Skip to main content

Vinnur Loveless?


Um Filmsfelagið var ein veddingarfyritøka, so hevði felagið satsa allar pengar uppá russiska filmin Loveless hjá fremsta leikstjóranum har í landinum, Andrey Zvyagintsev. Russisku heitini eru Нелюбовь og Nelyubov. Í øðrum lagi hevði Filmsfelagið satsað uppá svenska filmin The Square og í triða lagið uppá suðurafrikanska filmin The Wound.


Tá Oscarhandanin verður seint sunnukvøldið 4. mars í ár, hava allir tríggir filmarnir verið vístir her heima. The Wound á Faroe Islands Minority Film Festival í Perluni í Havn í september í fjør, The Square í Filmsfelagnum í Havnar Bio hin 29. november í fjør og Loveless á sama stað hin 17. januar í ár.


Omanfyri og niðanfyri eru fimm plakatir fyri sama film, Loveless úr Russlandi.

Filmurin er í uppskoti at vinna Golden Globe Award sunnudagin 7. januar og er enn millum teir níggju, sum eru í uppskoti at verða besti útlendski filmur á 90. Oscar-hátíðarhaldinum, ið verður sunnukvøldið 4. mars, ein hálvan tíma fyrr enn í fjør.


Týsdagin 23. januar verður kunngjørt, hvørjir fimm eru eftir í hesi kapping, sum 92 lond hava sent filmar inn til, seks teirra fyri fyrstu ferð. Filmsfelagið vísur Loveless mikukvøldið 17. januar kl 20. Tá fer Alina Jespersen at innleiða sýningina. Hon er úr Voronezj í Russlandi og er gift til Havnar.