Tað grør um gangandi fót í Føroyum. Tað er alt í sjálvum sær dømi um, hvar eg so hyggi, sloti ella raki við eitt upplivilsi, sum kanska var púra óvæntað. Privata engasjemangið er so ovarlaga og frammalaga á øllum pallum, at eg sakni slettis ikki tær almennu Mentaføroyar, hvørjar tær so eru, tí hetta er metta fyri allar munnar, nú mentanin munnaði sær á við orðum og tónum í Reinsarínum.
Og fult hús er. Ikki fúlt, sum lýsingadeildin hjá Sprotanum lokkar og Jóanes aftur argar við.
Í øllum eyðmjúkleika er hetta beint framman á, líka til og djúpt poetiskt. Móðurmálið hevur aldri staðið sterkari og verið umsetiligari, hvørt tað er borðreitt í bók ella á øðrum borðiski. Tað er umsetiligheit í føroyskum.
- Martin varð okkara nútíðar Hans Andrias. Hann var og er tann stilli heimspekingurin, sum sigur tað, vit øll skilja, beint og neyvt við einum sjaldsama beinraknum og nýskapandi orðavali. Orðlistaverkini, ið flestu okkara duga uttanat, leggur hann inn í løg, sum brenna seg inn í hjørtuni og gerast fólkaogn, sigur Sprotin.
Sprotin byggir á árstølini 1976, tá Martin Joensen fekk sín fyrsta sang út, 1977 tá Carl Johan Jensen fekk sínar fyrstu yrkingar út og 1978, tá Jóanes Nielsen fekk sínar fyrstu yrkingar út. Í øvutari ræðfylgju: hin fúli, hin fróði og hin fólkakæri. Nú eru teir 62 og 66 ára gamlir og hava lagt sínar sjónsku slóðir eftir seg í føroyskari mentan og hava ótroyttiliga skapt okkum nýggj verk í 40 ár. Tey eru ófør at smíða fangandi orð, catchy phrases, tey á Sprotanum, sum nú eisini kunnu bjóða okkum Jóanes Nielsen.
Sprotin skrivar undan bókaframløguni, at Jóanes fór longu sum heilt ungur út um nógv stik, sum stóðu um tað, ið ikki kundi vera skrivað á føroyskum. Tað fúla var stikað inni. Men í Jóanesar tekstum fóru fólk at fáa sær eitt lítið, og fisan slapp í øllum sínum veldi inn í bókmentirnar. Jóanes flutti stikið og rúmkaði okkum ræsurnar.
- Carli varð hin háfloygdi, sum lyfti bókmentirnar upp í nýggjar hæddir. Hansara listarliga hegni, sum gevur málinum hetta serliga flogið, ger, at tekstirnir ikki eru øllum so lættir at sodna. Carli er eyðsýniliga sín egin í stíli, orðavali, evnisvali – og hann er eirindaleysur. Carli lyfti okkum upp úr gerandisligu svasssuppuni og rúmkaði okkum málsligu ræsurnar, sigur Sprotin.
Undan bókaframløguni í Reinsarínum í Havn, sigur forlagið Sprotin, at Jarðarferðin er nýggja skaldsøgan hjá Jóanesi Nielsen og hin fyrsta bókin frá honum á forlagnum.
- Hetta er bókin um eina jarðarferð, sum byrjar í Shanghai, og sum endar í Sumba. Hetta er eisini søgan um eina forvitnisliga dagbók og um felagsskapin International Dwarfs Association og tað, sum kann henda, tá ið leitað verður eftir avvarðandi hjá nøkrum deyðum kinesiskum fiskimonnum. Men fyrst og fremst er Jarðarferðin ein lýsing av vinalagnum millum Symfor Thomsen og Eigil Tvibur, sigur Sprotin og endurgevur hetta petti úr bókini:
Tað er, meðan Symfor hongur á bakinum á vinmanninum, at hann teskar, at hetta helst er endin. Eigil svarar, at tað fer at vera betri, tá ið teir koma til Sumbiars.
- Fylgir tú mær heilt til Sumbiars? spyr Symfor.
Eigil svarar:
- Vit hava verið vinir í hálvthundrað ár.
Terningar - søgur av tilvild er nýggja bókin hjá Carli, Carl Jóhan Jensen, á Sprotaforlagnum, sum letur høvundan frammanundan siga soleiðis um bókina:
- Terningar eru ímyndin av tilvild, og tilvild miðjan í hvørji søgu - í hennara samansettu og í senn einføldu eftirgerð av tí sansaða. Og søgurnar, sum tú nú forvitnast um (íðan vendi tú bókini til at lesa baksíðutekstin ella hvat?), tær beinast allar gjøgnum tilvitið hjá einum sálaðum mansbarni: Ísmael.
Hann er undan eini hálvgamlari stýrimanseinkju. Pápin ein blaðungur og hálvlisin guðfrøðingur úr Noreg.
Tey gótu hann av misgáum eina summarnátt seint í tretivunum og ikki tær at siga kemur Ísmael í verðina við reyvini fyri ein illviðraðan langafríggjadag.
Og jarðvistin eftir øðrum, øll á eingjunum við ein fjarðarbotn millum fjøll og brattar.
Í hesum avstongda umhvørvi veit Ísmael fátt av egnum royndum. Verðin skapast av tí, sum hann hoyrir onnur og útvarp siga.
Sjálvur talar hann ikki, men hevur tó orðið í sínum valdi – innantanna.
Soleiðis manar hann so líðandi eina sjón fram fyri lesaran, sum er samfeld í sínum mótsøgnum og ein dýrd av fanansskapi.