Skip to main content

Hansa Hansen ummælir "Joker"


Hansa Hansen, sum samskipar blaðið "Fyndin" og lesur politikk og umsiting á Fróðskaparsetrinum, hevur verið í biograf og sæð filmin "Joker" (Todd Phillips 2019), sum hon ummælir niðanfyri:

Tá Arthur Fleck bleiv til Joker

Í gjárkvøldið píndist mammuhjartað um ein drong, sum ongan kærleika fekk.

Søgan um hann bæði styggir og dregur. Tað, at móthetjur vekja andstygd í hyggjarum, er helst ikki so undarligt.

Spyrjast kann so, hví júst henda søgan samstundis er so hugtakandi og dragandi. Hvat er tað við hesum illmenninum, sum rakar tað eymasta í mammuhjartanum?

Svikin

Lítli Arthur varð føddur inn í ein felagskap. Hann hevði foreldur, grannar, starvsfelagar og var partur av eini samfelagsskipan. Helst hevði hann fingið eina serliga styrki í vøggugávu, tí um ta tíðina filmurin byrjar, er hann vaksin og stríðist enn, hóast hann frá fystu døgum sínum hevur verið so dyggiliga svikin av tí felagskapi hann varð føddur inn í.

Hann ynskir sær kærleika, hann tráar eftir at vera ein, sum fær onnur at smílast, og hann droymir um tøtt sambond við onnur menniskju.

Tá mann onki hevur at missa

Arthur kemur til eitt vegamót, tá hann uppdagar, at sambandið við mammu sína er falskt. Hann hevur onki at missa og byrjar at hokna. Hann hoknar, men styrkist samstundis, tí tá hann letur skuggarnar í sínum lyndi sleppa framat, fer Arthur frá at vera ósjónligur, til at vera ein sum øll hyggja at.

Frá tí falska til tað sanna

Tað, sum spríkir úr Arthuri, tykist ónt í fyrstu atløgu. Men, um tú undrast á njótilsið av at uppliva hesa gongdina frá tí góða til tað ónda, kanst tú royna at hyggja eitt sindur nærri. Kanska kemur tú til somu niðurstøðu sum eg. Niðurstøðuna um, at tilgongdin í størri mun er frá tí falska til tað sanna, og at tað er har, njótilsið liggur.

Joker og kærleikin

Mammuhjartað kann ikki lata vera við at ernast eitt sindur, tá svikni drongurin reisist á føtur aftur. Hann er nóg sterkur til at vera trúgvur ímóti sær sjálvum. Kærleikan, sum hann ikki fekk frá øðrum, fer hann nú at unna sær sjálvum.

Søgurnar um Joker eru tær sum fortelja okkum, hvussu hesin kærleikin kemur til sjóndar. Tað ljóðar kanska undarligt at kalla gerningarnar hjá Joker fyri kærleiksgerningar. Men hav orðini hjá 16 ára gomlu Precious í huga. Í filminum “Precious” (Lee Daniels 2009) segði hon soleiðis um kærleika: “Love ain’t done nothing for me, but beat me, rape me, call me an animal and make me feel worthless.”

At skilja eitt illmenni

Síðstu løtuna í frálíka filminum er Joker tíðiligur og sannur. Eg sat eftir við spurninginum, um hann er óndur ella ikki. Er tað, sum hann ger, rætt ella skeivt? Eg havi onki svar, men í øllum førum er hann ein brølandi rødd, sum krevur áhoyrarar, og tað í sær sjálvum kann hugsast at vera gott.

“Because the line between, wrong and right is the width of a thread, from a spiders web” - Katie Melua. 

Hansa Hansen, gestabloggari