Málbólkurin er hádeild í fólkaskúlanum, sum júst hava fingið bøkurnar Samfelagið - og eg (Nám 2017) til sjeynda flokk og Samfelagið - og vit (Nám 2018) til áttanda flokk, sum við hepni kunnu brúkast at lýsa fólkaræði í lærugreinini samfelagsfrøði.
Mentamálaráðið og kommunurnar fíggja undirvísingarportalin Snar, sum Nám rekur. Á heimasíðuni verður upplýst, at føroyski undirvísingarportalurin Snar hevur til endamáls, at vera ein opin undirvísingarportalur til fólkaskúlan. Bygnaðurin er gjørdur eftir námsætlanunum. Endamálið er at gera tað lætt at finna tilfar, at raðfesta tilfar um føroysk viðurskifti og at menna tilfar í einum sniði, sum hóskar til miðilin. Víðari verður sagt, at alt tilfar á Snar eigur at vera fakliga, námsfrøðiliga og málsliga viðgjørt og í tráð við námsætlanir og regluverk annars. Nám, sum rekur Snar, hevur visjónina um, at savna og slóða fyri, so at borgarin hevur bestu fortreytir at læra og mennast. Undirvísingarportalurin Snar er partur av hesari visjón.