Skip to main content

Posts

At verða sjálvstøðug ella ikki, er tað kanska spurningurin?

Nú verður kendasti leikurin hjá Williami Shakespeare (1654-1616) framførdur í Norðurlandahúsinum. Føroyski leikbólkurin Det Ferösche Compagnie  hevur gjørt alt húsið um til ein pall, tí leikurin Hamlet verður palsettur sum ein føroysk jarðarferð hin 8. november og fram. Tað er Hans Tórgarð, ið hevur týtt leikin av nýggjum og leikstjóri er Búi Dam. - Vit stremba eftir at skapa eina sýning, sum er eyðskild, øllum atkomulig, samstundis sum vit vilja vera trúgv ímóti ófatiliga kompleksitetinum og vakurleikanum í skaldskapinum hjá Shakespeare, sigur leikstjórin. Til høvið hevur miðnámslærarin Marianna Hoydal gjørt undirvísingargongdir til føroyskt á miðnámi og hádeild. Leikararnir Kristina Sørensen Ougaard, Mariann Hansen og Hans Tórgarð greiða frá á filmi, og Sámal Soll, Theodor Eli Dam Olsen og Meinhard Jensen hava skrivað greinar, sum hava verið í Dimmu og sum úr ymsum herðashornum lýsa Hamlet . Víst verður eisini til temasíðuna, sum Snar gjørdi til 400 ára haldið fyri Shak

Hansa Hansen ummælir "Joker"

Hansa Hansen, sum samskipar blaðið "Fyndin" og lesur politikk og umsiting á Fróðskaparsetrinum, hevur verið í biograf og sæð filmin "Joker" (Todd Phillips 2019), sum hon ummælir niðanfyri: Tá Arthur Fleck bleiv til Joker Í gjárkvøldið píndist mammuhjartað um ein drong, sum ongan kærleika fekk. Søgan um hann bæði styggir og dregur. Tað, at móthetjur vekja andstygd í hyggjarum, er helst ikki so undarligt. Spyrjast kann so, hví júst henda søgan samstundis er so hugtakandi og dragandi. Hvat er tað við hesum illmenninum, sum rakar tað eymasta í mammuhjartanum? Svikin Lítli Arthur varð føddur inn í ein felagskap. Hann hevði foreldur, grannar, starvsfelagar og var partur av eini samfelagsskipan. Helst hevði hann fingið eina serliga styrki í vøggugávu, tí um ta tíðina filmurin byrjar, er hann vaksin og stríðist enn, hóast hann frá fystu døgum sínum hevur verið so dyggiliga svikin av tí felagskapi hann varð føddur inn í. Hann ynskir sær kærleika, hann tráar

Setanarrøða hjá Nadiu Abraham

- When the new Culture Minister is calling the films we screen abnormal, he is calling me abnormal, and when he is warning people about our event, he is warning people not only about me, but anyone who feels they are different Nadia Abraham, stovnari og festivalstjóri, helt hesa røðu, tá minnilutafilmsstevnan The Faroe Islands’ International Minority Film Festival varð sett í Høllini í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 10. oktober 2019, og avstralski filmurin Buoyancy varð sýndur: Normally I would stand up here and talk a little about our events, and what is happening during the festival. But there is something else which is more important. Art has throughout history also been used as a language of activism. To tell stories, to communicate hidden messages and gain deeper understanding of current situations. Today we have the luxury of having film as a media to do exactly this. Through the lens of each individual behind the camera, we see and feel one more story, and one more voi

Feskari verður tað neyvan

Feskari enn livandi hummari verður tað neyvan í køkinum hjá Kára Kristiansen á loftinum í Barabara Fish House fríggjakvøldið. Hann er úr Kollafirði, er júst komin úr pápafarloyvi á øðrum sinni, og matgerð sjálvur triði í lítla køkinum, nú gastronomiski kalendarin sigur Fruites De La Mer, tað er Havsins fruktir. Kári er ein av átjan kokkum, sum eru í starvi hjá Gist & Vist. Eins nógvir, átjan, eru eisini kokkalærlingar í samtakinum. Í staðin fyri à la carte, tað er at hava eina fasta matskrá, hava kokkarnir á Barbaru til hetta fríggjakvøld sett saman eina serliga skrá við einum úrvali av tí mest forvitnisliga úr føroyskum firðum, igulker, jomfrúhummara, jákupsskel og øðrum skeljafiski. - Øll rávøran er føroysk, sigur Sofía í Garði, sum er av Strondum. Afturvið er vínskrá við Cava úr Penedès í Katalonia, Albariño úr Galisia, Alvarinho úr Melgaço í Portugal og Loureiro úr Ponte Lima í Portugal umframt dessert Cava úr Katalonia, kaffi og brandy omaná, sum John Mikkelsen h

Hestur um heystið

Ætlaði at taka myndir við trimum ymsum tólum, fyrst og fremst simplu telefonini, sum eg altíð havi í lummanum. Men hvat gert tú, tá hestur hevur tikið yvir fría heystsýnið, sum tú ætlaði at avmynda? Sjálvur sæst tú sum skuggi niðast til høgru á parkeringsplássinum við Akkersvík, ytst á Hvítanesi, har útsýnið er móti Kaldbaksnesi um Tangafjørð og inn í Eysturoynna. Men gakk. Við rossum fylgja hegn og elektrisk ávaringartól, onnur enn tey, sum eru inn í húsinum og eftir botninum knýta okkum til umheimin. Og so nýtendraðar hestaperur við íbygdum anga og niðurtraðkaður bøur, sum ikki er til at ganga í uttan tú smokkar, vágar tú tær at opna portrið. Men eisini í sovorðnum óvæntaðum støðum ber til at taka eitt annað kamera enn fartelefonina og sooma gjøgnum hegnið, og fáa syngjandi heystið í bæði eygað og oyrað. Heilt nágreiniliga í oyrað og eygað á hestinum. So eru stundir at pakka saman og taka eina seinastu mynd við fartelefonini við Akkersvík. Hon maktar ikki hatta su

Abiy Ahmed fær friðarvirðisløn Nobels

Myndin av Abiy Ahmed er frá AP/Francisco Seco Forsætisráðharrin í Etiopia, Abiy Ahmed, fær friðarvirðisløn Nobels í ár. Tað kunngjørdi norska Nobelnevndin á tíðindafundi í Oslo í dag. Hann fær virðslønina, sum er 9 milliónir svenskar krónur, fyri at hava medvirka til at fáa frið í lag við grannalandið Eritrea. Virðislønin er helst heimsins kendasta, tí hon er hin mest umrødda og mest virda. - Da han ble statsminister gjorde han det klart at han ønsket å gjenoppta fredssamtaler med Eritrea. I nært samarbeid med Eritreas president jobbet han ut utgangspunktet for en fredsavtale, som de senere signerte, segði forkvinnan í Nobelnevndini, Berit Reiss-Andersen. Eritrea verður nevnt 21 ferðir í Atlasinum hjá Námi sum kom í 2014, millum annað á blaðsíðu 133, sum sýnir Norðurafrika. Her er eitt klipp av teirri síðuni: bls 133 í Atlas til heim og skúla (Nám 2014) Abiy Ahmed, sum er 43 ára gamal, er yngsti ríkisleiðari í Afrika. Hann hevur verið forsætisráðharri í Etiopia síðan í

Púra normal uppdrift

Eftir hugnaliga móttøku við sushi og prosecco, varð triðja Minnilutafilmstevnan FIMFF19 sett í Norðurlandahúsinum við filminum Buoyancy , Uppdrift, í kvøld. Inniliga góðu setanarrøðuna hevði Nadia Abraham, sum er festivalstjóri. Ole Wich tók myndirnar av Nadiu í Høllini. Fitt av fólki var í Høllini, og umframt at harta nýsetta mentamálaráðharran fyri at kasta fyrireikarunum fyri at vera ónormal og at vísa ónormalan film, nýtti Nadia høvið at takka hjálparfólkunum fyri avrikið, Dan Helgi í Gong, Siri Sørensen og Bard Ydén. Í dómsnevndini, sum longu sunnukvøldið skulu finna vinnarafilmarnar, eru Jón Hammer, Isold Uggadóttir og Silje Poulsen Viki. Á triðja árið er lukkast Nadiu at skapa eitt egið forum, sum er óhátíðarligt, stuttligt og savnast um film og tættir í filmsgerð. Fyrr um dagin hevði íslendska Isold havt skeið í at skriva til film. Hon hevur gjørt meistarliga filmin And Breath Normally , sum verður vístur á stevnuni og eisini sæst á Netflix. Setanarfilm

Olga Tokarczuk og Peter Handke

Pólski rithøvundurin, Olga Tokarczuk, fær Nobelvirðislønina í bókmentum fyri 2018. Virðislønin verður handað í ár, tí dómsnevndin var ikki virkisfør í fjør. Við virðislønini fylgja 9 milliónir svenskar krónur. Eitt stutt brot úr grundgevingini hjá dómsnevndini at geva pólsku Olgu Tokarczuk bókmentavirðisløn Nobels fyri árið í fjør er: ”För en berättarkonst som med encyklopedisk lust gestaltar gränsöverskridandet som livsform” Eysturríkski rithøvundurin, Peter Handke, fær Nobelvirðislønina í bókmentum fyri árið í ár, 2019. Tað varð eins og fyrru boðini kunngjørt á tíðindafundi á svenska Börshuset á middegi í dag. Eitt stutt brot úr grundgevingin hjá dómsnevndini at geva eysturríkska Peter Handke bókmentavirðisløn Nobels fyri árið í ár er: ”För ett inflytelserikt författarskap som med stor språkkonst har utforskat periferin och människans konkreta erfarenhet.” Eisini hann fær 9 millónir svenskar krónur. Svenska Aftonbladet tvitrar, at ”Handke sägs ha varit mycket be