Skip to main content

Posts

Hvussu skulu vit, Guds útvalda heimafólk, feysa dagin uttan Ísrael?

Úr Miklagarði hepnaðist í fjør at keypa eina ísraelska SodaStream maskinu við omanfyristandandi frámerki um, at hon er gjørd í besta samstarvi millum arabar og jødar. Og hvat tá. Meir enn 20% av fólkinum í Ísrael eru arabiskir ísraelar, og teirra millum eru fleiri, ið kalla seg ísraelskar palestinar ella palestinskar arabar, tí tey ikki vilja brúka heitið Ísrael. Ja, skismaðið kann verða so ógvusligt, at ensktmæltir skúlar longur eysturi, púra strika Ísrael av kortinum. Í skúlabókini Middle East Atlas er Ísrael strikað av kortinum. Útgávan, sum telur 71 blaðsíður, er ensk og er umbiðin av enskum skúlum við Persaflógvan. Á kortunum er Palestine sett í staðin fyri Israel, og so síggjast Westbank og Gaza. Aftast er yvirlit við londum og fløggum. Millum Ireland og Italy er einki Israel. Í leitorðalistanum stendur gamaní Jerusalem, sum er heilagur býur hjá fleiri átrúnaðum, men Israel er ikki millum leitorðini. Soleiðis kunnu vit sáa split og gera tað, splitið, til kuranta handil

Servering við list í november

Nýggjasta novemberrák í miðbýnum í Havn er servering við list. Ikki tí at hon ikki er list, matgerðin og serveringin í sjálvum sær, men hetta vikuskiftið kundu eygu og oyru eisini njóta hina fagrastu listina afturvið. Í Fútastovu við klassiskum gittarspæli hjá Ólavi Jakobsen úr kubanska filminum Ein dagur í november og í nýggja Víngarðinum í Tróndargøtu við myndlist, sum Kinna Poulsen hevði valt og greiddi frá um undir heitinum Tað góða lívið .  Í Fútastovu greiddi Ólavur frá um langabban, Magnus á Kamarinum, um oldurabban, Jákup á Kamarinum, sum var føddur her í Fútastovu, og tippoldurabban, Magnus í Baianstouvu, sum hevði skúla her í Fútastovu árini 1824-42. - Terroritiore m'est nas important. Sig tað við ein Havnardrong, ið er er uppvaksin her niðri og endaði á parísarakonservatorininum, segði Ólavur, sum er ein so frágerða forteljari, antin tað er stórbær nýggjárskonsert ella eyðmjúkt ostakvøld í Fútastovu. Og so førdi hann okkum av Eystaru vág til kubanska filmin

Dagmar dugir

- Tú kennir okkum ikki, tað einasta tú kanst verða keddur av er, at personalið hjá tær ikki hevur gjørt tað, sum tey skuldu. Tað er tað, tú kanst vera keddur av. Soleiðis fullu orðini um telefonina til danska fangavørðin í Nyborg Statsfængsel, tá 22 ára gamli ommusonurin hevði tikið sítt egna lív í danska vetrarkuldanum, og varð funnin klokkan níggju null trý, hangandi undur loftinum í klivanum. Kaldur. Klokka og kalendari, tað riggar í almenna geiranum. Men ikki so nógv annað. Enn einaferð hevur Dagmar Joensen-Næs prógvað, at eingin dugir sum hon at varpa ljós á avbjóðingar í Kafkaska samfelagnum, so almenningurin er við og skilir boðskapin. Og verður førdur inn í kompleksa problematikkin í søgugongdini og lívsrenslinum hjá einum livandi menniskja úr kjøti og blóði.  Narrativið er einstaklingurin móti maktini. Og tó, annað gerst ikki í einum opnum fólkaræðisligum samfelag. Eisini tá gjørt verður upp við ábyrgdarhavandi landstýriskvinnu, sum ein mánað eftir at høvuðspers

3 x kvinnur

Komandi tríggir filmarnir í Filmsfelagnum hava kvinnur í høvuðsleiklutinum. Kvinnurnar eru úr Spania, Makedónia og Fraklandi. Hóast nýggir filmar, eru lívini ógvuliga ymisk. Her eru tær, slag í slag: 13/11 KL 20:00 CARMEN & LOLA (Arantxa Echevarría, Spania 2019 103 min) Seytjan ára gamla Carmen er longu forlovað. Væntað verður sum amen í kirkjuni at hon skjótt skal giftast og fær nógv børn, sum allar rættar romakvinnur í útryðjuni av spanska høvuðsstaðnum, Madrid. Hon er von við, at øll hyggja og ansa eftir henni. Ikki ber til at brúka fartelefon og enn minni at roykja. Altíð er onkur úr húskinum at ansa eftir henni. Men tá Carmen møtir sekstan ára gomlu Lolu broytist alt. Allir hennara homofobisku tankar, sum næstrafólkini hava lagt niður í hana, hvørva sum døgg fyri sól, tá hon á ein heilt nýggjan hátt kennir seg fría saman við Lolu. Kærleikin, sum er farin at spretta millum tær, kann ikki longur haldast í tí dulda og tær vita, at leiðin nú er inn í ein forbodnan heim, sum

The Boss undir Vesturstjørnum

Hóast komandi mikudagsfilmurin í Filmsfelagnum Carmen & Lola er um ungan lesbiskan roma kærleika í Madrid í fyrsta filminum hjá baskisku Arantxa Echevarría, er eisini rúm fyri aldrandi stjørnum á hvíta løriftinum. Mikudagin 27. november sýnir felagið øllum filmshugaðum føroyingum nýggjasta filmin við 76 ára gomlu fronsku stjørnuni Chaterine Deneuve, ið spælir Claire Darling . Hon hevur gjørt av at selja alt úr húsinum, tí hon vil ikki liva meir. Tað fær dóttrina at undrast og møta mammuni av nýggjum. Ein spildurnyggj men tó klassisk søga við tveimum kvinnum, móðir og dóttir, á filmi og í veruleika. Dagin eftir, hósdagin 28. november, er høvið at síggja og hoyra hin ikki minni klassiska og tó altíð søkjandi og nýskapandi Bruce Sprigsteen, The Boss, sum júst er vorðin 70. Í nýggja heimildarfilminum Western Stars verða vit boðin inn um hjá Bruce Springsteen at hoyra allar 13 sangirnar á nýggju plátuni - eisini við fullum orkestri í hugtakandi umhvørvi, sum er 100 ára

Genial marknaðarføring

Koyrir tú eftir Norðara Ringvegnum í Havn í dag, so sært tú í fartinum nakrar hvítar krossar í bønum frammanfyri Norðurlandahúsinum. Teir standa rætt sum í einum gomlum kirkjugarði, eitt sindur ymiskir í vinkli, tí lendið og túgvurnar eru jú so ymiskar, men allir eru teir hvítir og í sama sniði, stødd og profili. Ein elligamal føroyskur kirkjugarðssiður er fluttur inn á økið hjá Føroya fremsta mentanarhúsi, Norðurlandahúsinum. Hvat er hetta fyri nakað, spyrja bilførarar og passasjerar, sum aka framvið í morgunkuldanum, nú eitt følv legðist á breytina. Eru hetta ávaringar um ferð og ferðsludeyða? Havi ongan spurt, men eg haldi meg vita sum amen í gravarkirkjuni, at hetta er ein forlongdur armur, ein røst úr grøvini um tú vilt, frá marknaðardeildini hjá Shakespeareleikinum Hamlet, sum Hans Tórgarð hevur týtt av nýggjum, og sum verður frumframførdur sum ein ektað føroysk jarðarferð í øllum Norðurlandahúsinum í ovurmorgin. Bilettsølan sigst ganga væl. Undirvísingar