Hetta er útsiktin frá heimbýlinum. Ikki tí, tvey onnur røktarheim eru nærum eins nær, men nú var tað sálmurin og kavin í fjøllunum norðanfyri, eg hugsaði um og fokuseraði á úr Tórsbyrgi, og ikki so nógv Boðanesheimið, sum gamaní er fyrst fyri. Við novembur kom kuldin og kavin aftur í ár. Og tá er lívsringrásarsálmurin Nú hvítna tindar , helst hin vakrasti í Sálmabókini, aftur aktuellur, hóast hann stendur allarbestur eitt vet fyrr á árinum, um heystið, um tað mundið tey hava eplafestival heima á Sandi og heystfagnað norðuri á Eiði, tá takkað verður fyri ávøkst úr mold, líð og havi, rætt sum tey fornisku ivaleyst gjørdu, og í takklæti at bera fongin og úrtøkuna inn í Harrans hús. Soleiðis byggir alt á tað, ið fyrr var, og nú verður gjørt tíðarbært. Klaksvíkingurin Robert Joensen umyrkti sálmin og flutti hann í føroyskt mál og landslag í 1942, alt eftir danska Grundtvig, sum upprunaliga yrkti hann í øðrum skapi í 1844. Sigst, at tá hin ungi klaksvíkingurin var í Danmark,