Myndin av Abiy Ahmed er frá AP/Francisco Seco
Forsætisráðharrin í Etiopia, Abiy Ahmed, fær friðarvirðisløn Nobels í ár. Tað kunngjørdi norska Nobelnevndin á tíðindafundi í Oslo í dag. Hann fær virðslønina, sum er 9 milliónir svenskar krónur, fyri at hava medvirka til at fáa frið í lag við grannalandið Eritrea. Virðislønin er helst heimsins kendasta, tí hon er hin mest umrødda og mest virda.
- Da han ble statsminister gjorde han det klart at han ønsket å gjenoppta fredssamtaler med Eritrea. I nært samarbeid med Eritreas president jobbet han ut utgangspunktet for en fredsavtale, som de senere signerte, segði forkvinnan í Nobelnevndini, Berit Reiss-Andersen.
Eritrea verður nevnt 21 ferðir í Atlasinum hjá Námi sum kom í 2014, millum annað á blaðsíðu 133, sum sýnir Norðurafrika. Her er eitt klipp av teirri síðuni:
bls 133 í Atlas til heim og skúla (Nám 2014)
Abiy Ahmed, sum er 43 ára gamal, er yngsti ríkisleiðari í Afrika. Hann hevur verið forsætisráðharri í Etiopia síðan í fjør.
Higartil hava 106 fólk og 24 felagsskapir fingið virðislønina. 32 ferðir hava tvey ella fleiri fingið somu virðisløn. 12 kvinnur hava fingið friðarvirðislønina, teirra millum er yngsti persónur, Malala Yousafzai, sum var 17 ára gomul tá hon fekk virðislønina í 2014. Elsti persónur at fáa Friðarvirðislønina er Józef Rotblat, sum var 87 ár tá hann fekk hana í 1995.
Tað er hin norska Nobelnevndin, ið hevur Friðarvirðislønina um hendi á Nobelstovninum í Oslo, har Stórtingið hevur valt teir fimm limirnar.
Á heimasíðuni hjá Nobelsstovninum sigur nevndin soleiðis: - Den Norske Nobelkomite har bestemt at Nobels Fredspris for 2019 skal gå til Etiopias statsminister Abiy Ahmed Ali for hans innsats for fred og mellomstatlig samarbeid, og da særlig for hans avgjørende initiativ for å løse grensekonflikten med nabolandet Eritrea. Prisen er også en anerkjennelse til alle krefter som arbeider for fred og forsoning i Etiopia og det østlige og nordøstlige Afrika.
Fleiri fólk hava fyrr verið nevnd í pressuni sum møguligir og verdugir persónar at fáa virðislønina. Teirra millum eru fyrst og fremst veðurlagsaktivisturin Greta Thunberg og veðurlagsfelagsskapurin Youth for Climate Action, forsætisráðharrin í Etiopia, Abiy Ahmed, sum altso fekk virðislønina, friðaraktivistarnir Hajer Sharief, Ilwad Elman og Nathan Law Kwun-chung og aktivistarnir Agnes Chow Ting og Joshua Wong Chi-fung.
Í dag hevur verið sagt í miðlunum, at ónøgd er um, at nakar leiðandi persónur í Etiopia longu skal fáa virðisløn fyri at hava fingið frið í lag við grannalandið Eritrea. Mótmælt varð eisini undan avgerðini, um so varð, at svenska skúlagentan Greta Thunberg fór at fáa virðislønina. Í eini roynd at ávirka óheftu Nobelnevndina, til ikki at geva svensku skúlagentuni 9 milliónir, sendi Carl I. Hagen, ein teldupost til allar Stórtingslimirnar í Noregi. Brævsendarin er formaður í Fremskrittspartiet, ið lýsir seg við hesum orðum: ”et liberalistisk folkeparti som bygger på Norges grunnlov, norsk og vestlig tradisjon og kulturarv, med basis i det kristne livssyn og humanistiske verdier”. Kristna lívssýnið hevði millum annað hesi orð við á ferðini:
- Jeg ser ingen grunn til å gi prisen til en tenåringsjente som skremmer unge folk over hele verden med den feilaktige prediksjonen at verden går under om kort tid. Det er ingen klimakrise, sigur norski politikarin Carl I Hagen í teldubrævi til allar Stórtingslimir.
Í fjør fingu tey bæði, læknin Denis Mukwege úr Kongo-Kinshasa, og fyrrverandi IS-fangin, yazidiska Nadia Murad úr Irak, Friðarvirðisløn Nobels fyri teirra átøk at byrgja fyri, at kynsligur harðskapur nakrantíð skuldi kunna verða brúktur sum vápn í øllum sløgum av kríggi.
Virðislønin hevur verið handa síðan 1901. 19 ferðir er eingin virðisløn, tað var millum annað í krígsárunum 1939-1943.
Fyrsta upphædd, sum fylgdi við virðislønini í 1901, var 150.782 svenskar krónur. Í 2017 varð upphæddin 9 milliónir svenskar krónur fyri hvørja Nobelvirðisløn.
Virðislønarhandanin verður á Ráðhúsinum í Oslo hin 10. desember.