Fríggjadagin, allarahalgannadag, sýndu vit ein av seinastu filmunum hjá helst kendasta franska leikstjóranum, François Truffaut (1932-1984), Le dernier metro frá 1980, sum í heimlandinum fekk tíggju César virðislønir. Hesin filmur er ein av fleiri, sum eru í savninum hjá Námi, sum eisini hevur temasíðu um Holocaust á undirvísingarportalinum Snar.
Altjóða dagur til minnis um Holocaust er 27. januar og Nám hevur fingið til uppgávu at skipa dagin, nú hann verður almennur minningardagur í Føroyum.
Í filminum Le dernier metro verða vit undir øðrum verðaldarbardaga førd inn í eitt leikhús í París, har leikstjórin er jødi og tí má fjalast. Ein søga, sum í innihaldi ikki er so langt frá JoJo Rabbit (Taika Waititi 2019). Franski filmurin, sum vardi góðar tveir tímar, varð sýndur við enskum undirteksti.
Fleiri mátar eru at hyggja eftir filminum. Yvirskipað kunnu vit siga, at kríggj er eitt teatur og at París undir krígnum tí eisini er eitt totalteatur.
Onnur stikkorð, at hava við sær til eina sýning við Le dernier metro, kunnu vera: Illusiónin, tað eftirgjørda, tað, sum tykist vera; tað dupulta og tvítýdda; ein pallur, har menniskju møtast; intrigur.
Antisemitisma er eitt gjøgnumgangandi tema. Leikhússtjórin, Lucas Steiner, er jødi. Eisini aðrir jødar eru í filminum. Leikhúsið sjálvt er eisini ítøkilig mynd av tí, sum fyriferst í samfelagnum og sæst aftur í ymsu hæddunum og rúmunum.
Filmurin kann eisini brúkast sum partur av søguundirvísing at lýsa París undir øðrum veraldarbardaga og mótstøðurørsluna: Marion og hennara virkismøguleikar, og arbeiðsháttur, Bernard og hansara fjalda virksemi í mótstøðurørsluni.
Listin og leiklistin er eisini eitt evni í filminum. Vit kunnu spyrja, hvussu livir listin og hvussu hevur hon tað í eini krígsstøðu og undir herseting. Ikki minst áhugaverdur er journalisturin Daxiat frá avísini Je suis partout, sum merkir Eg eri allastaðni.
Sexualitetur og eitt tríkantsdrama eru fastir tættir í einum Truffaut filmi. Í hesum føri eru tað Lucas, Marion og Bernard. Og so verður nomið við forbodnan kærleika eisini.
Filmtekniski súmbolikkurin er ofta dualistiskur. Ljós og myrkur, seinasta metro, nátt, myrkalegging, tað dulda, og maskuspælið. Høgt og lágt, ella uppi og niðri. Lucas er maðurin niðriundir og Bernard er maðurin uppiá. Alt virksemið hjá Marion Steiner er bundið at og av hesum avmarkingunum, ið standast av krígnum, og ljós og skuggi verða nógv nýtt til at seta í perspektiv. Ikki minst, tá hon ferðast millum ovara partin av bygninginum og niður í kjallaran, har jødiski maðurin livir eina fjalda tilveru.
Til ber eisini at fara 125 ára søguferð til franska høvuðsstaðin og fáa eitt sindur av upplýsing, Lumière. Tí illusoriska fyribrigdið filmur, biograffilmur, sýndur fólki í felag, varð uppfunnið í París um ársskiftið 1895/96.
Brøðurnir Lumière høvdu fyri jól í 1895 filmað við 35 mm kamera. Einu upptøkuna gjørdu teir 25 km frá Marseilles í Suðurfraklandi. Frá einum føstum kamera vístu teir livandi myndir av einum toki, sum kom inn á støðina. Hóast seansan fyri 125 árum síðan einans vardi 50 sekund, var hon so sterk, at fólk kastaðu seg í gólvið av ræðslu, fyri tokinum, sum rullaði inn á støðina, og dagin eftir skrivaðu bløðini, at nú hevði nýggi miðilin blást lív í deyðan, sum við filminum var hildin uppat at fungera. Hvat fór tað næsta at verða, nú livandi myndir vóru uppfunnar og aldarskiftið nærkaðist?
Afturvið eini tílíkari filmsýning, sum greitt nemur við Holocaust, ber til at bjóða jødakøku frá Amarant í Klaksvík og ísraelskt reyðvín, sum er sertifiserað kosher, og er av Golan heyggjunum har norðuri í Galilea, norðanfyri Galileavatn, sum eisini er kent sum Genesaretsvatn - vit hava jú eisini vøtn við tveimum nøvnum - har landið verður kaldast, og líkindini at gera vatn, ella í hvussu er gróður, til vín, eru tey allar bestu.
Gerið so væl, Truffaut-filmur, kosher vín og jødakakur!
Árni Øregaard tók myndirnar