- Tá triðja barnið kom og tað aftur er ein genta, rópi eg á Gud, veikur og brotin, men tó við ómetaligari styrki. Tað var harðasta og mest krevjanda sena at fyrireika meg til, sigur høvuðsleikarin Rudi Køhnke, sum í Gásadalsfilminum Fågelfångarens son er Esmar, maður Johonnu. - Esmar er ein raskur maður, men hann er bara praktiskur, og tosar ikki við nakran um kenslur, sigur Rudi, sum sjálvur líður av angist og hvørja viku tosar við "ein professionellan mann", sum hann sigur, fattur og greiður á Hotel Føroyum eftir fyrstu sýning í gjárkvøldið. Her síggjast frá vinstru Sébastien Courivaud, sum er franski kapteynurin Armand, ið hevur skrivað dagbók fyri allar dagarnar í Føroyum, Hedda Rehnberg, sum í filminum er kona hansara Marie-Thérèse, leikstjórin Richard Hobert, og høvuðsleikarin Rudi Køhnke, sum er Esmar. - Hetta er størsta filmsframleiðsla higartil, sigur Jan Berg Jørgensen, ið hevur samskipað arbeiðið, sum alt er gjørt í Føroyum, við upptøkustøðum sum