Skip to main content

Posts

Nú hvítna tindar

Hetta er útsiktin frá heimbýlinum. Ikki tí, tvey onnur røktarheim eru nærum eins nær, men nú var tað sálmurin og kavin í fjøllunum norðanfyri, eg hugsaði um og fokuseraði á úr Tórsbyrgi, og ikki so nógv Boðanesheimið, sum gamaní er fyrst fyri. Við novembur kom kuldin og kavin aftur í ár. Og tá er lívsringrásarsálmurin  Nú hvítna tindar ,  helst hin vakrasti í Sálmabókini, aftur aktuellur, hóast hann stendur allarbestur eitt vet fyrr á árinum, um heystið, um tað mundið tey hava eplafestival heima á Sandi og heystfagnað norðuri á Eiði, tá takkað verður fyri ávøkst úr mold, líð og havi, rætt sum tey fornisku ivaleyst gjørdu, og í takklæti at bera fongin og úrtøkuna inn í Harrans hús. Soleiðis byggir alt á tað, ið fyrr var, og nú verður gjørt tíðarbært. Klaksvíkingurin Robert Joensen umyrkti sálmin og flutti hann í føroyskt mál og landslag í 1942, alt eftir danska Grundtvig, sum upprunaliga yrkti hann í øðrum skapi í 1844. Sigst, at tá hin ungi klaksvíkingurin var í Danmark,

At sáa hugflog og heysta veruleika

Brot úr  bloggi fyri trimum árum síðan, nú morgunsendingin í Útvarpinum minti meg á føroyska matmentan, og at John Gynther frá Arla vitjar í Føroyum komandi vikuskifti at læra okkum at granska smakkin í osti: - Tey, ið sáa hugflog, heysta veruleika, sigur danski síðumaðurin, John Gynther, og greiðir frá um útferð í Mykinesi fyrr um dagin og døgurða á Koks kvøldið fyri. - Tit hava alt beint uttan fyri dyrnar, ikki bara rávørurnar, men eisini lendið og náttúruna, sum hugtók ungu amerikansku og japansku døgurðagestirnar í Kirkjubø í gjár. Tey koma her einaferð í lívinum, hesuferð hjá tykkum, næsta ár onkra aðrastaðni, har autentisiteturin leiðir tey, sigur John, sum býr í Hedensted í Jútlandi og er mennari hjá Arla. - Vit vóru á Trøllanesi og har hekk ein Kristusmynd á vegginum. Tað hugtók meg, tí so høgar sum aldurnar eru har, er greitt, at tað er eingin annar enn Gud, ið bankar á dyrnar hvønn dag. Virðingin fyri tilveruni er hugtakandi, tí eg haldi at tit liva í pakt við gu

Bókmentavika í øllum Norðurlondum

- Sløkkið elektriska ljósið, tendrið livandi ljós og verið við í felags upplivingini, tá lisið verður upp fyri fleiri enn 150.000 áhoyrarum um øll Norðurlond mánadagin 11. november! Soleiðis sigur fyrireikingarbólkurin, sum tríogtjúgindu ferð skipar fyri bókmentavikuni . Ársins bøkur til upplesturin eru brot úr Veitslan hjá Babettu (Babettes gæstebud) eftir Karen Blixen, og sum Kirsten Brix hevur týtt til høvið, barna- og ungdómsbókunum Pippi heldur føðingardag eftir Astrid Lindgren og Heimurin hjá Suffíu hjá Jostein Gaarder. Hetta eru tekstirinir, ið valdir eru at lesa upp í ár, siga fyrireikararnir. Tað eru Meginfeløg Norrønu felaganna, ið standa fyri verkætlanini, ið fer fram í viku 46 á hvørjum ári, og feløgini styðja á henda hátt uppundir upplestur, norðurlendskar bókmentir og norðurlendskt frásøgukynstur. Árið í ár er heilt serligt, tí í ár kunnu Norrønu feløgini í Danmark, Noregi og Svøríki hátíðarhalda 100 ára stovningardagin. Norðurlendska ráðharraráðið stuðlar ve

Einki er sum syndarligar lagnur

Einki er sum syndarligar lagnur, ið doyggja ungar, og sum vit tí minnast í smálutum, onkur alt lívið, tí hon var bara tvey ára gomul tá hon fyrstu ferð var á palli, stjørnan, og trettan, tá hon skrivaði sáttmála við MGM í Filmshollywood og sjeyogfjøruti tá hon andaðist í London. Tað er Judy Garland (1922-1969), barnastjørna, filmstjørna og sangarinna í egnum navni, hóast navnið var Frances Ethel Gumm, og alt lívið var lagt til rættis at standa á palli, og liva fyri at tekkjast øðrum í sementeraða stættarsamfelagnum. Í ár eru 50 ár liðin síðan Judy Garland doyði í London, har hon royndi at endurvinna pallin á náttklubbanum Talk of the Town eftir at alt var farið fyri skeytið í USA. Tí er eitt heilt serstakt høvið at síggja Oscarvinnaran Renée Zellweger (f.1969) bæði syngja og spæla høvuðsleiklutin í aktuella filminum um Judy, sum bretski Ruper Goold (f.1972) hevur leikstjórnað, og sum byggir á leikin End of the Rainbow hjá Peter Quilter. Umframt sangin og leikin, sum

Holocaustdagur

Fríggjadagin, allarahalgannadag, sýndu vit ein av seinastu filmunum hjá helst kendasta franska leikstjóranum, François Truffaut (1932-1984), Le dernier metro frá 1980, sum í heimlandinum fekk tíggju César virðislønir. Hesin filmur er ein av fleiri, sum eru í savninum hjá Námi, sum eisini hevur temasíðu um Holocaust á undirvísingarportalinum Snar . Altjóða dagur til minnis um Holocaust er 27. januar og Nám hevur fingið til uppgávu at skipa dagin, nú hann verður almennur minningardagur í Føroyum. Í filminum Le dernier metro verða vit undir øðrum verðaldarbardaga førd inn í eitt leikhús í París, har leikstjórin er jødi og tí má fjalast. Ein søga, sum í innihaldi ikki er so langt frá JoJo Rabbit   (Taika Waititi 2019). Franski filmurin, sum vardi góðar tveir tímar, varð sýndur við enskum undirteksti. Fleiri mátar eru at hyggja eftir filminum. Yvirskipað kunnu vit siga, at kríggj er eitt teatur og at París undir krígnum tí eisini er eitt totalteatur. Onnur stikkorð, at h

Glaðir høvundar

Tveir glaðir høvundar, ein vælupplagdur og til høvið framúr giraður intervjúvari og besti føroyski tekstahøvundur á plátu, grammofonplátu, við betri rødd enn eg havi hoyrt hann hava havt í fleiri ár - og so útgevarin, Sprotin, ið er samheiti við Jonhard Mikkelsen úr Vestmanna, sum er umboðaður av Sjúrði Ravnsfjall, ið sigur vælkomin og leiðir okkum gjøgnum kvøldið, ella wilkommen, fyri at krøkja í leikin Cabaret , sum nú verður settur upp á heimapalli á Glasi. Tað grør um gangandi fót í Føroyum. Tað er alt í sjálvum sær dømi um, hvar eg so hyggi, sloti ella raki við eitt upplivilsi, sum kanska var púra óvæntað. Privata engasjemangið er so ovarlaga og frammalaga á øllum pallum, at eg sakni slettis ikki tær almennu Mentaføroyar, hvørjar tær so eru, tí hetta er metta fyri allar munnar, nú mentanin munnaði sær á við orðum og tónum í Reinsarínum. Og fult hús er. Ikki fúlt, sum lýsingadeildin hjá Sprotanum lokkar og Jóanes aftur argar við. Í øllum eyðmjúkleika er hetta b

Verkir í morgin

Í morgin og ovurmorgin verður føroyski heimildarfilmurin Verkir sýndur á árligu filmstevnuni í  L ü beck. Týska heitið er Wehen .  Onnur týsk heiti, sum knýta seg til Føroya, hóast leikur fer fram í Kabul, er Das Waisenhaus , sum er týska heitið á spælifilminum The Orphanage , sum Jón Hammer, longst til høgru á myndini niðanfyri, hevur verið við til at gera. Leikstjóri er Shahrbanoo Sadat úr Afganistan og fotografur er Virginie Surdej, sum í fleiri førum hevur filmað fyri Sakaris Stóra, sum eisini sæst á myndini niðanfyri, ið er tikin í  L ü beck  í 2017, tá hann sýndi Dreymar við havið . Katja Adomait, sum í báðum førum er høvuðsframleiðari, sæst longst til vinstru. Gásadalsfilmurin, sum hevur svenska heitið  Fågelfångarens son , verður sýndur fýra ferðir meðan norðurlendska filmstevnan er í Hansabýnum  L ü beck í ár . Tað verður undir týska heitinum Der Sohn des Vogelfängers. Við yvirskriftini " Verkir er sjáldsama væleydnaður filmur" skrivaði eg soleiðis á