Skip to main content

Er hetta seinasti mannfólkafilmur?


Filmsfelagið vísur í hesum døgum nýggjar biograffilmar, ið hava kvinnur sum tema. Við eini skermmynd, sum sæst niðanfyri, og er tikin av Facebookvanganum hjá Filmsfelagnum, sást skjótt, at júst kvinnur leitaðu allarmest eftir tiltakinum The Wife, sum er nýggi filmurin við Glen Close á Filmsdøgum í Felag. Tann filmurin verður sýnur fríggjakvøldið, tá Marna Jacobsen fer at innleiða.


Ein maður sigur í dag í meyli, at tað er ikki so undarligt at fleiri kvinnur ganga í biograf. - Har eru bara konufólka-filmar, sigur hann og vil vera ónevndur. Men eins og í New York Times í dag, veit redaktiónin, tað er í hesum føri eg, hvør skrivarin er.

- Seinast eg sá ein góðan mannfólka-film var American Sniper (Clint Eastwood 2014) og tað eru fleiri ár síðani nú. So, vilja tey hava fleiri menn í biograf, so er bara at koma við okkara filmum aftur, sigur mannligi filmsviðmerkjarin.

Tá eg haldi fyri, at hetta kann mann broyta yvir tíð, so er hann skjótur at svara rættuliga noktandi.

- Trúgvi neyvan hattar kann bøtast. Biosalin hava tær eisini yvirtikið, sigur hann og fortelur hesa summarsøgu um nýggja Mamma Mia-filmin, sum helst verður mæst sæddi filmur á okkara leiðum í ár.

- Tær lokkaðu meg til Mamma Mia - Here We Go Again (Ol Parker 2018) í Keypmannahavn í síðsta mánað. Fy for den ledeste, sum hann var ræðuligur. Rýmdi eftir fimtan minuttum. Fyri tað fyrsta vóru ABBA-sangirnir voldtiknir við ódugnaligum tónleikarum og flestu sangarnir vóru óbrúkiligir. Ein háðan móti fantastisku ABBA-originalum. Annars gekk filmurin meira út uppá, hvussu nógvar menn handan eina daman hevði. Haldi eg taldi minst fýra-fimm hesar fyrstu fimtan minuttirnar. Tá fekk eg nokk og rýmdi út og fekk mær eina væl forkjenta øl ímeðan eg bíðaði eftir damunum og teimum ungu monnunum, sum enn ikki tora at siga, at hatta er rein skræba fyri okkum menn, sigur mannligi filmsviðmerkjarin og biður meg vælsignaðan blogga um at fáa mannfólka-filmar aftur í biosalin.

- Vælkomin at sitera mína mannfólkameining. Veit, at fleiri eru samdir við mær, sigur Deep Throat keldan við bloggin.

Tað er hervið gjørt. Og tað við hesum avbjóðandi spurningi:

Hvør er besti mannfólkafilmur, sum er á marknaðinum beint nú og ikki hevur verið vístur, men kundi verið vístur í Filmsfelagnum í heyst og framyvir? Gev eitt boð niðanfyri!