 favnar niður

Ljóð í filmi við "Polar" sum dømi

Í dag vísti 28 ára gamli Peter Storm Wich grønlendska filmin Polar í Havnar Bio, har Filmsfelagið skipaði fyri eini setu um ljóð. Peter lesur til tónameistara á Danska Filmskúlanum, og hevur fyrr lisið sound design á Sonic College í Danmark. Grønlendski filmurin er fyrsti partur í webrøðini Polar , sum byrjar við at fýra menn verða funnir deyðir út fyri bryggjuna í Nuuk. Ein teirra livnar upp aftur og er høvuðspersónur í framhaldandi søguni. Umframt at vera ljóssterkt reinur og nauturalistiskur filmur, er søgan merkt av alien abduction tankanum undur afturvendandi norðljósinum, sum er eyðkennið fyri røðina. Pápin, Ole Wich innleiddi sýningina, sum var í sali 2 í Havnar Bio. Peter segði frá um teir tankar, sum liggja til grund fyri tí ljóði, sum ítøkiliga hoyrist í hesum filminum, og sum frá líður fær ein innlagdan part í søgugongdini, har fotografurin, sum hugsar í myndum, og tónameistarin, sum hugsar í ljóði, samstarva um, hvussu teir hvør í sínum lagi síggja og h