- Tá triðja barnið kom og tað aftur er ein genta, rópi eg á Gud, veikur og brotin, men tó við ómetaligari styrki. Tað var harðasta og mest krevjanda sena at fyrireika meg til, sigur høvuðsleikarin Rudi Køhnke, sum í Gásadalsfilminum Fågelfångarens son er Esmar, maður Johonnu.
- Esmar er ein raskur maður, men hann er bara praktiskur, og tosar ikki við nakran um kenslur, sigur Rudi, sum sjálvur líður av angist og hvørja viku tosar við "ein professionellan mann", sum hann sigur, fattur og greiður á Hotel Føroyum eftir fyrstu sýning í gjárkvøldið.
Her síggjast frá vinstru Sébastien Courivaud, sum er franski kapteynurin Armand, ið hevur skrivað dagbók fyri allar dagarnar í Føroyum, Hedda Rehnberg, sum í filminum er kona hansara Marie-Thérèse, leikstjórin Richard Hobert, og høvuðsleikarin Rudi Køhnke, sum er Esmar.
- Hetta er størsta filmsframleiðsla higartil, sigur Jan Berg Jørgensen, ið hevur samskipað arbeiðið, sum alt er gjørt í Føroyum, við upptøkustøðum sum í Bø og Sørvági, við Bøsdalafoss, í Koltri og í Havn. Miðstøðin hevur verið gamli terminalurin á flogvøllinum. - Føroyingar hava verið rættuliga frammaliga í mest sum øllum framleiðsluliðum, so hetta er ein ómetaliga týdningarmikil og mennandi møguleiki fyri filmsgerð í landinum og at skapa altjóða sambond.
Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð er eitt filmsframleiðslufelag stovnað, Faroe Film, og skaptir eru nýggir møguleikar at koma við í eina afturberingarskipan, sum eftir ásettum reglum gevur avslátt í skatti og avgjøldum, um eitt útlendskt filmslið kemur higar at gera film. Á Vesturlandinum í Noregi eru tey í hesum døgum serliga fegin um eina meinlíka skipan við skattligari afturbering, sum tey har hava, tí fyrstu upptøkur til nýggja James Bond filmin eru júst gjørdar við stórum hepni har í landinum. Allir partar eru samdir um, at var tann skipanini ikki í gildi, so var upptøkuliðið farið til eitt annað land, sum passaði til upptøkurnar.
Leikstjórin Richard Hobert er fegin um nýggja filmin úr Føroyum, sum hann hevur gingið við í mong ár, alt síðan føroyska Daniella Strandberg fyri útvið tíggju árum síðan fortaldi honum sagnkendu søguna úr Gásadali.
- Hetta er jú ein djúpt menniskjanslig søga um kærleika undir kørgum umstøðum, og hvussu vit definera trúfesti, og hvar markið til ótrúskap kanska gongur, og nemur við spurningin um faðir- og móðurskap, og ikki minst at ættleiða børn, og at skapa góð sambond millum foreldur og børn, har kanska einki bar til áðrenn. Henda, úr Stockholm at síggja til, fjara og gamla søga hevur eina týðuliga missión og ein greiðan boðskap, um júst kærleika, sum gongur út til alt heimssamfelagið, sigur Richard Hobert, ið hevur givið føroysku søguna út í bók á forlagnum Bokfabriken, og stoltur vísur stóra frásøgn frá svensku frumsýningini av filminum í Österlen Magasinet.
Í kvøld verður filmurin sýndur almenningin fyri fyrstu ferð. Tað er í Filmsfelagnum í Havnar Bio klokkan 19:30, har leikarar, leikstjóri og framleiðarar verða til staðar. Eftir sýningina verður høvið at seta spurningar.
Í morgin og komandi dagarnar verður Gásadalsfilmurin Fågelfangerens son sýndur hvønn dag klokkan 17:30 og 19:30 í Havnar Bio. Hvør leikari tosar á sínum máli, svenskum, donskum, fronskum og føroyskum. Føroyskur undirtekstur er allan vegin gjøgnum filmin.
Niðanfyri eru myndir frá fyrstu sýningini, sum var í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Vit síggja kvinnuliga høvðusleikaran, Vígdis Hentze Bjørck, og Mattias Djónason Eidesgaard sum er Frans, og Daniellu Strandberg.