Skip to main content

Posts

Er hetta seinasti mannfólkafilmur?

Filmsfelagið vísur í hesum døgum nýggjar biograffilmar, ið hava kvinnur sum tema. Við eini skermmynd, sum sæst niðanfyri, og er tikin av Facebookvanganum hjá Filmsfelagnum, sást skjótt, at júst kvinnur leitaðu allarmest eftir tiltakinum The Wife , sum er nýggi filmurin við Glen Close á Filmsdøgum í Felag. Tann filmurin verður sýnur fríggjakvøldið, tá Marna Jacobsen fer at innleiða. Ein maður sigur í dag í meyli, at tað er ikki so undarligt at fleiri kvinnur ganga í biograf. - Har eru bara konufólka- filmar, sigur hann og vil vera ónevndur. Men eins og í New York Times í dag, veit redaktiónin, tað er í hesum føri eg, hvør skrivarin er. - Seinast eg sá ein góðan mannfólka -film var American Sniper  (Clint Eastwood 2014) og tað eru fleiri ár síðani nú. So, vilja tey hava fleiri menn í biograf, so er bara at koma við okkara filmum aftur, sigur mannligi filmsviðmerkjarin. Tá eg haldi fyri, at hetta kann mann broyta yvir tíð, so er hann skjótur at svara rættuliga noktandi. -

Lissy eisini farin

Her er danska Lissy Bellaiche, sála, og franski maðurin hennara avmyndað á filmstevnu í Lubeck í 2013. Hóast eg havi møtt henni síðan, varnaðist eg ikki, at hon varð vorðin sjúk av demensi og doyði av krabba í mars í ár. Í kvøld fer dótturin, Michèle, at hava sending í TV2 um mammuna og heilasvinn. Sendingin kallast Når hjernen svigter . Lissy Bellaiche starvaðist á Danska Filmstovninum í áttatiárunum, tá Filmsfelagið var uppá tað besta. Saman við Monu Jensen, sum eisini er farin, var hon okkara besta samband og umboð úti í heimi, so vit altíð fingu fatur á nýggjastu og bestu filmum at vísa í Føroyum. Tá eg fyri fimm árum síðan tók myndina omanfyri starvaðist Lissy sum festivalkonsulentur hjá Trust Nordisk, sum er partur av Nordisk Film. Árið eftir var hon í Cannes sum søluumboð fyri kovboyfilmin hjá Kristian Levring The Salvation . Ærað verið minnið um Lissy, sum Filmsføroyar nutu so gott av í áttatiárunum. Takk fyri!

Filmsdagar í Felag

Í døgunum 5.-9. september eru Filmsdagar í Felag í Filmsfelagnum, Havnar Bio og Norðurlandahúsinum. Sýndir verða nýggir biografilmar, ið allir hava kvinnur sum tema. Fyrsti er hin føroyski NINA, har leikstjórin leggur fyri við innleiðing um filmin. Orsøkin til at velja kvinnur á filmi sum tema er tann sannroynd, at flestu biografgangarar í Filmsfelagnum eru kvinnur. Tá fult hús er í Havnar Bio, sum er heimabiografur hjá Filmsfelagnum, kunnu tríkvart av teim møttu verða kvinnur. Ilt er at siga hví, men kanska lesa kvinnur meir um aktuellan film, sum kemur í biografarnar, enn menn. Tá filmurin The Wife varð kunngjørdur á Facebookvanganum hjá Filmsfelagnum leitaðu 71% kvinnur og 29% menn eftir tiltakinum. 5/9 kl 20 NINA (Føroyar 2018 80 min) NINA er nýggjur føroyskur spælifilmur, ið snýr seg um eitt ungt danskt par, sum flytir til Føroya og búsetir seg í Mikladali, haðani søgnin um Kópakonuna stavar. Meðan William er í holt við arbeiði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, veksur einse

Tað er alt stýrt úr helviti!

Um dagarnar hava kristin gjørt burtur av sær á feysbukkuni sum aldri áður. Orsøkin til kristna mannatrekkin á bukkuni er, at ein mamma hevur hoyrt, at barn hennara hevur verið til eitt LGBT tiltak í Norðurlandahúsinum fríggjamorgunin í farnu viku. Har skal ein lærari hava deilt møttu børnini upp. Akkurát sum í sunnudagsskúlanum og øðrum meinigheitsmatriklum. Nýskrivaða kristniøðin fer fram í fullum dagsljósi á Facebook, so øll kunnu fylgja við. Eisini tá Vinjard spyr óðu mammuna, Gudny, um tað var lærarin, sum deildi børnini upp. Tólv tímar eftir at hon sjálv hevur postað illsinisglepsið ætlar hon at fara at spyrja nærri: Var ikki til staðar og veit tí einki um, hvat er farið fram henda feigdarmorgun í Sortudýki. Men av tí at eg sjálvur fyri Filmsfelagið varð biðin at innleiða eina sýning fyri sama tiltak niðri í Perluni veit eg, at hetta var ikki LGBT, men FIIMFF, sum stendur fyri Faroe Islands International Minority Film Festival, sum skipaði fyri. Fyri vinatænastuna, at in

God's Own Country ein perla í Perluni

Bretski filmurin God’s Own Country varð sýndur í Perluni sum partur av Minnilutafilmsstevnuni fríggjakvøldið 31. august. Filmsfelagið, sum samstarvar við árligu filmstevuna, varð í hesum sambandi boðið at innleiða sýningina. Her eru inngangsorðini: Filmsfelagið takkar fyri at verða boðið við til Minnilutafilmstevnuna hjá Nadju, Faroe Islands Int'l Minority Film Festival, á øðrum ári. Vónandi heldur tað fram eins og festivalurin. Filmsfelagið, sum er stovnað í Havnar Bio í 1962, er elsta felag í býnum, ið hevur film sum mál og virkisøkið. Í Filmsfelagnum eru vit sannførd um, at filmur er besti miðil, munadyggasti miðil, skalt tú, umframt at dyrka eina listagrein í sjálvum sær, broyta fatan av einum kompleksum evni. Ikki uppá eingang, men yvir tíð. Var Filmsfelagið ikki so politiskt korrekt, sum tað aloftast - men ikki altíð - er, so høvdu vit sagt, at dagsins filmur er um bónda-bøssar og ein heimlig, tað vil siga evropeisk, versjón av trífalda Oscarvinnaranum Brokeback M

Ríkisdagsval er tema á Snar

Sunnudagin 9. september í 2018 er ríkisdagsval í Svøríki. Tí er nýggj temasíða á undirvísingarportalinum  Snar , sum í stuttum varpar ljós á fólkaræði, politikk og miðlar í størsta Norðurlandinum, og hvønn týdning upplýsing og luttøka kunnu hava, tá borgarar sleppa at velja. Málbólkurin er hádeild í fólkaskúlanum, sum júst hava fingið bøkurnar  Samfelagið - og eg  (Nám 2017) til sjeynda flokk og  Samfelagið - og vit   (Nám 2018) til áttanda flokk, sum við hepni kunnu brúkast at lýsa fólkaræði í lærugreinini samfelagsfrøði. Mentamálaráðið og kommunurnar fíggja undirvísingarportalin Snar, sum Nám rekur. Á heimasíðuni verður upplýst , at føroyski undirvísingarportalurin Snar hevur til endamáls, at vera ein opin undirvísingarportalur til fólkaskúlan. Bygnaðurin er gjørdur eftir námsætlanunum. Endamálið er at gera tað lætt at finna tilfar, at raðfesta tilfar um føroysk viðurskifti og at menna tilfar í einum sniði, sum hóskar til miðilin. Víðari verður sagt, at alt tilfar á Snar e

Nógvar meiningar um Lykke-Per

Fyri fulsettari høll sýndi Filmsfelagið í gjár Lykke-Per  í Havnar Bio, sum Bille August hevur gjørt til drúgvan film eftir søguni hjá Henrik Pontoppidan, sum varir útvið tríggjar tímar, filmurin altso. Dorthe Pedersen, lektari á Glasi, innleiddi sýningina m.a. við hesum orðum: - Í undirvísingini í donskum eru tað serliga stuttsøgurnar í stuttsøgusavninum, “Fra Hytterne” (frá 1887), sum dentur verður lagdur á. Her kemur eyðkenda, speiska forteljararøddin veruliga til sjóndar. Pontoppidan leggur ikki fingrarnar ímillum, hann vísir týðiliga sína vreiðu yvir ómenniskjaligu korini, serliga fátøku bøndirnar í Danmark liva undir. Hann langar serstakliga út eftir kirkjuni og prestunum, sum misnýta sína samfelagsstøðu og lata tey veikastu í samfelagnum svíða undir hesum. Og hetta er fyrsta spírin til sosialrealismuna. Eins og kritiska røddin mótvegis kristindóminum fylgir eisini naturalistiska menniskjafatanin Pontoppidan í øllum verkunum. Menningarlæran hjá Darwin hevur fest seg væl í Po

Fasadulist í almenna rúminum

Haldi, tað var Børge Petersen, sáli, sum á linjulesturi í evning á Føroya Læraraskúla í 80’unum skapti okkara áhuga fyri list í almenna rúminum, har sum bara gráir betongveggir vóru, serliga har Skattadeildin helt til úti við Strond. Hetta burdu vit gjørt eina linjufaksverkætlan burturúr, helt Børge varisliga fyri. Málingahandlar og ein stilladsútleigari vildu sponsorera, ørminnist eg at hann segði. Hesir góðu tankar um Børge komu fram fyri meg, tá eg koyrdi gjøgnum eitt av teim so fáu ferðsluljósunum í Bøkjarabrekku, at Danmarks Radio í farnu viku kendi seg kallað at gera sending um hesi sjáldsomu trafikkviðurskifti í heimsins, probably, minsta høvuðsstaði. Snarar tú um hornið av Bøkjarabrekku og oman til høgru eftir R.C. Effersøes gøtu, sært tú hesa veggjalist á skjøldrinum í nummar tíggju, har sum Lemvigh-Müller eigur húsini og selur ljós og tøkni í kjallaranum. Ein glinsandi ælabogamakrelur, sum rennur seg á kav í kongaligum postalíni, so kaffið spruttar upp í loft. Eitt su