Skip to main content

Púra normal uppdrift


Eftir hugnaliga móttøku við sushi og prosecco, varð triðja Minnilutafilmstevnan FIMFF19 sett í Norðurlandahúsinum við filminum Buoyancy, Uppdrift, í kvøld. Inniliga góðu setanarrøðuna hevði Nadia Abraham, sum er festivalstjóri. Ole Wich tók myndirnar av Nadiu í Høllini.


Fitt av fólki var í Høllini, og umframt at harta nýsetta mentamálaráðharran fyri at kasta fyrireikarunum fyri at vera ónormal og at vísa ónormalan film, nýtti Nadia høvið at takka hjálparfólkunum fyri avrikið, Dan Helgi í Gong, Siri Sørensen og Bard Ydén. Í dómsnevndini, sum longu sunnukvøldið skulu finna vinnarafilmarnar, eru Jón Hammer, Isold Uggadóttir og Silje Poulsen Viki.


Á triðja árið er lukkast Nadiu at skapa eitt egið forum, sum er óhátíðarligt, stuttligt og savnast um film og tættir í filmsgerð. Fyrr um dagin hevði íslendska Isold havt skeið í at skriva til film. Hon hevur gjørt meistarliga filmin And Breath Normally, sum verður vístur á stevnuni og eisini sæst á Netflix.


Setanarfilmurin er aktuella avstralska boðið uppá Oscarvirðislønina í altjóða kappingini, Buoyancy, Uppdrift. Filmurin, sum er hin fyrsti hjá leikstjóranum Rodd Rathjen, fekk virðisløn í Berlin í februar í ár, har hann fyrstu ferð varð sýndur fyri altjóða áskoðaraskara.


Síðan hevur Nadia fingið í lag fyrstu norðurlendsku sýning, sum var í Norðurlandahúsinum í kvøld. Filmaða søgan, sum er tikin í landi í Kambodja og umborð á einum ivasamum fiskibáti haðani, fær meg alla tíðina at hugsa um føroyska garnabátin Anitu. Síðumennir, Ole og Heðin, eru ikki ósamdir.


Filmaða søgan, sum fyri mesta partin er umborð, er beint fram og sterk, uttan spektakulerar effektir. Vit síggja opnu lúkuna í dekkinum, sum manningin skal fylla eina ódefineraða smáfiskaveiðu niður í eftir at gørnini eru tømd. Umaftur og umaftur. Ein náðileys søga um absolutta botnin í kapitalistiska samfelagnum. Avtakarin er eitt virki, ið ger hundamat. Høvuðspersónur er fjúrtan ára gamli Chakra úr Kambodja, sum er av fátækum khmerfólki og tí er sendur at vinna barnaríka skaranum nøkur oyru, tí rísvelturnar geva mest sum einki. Sambandið við pápan er trupult, so tá hann frættir um eitt verksmiðjustarv, ger hann av at fara. Men lúsa hólkarnir, sum eru millummenn, fáa ikki nóg mikið av pengum at senda Chakra hagar. Tí endar hann umborð á danguni, har hann í ein mánað skal arbeiða skuldna av sær og einki vinna. Nú spennist ungi drongurin sum ein fjøður og vit bíða bara til tað brestur. Tailendski óndskapurin er ógiligur. Tað syrgir skiparin, ið einaferð var sum Chakra, fyri. Klárar hann at bróta seg úr óndu ringrásini? Í endanum verða vit mint á umfatandi trældómin umborð á skipi í Landsynningsasia. Ein sterkur filmur við einum greiðum boðskapi.


Er nakað ónormalt í hesum filmi er tað ómenniskjansliga samfelagið, ið setur einki annað enn pening í miðdepilin. Normalur filmur, sum fyri normalum fólki lýsir eina ónormala arbeiðsstøðu, ið er einki annað enn nútíðar trælahald. Takk fyri at tit, hóast óskiljandi mótstøðu frá mentamálaráðharranum um ónormalitet, alíkavæl settu henda filmin á skrá. Flott!