Vit hava eitt Etiskt ráð at taka almenna støðu til etiskar spurningar. Tað er frálíkt og sjálvsagt í einum framkomnum samfelag, tá kjakast verður úti í privatu stovunum um etiskt virði hjá privatum fólki. Men tá vit fara út og møta øðrum á heimrustini, eisini kallað almenna rúmið, so verður tað greiðari og greiðari, at vit ikki bara eiga, men mugu og skulu hava eitt estetiskt ráð. Eina ovastu sovjett um tú vilt, tí har standmyndir verða settar, har raka vit við tær og skulu fyrihalda okkum til tær. Tað slepst ikki uttanum, tí tær standa har og eru ikki ein floygdur etiskur tanki millum veggja eitt evarska sekund. Ikki minst tær standmyndir, ið eru bílagdar, tí tær sigast ella í minsta lagi ætla at umboða ein veruligan heiðurspersón, sum onkur ætlar at brúka til ávist endamál og sum søgubøkurnar fara at fevna og taka til sín, so komandi ættarlið kunnu læra, hvør gestaltaði persónurin bæði var og er, nú hann stendur í túninum framman fyri tær, keyptur í trívídd. Tað er ein alvorlig søk at skriva seg inn í søguna og blíva partur av almenninginum beint á heimrustini. Ikki eitt orð um stroppaundirtroyggjur, kovboybuksur og tungt hangandi leysapartar hjá hesum báðum machomonnum, sum eru so meinlíkir, at teir kanska eru í familju. Í hvussu er estetiskt. Jú, eg haldi at tíðin er komin til at vit menn, sum ikki ganga í stroppaundirtroyggju og ikki eru so væl útgjørdir fyri framman, krevja eitt estetiskt ráð at galda fyri allar Føroyar. Einki minni.