Skip to main content

Einki er sum syndarligar lagnur


Einki er sum syndarligar lagnur, ið doyggja ungar, og sum vit tí minnast í smálutum, onkur alt lívið, tí hon var bara tvey ára gomul tá hon fyrstu ferð var á palli, stjørnan, og trettan, tá hon skrivaði sáttmála við MGM í Filmshollywood og sjeyogfjøruti tá hon andaðist í London.


Tað er Judy Garland (1922-1969), barnastjørna, filmstjørna og sangarinna í egnum navni, hóast navnið var Frances Ethel Gumm, og alt lívið var lagt til rættis at standa á palli, og liva fyri at tekkjast øðrum í sementeraða stættarsamfelagnum.


Í ár eru 50 ár liðin síðan Judy Garland doyði í London, har hon royndi at endurvinna pallin á náttklubbanum Talk of the Town eftir at alt var farið fyri skeytið í USA. Tí er eitt heilt serstakt høvið at síggja Oscarvinnaran Renée Zellweger (f.1969) bæði syngja og spæla høvuðsleiklutin í aktuella filminum um Judy, sum bretski Ruper Goold (f.1972) hevur leikstjórnað, og sum byggir á leikin End of the Rainbow hjá Peter Quilter.


Umframt sangin og leikin, sum fær Zelwegger at verða eitt við Garland, eru tvey viðurskifti, sum í mínum eygum eru serliga hugtakandi í hesum filmi. Fyrst er tað írska Jessie Buckley (f.1989), sum sást í Beast í Filmsfelagnum herfyri, og sum næsta ár sæst sum countrysangarinna úr Glasgow í Wild Rose. Hon er framúr type-casta sum umboðskvinnan hjá Judy Garland í London í 1968/69, so framúr at hon stendur eins klár í minninum og Zellweger.

Hin parturin er tveir miðaldrandi homoseksuellir menn, sum vit møta á náttartíð í London, tá Judy leitar eftir eini matstovu, bara onkrari, men alt er stongt, og tey trý enda heima hjá monnunum at gera eina fulkomuliga miseydnaða eggjakøku, tí eingin dugir at matgerða. Ein óbetalilig løta, sum verður endurtikin, tá vit í endanum síggja teir báðar aftur millum áhoyrarnar, syngjandi Somewhere over the rainbow. Tá situr sangurin sum aldri áður.


Filmstíðarritið Variety skrivar: “Zellweger offers an all-singing, all-dancing, all-collapsing performance of a star at her lowest physical and psychological ebb.” Danska filmstíðarritið Ekko skrivar: ”Renée Zellweger er komplet formidabel som superstjernen Judy Garland, der kæmpede med selvværdet og bare ville elskes.” Soleiðis er tað. Eitt lív á palli, eygleitt í tveir klokkutímar. Tú verður ikki órørdur.