Skip to main content

Posts

At rópa á Gud var størsta avbjóðing!

- Tá triðja barnið kom og tað aftur er ein genta, rópi eg á Gud, veikur og brotin, men tó við ómetaligari styrki. Tað var harðasta og mest krevjanda sena at fyrireika meg til, sigur høvuðsleikarin Rudi Køhnke, sum í Gásadalsfilminum Fågelfångarens son er Esmar, maður Johonnu. - Esmar er ein raskur maður, men hann er bara praktiskur, og tosar ikki við nakran um kenslur, sigur Rudi, sum sjálvur líður av angist og hvørja viku tosar við "ein professionellan mann", sum hann sigur, fattur og greiður á Hotel Føroyum eftir fyrstu sýning í gjárkvøldið. Her síggjast frá vinstru Sébastien Courivaud, sum er franski kapteynurin Armand, ið hevur skrivað dagbók fyri allar dagarnar í Føroyum, Hedda Rehnberg, sum í filminum er kona hansara Marie-Thérèse, leikstjórin Richard Hobert, og høvuðsleikarin Rudi Køhnke, sum er Esmar. - Hetta er størsta filmsframleiðsla higartil, sigur Jan Berg Jørgensen, ið hevur samskipað arbeiðið, sum alt er gjørt í Føroyum, við upptøkustøðum sum

Eitt Estetiskt ráð, takk!

Vit hava eitt Etiskt ráð at taka almenna støðu til etiskar spurningar. Tað er frálíkt og sjálvsagt í einum framkomnum samfelag, tá kjakast verður úti í privatu stovunum um etiskt virði hjá privatum fólki. Men tá vit fara út og møta øðrum á heimrustini, eisini kallað almenna rúmið, so verður tað greiðari og greiðari, at vit ikki bara eiga, men mugu og skulu hava eitt estetiskt ráð. Eina ovastu sovjett um tú vilt, tí har standmyndir verða settar, har raka vit við tær og skulu fyrihalda okkum til tær. Tað slepst ikki uttanum, tí tær standa har og eru ikki ein floygdur etiskur tanki millum veggja eitt evarska sekund. Ikki minst tær standmyndir, ið eru bílagdar, tí tær sigast ella í minsta lagi ætla at umboða ein veruligan heiðurspersón, sum onkur ætlar at brúka til ávist endamál og sum søgubøkurnar fara at fevna og taka til sín, so komandi ættarlið kunnu læra, hvør gestaltaði persónurin bæði var og er, nú hann stendur í túninum framman fyri tær, keyptur í trívídd. Tað er ein alvorlig sø

Gérard Bertrand er fyrsti vínvinurin

Eydna í Soylu, Rannvá Dahl Hanusson og Bjørk Sjóðklett borðreiða í Fútastovu, har tey lýsa við Winemaker’s Dinner. 24 ár gamla Bjørk, sum er longst til høgru við diskin, er matstovuleiðari í søguligu stovuni. Hon er útbúgvin tænari, hevur verið á Restaurant Frederiks Have og D’Angleterre í Danmark, í Kosta Rika eina tíð og er so útlærd her, sigur John Mikkelsen, sum er vertur og leiðari í matstovunum Heima í Havn. Tað er fríggjakvøld og John hevur bjóðað til Winemaker’s Dinner, har vínið er frá Gérard Bertrand í landslutinum Languedoc-Roussillon sunnast í Fraklandi. Fútastova er fullsett. Tónleikarin og fotografurin Edvard Nyholm Debess, sum ofta ferðast í Suðurfraklandi, er millum gestirnar at royna biodynamiska vínið, og hvussu tað kann parast eftir matskránni hjá føroyska kokkinum. Men fyrst ein slank til bøkur og søgu. Fyrstnevndi vínvínur í sjáldsamu bókini Søga, vín og vinir (Áaarstova 2015) eru júst tey hjá Gerardi, ikki í Skopun, men í Suðurfraklandi, Gér