Úr Miklagarði hepnaðist í fjør at keypa eina ísraelska SodaStream maskinu við omanfyristandandi frámerki um, at hon er gjørd í besta samstarvi millum arabar og jødar. Og hvat tá. Meir enn 20% av fólkinum í Ísrael eru arabiskir ísraelar, og teirra millum eru fleiri, ið kalla seg ísraelskar palestinar ella palestinskar arabar, tí tey ikki vilja brúka heitið Ísrael. Ja, skismaðið kann verða so ógvusligt, at ensktmæltir skúlar longur eysturi, púra strika Ísrael av kortinum.
Í skúlabókini Middle East Atlas er Ísrael strikað av kortinum. Útgávan, sum telur 71 blaðsíður, er ensk og er umbiðin av enskum skúlum við Persaflógvan. Á kortunum er Palestine sett í staðin fyri Israel, og so síggjast Westbank og Gaza. Aftast er yvirlit við londum og fløggum. Millum Ireland og Italy er einki Israel. Í leitorðalistanum stendur gamaní Jerusalem, sum er heilagur býur hjá fleiri átrúnaðum, men Israel er ikki millum leitorðini.
Soleiðis kunnu vit sáa split og gera tað, splitið, til kuranta handilsvøru á bókamarknaðinum, eins og politikarar, ið gera tað sama fyri almenna løn. Sáa split. Heilt niður í fyriskipaðar smálutir, sum politikarar hava íbirt.
Í vikuni kunngjørdi ES-dómstólurin á teim 23 arbeiðsmálum, at dadlur, fikur og aðrar vørur, sum stava frá ísraelskum búsetingum í Palestina, skulu merkjast rætt. Dómurin sigur at vørur, serliga matvørur, sum eru til sølu, kunnu ikki verða merktar ”úr Ísrael”, tí tað er følsk vørulýsing. Hesar vørur skulu merkjast ”úr ísraelskum búsetingum í Palestina” ella á enskum ”from territories occupied by the State of Israel”. Ikki bara lógin, men eisini brúkarin skal virðast, verður sagt í tíðindaskrivinum frá dómstólinum við teim 23 málunum.
Síðan Ísrael eftir seksdagakríggið í 1967 hertók landaøki á vestara áarbakka Jordans, eru fleiri enn 600.000 ísraelskir jødar búsettir í Eysturjerúsalem og á Vestara Áarbakka. Eftir altjóða rætti eru hesar búsetingar ólógligar, man tað vil Ísrael hvørki góðkenna ella geva seg undir.
Tær útvið hálvtannaðhundrað búsetingarnar, umframt hundrað aðrar, ið eru óalmennar, hava elvt til, at palestinsku býlingarnir á Vestara Áarbakka eru pettaðir sundur við ísraelskum eftirlitsstøðum. Ísrael hevur rætt, og rættin til at hava rætt.
Á Vestara Áarbakka, einar tíggju minuttir frá Jorsølum, ikki á sandalum men í bili, er ídnaðarøkið Mishor Adumim, sum er partur av Ma'ale Adumim, ið er ein av umstríddu ísraelsku búsetingunum har um leiðir.
Áðurnevnda SodaStream, sum upprunaliga varð stovnað í Bretlandi í 1903, og í mínum eygum er hentasta gerandisamboð í føroyska húsarhaldinum í dag, hevði høvuðsframleiðsluna í Mishor Adumim fram til 2015, tá mótmæli og boykott elvdu til at virksemið steðgaði har. Tað varð flutt inn um viðurkenda Ísraelsmarkið til nýggja verksmiðju í Lehavim við býin Beersheba norðast í Negev oyðimørkini. Samstundis mistu fleiri enn 500 palestinar arbeiði hjá SodaStream.
Nú skal eitt hava føroyska sendistovu í hesum klandursholi.
Kanska hevur søgan um Dávid og Goliat, sum higartil bara hevur forstýrað Fótbóltsføroyar, verið inspiratiónin at gera so. At reisa føroyska sendistovu í sama býi, sum 40 vaksin og børn høvdu sum stavnhald, tá tey í 1896 fóru úr sóknini Nås í Dalarna og sungu Vi är på väg til Sion umborð á skipinum úr Göteborg. Bille August hevur gjørt kristnu svensku bóndaútrásina tíðarleysa við Mariu Bonnevie í filminum Jerusalem.
- Ísrael er best varda land í heiminum og megnar best av øllum at verja eina føroyska umboðsstovu í Jerúsalem. Soleiðis sigur Bill Justinussen, løgtingstinglimur og partamaður hjá Jenisi av Rana, sum nú er landstýrismaður við uttanríkismálum á Facebook í gjár, tá fólk fóru at seta spurnartekin við samrøðuna hjá Politiken við Jenis, sum sigur, at í Føroyum elska øll Ísrael, minst 90%, og taka eisini undir við at ein føroysk sendistova skal vera í Jerúsalem. Aðrir kjakarar siga á sama stað, at kann hetta mál elva til at vit fáa loysing, so er tað fínt.
Hvussu klandrutar hesar útmeldingar kunnu fatast og endurgevast, benda tær tó allar greitt á, at Ísrael, tað er hvíta kristna Bíbliu-Ísrael, er ein skurvblandslig samanstúgving av vónbrotum og órógv, sum rættrúgvandi sannføroyingar heima á óklovnu klettunum vakna upp til hvønn morgun. Hvussu skulu vit, Guds útvalda heimafólk, feysa dagin uttan Ísrael?
Av Sálarbotni til Masada mugu vit hava sendistovu at knýta beint samband okkara millum, hóast hetta ikki hevur verið partur av uttanríkismálum nakrantíð, og somu fortalarar, minnist meg rætt, fyrr hava tikið undir við at steingja sendistovur yvirhøvur. Hinvegin hava føroyskir politiskir flokkara á ytsta høgravongi fyrr verið í Ísrael í almennum ørindum at knýta skúla- og teldusambond, og onkur bygd í Dávidsføroyum hevur longu langt síðan knýtt vinabýasamband við stjønubýir har í landinum.
Vit eru upp móti Goliat, tað er klárt, og hetta er eitt opið sár hjá øllum sannføroyingum, hvønn Gudsskapta morgun. Vit eru Dávid, men bara on display. Okkara tilvera sum lítlin framkallast bara við áminning, tá vit hava gjørt okkurt, sum til dømis at siga okkurt býtt við eina avís sum Politiken í hundraðlandinum Danmark. Tá fáa vit eitt kikk og stíva okkara tilveru av, eins og tá alkoholikarin fær ein lítlan. Neyvan býr annað í tí enn henda sama innantóma emblematisering.
Fyri trimum árum síðan vildi ísraelska sendistovan í Keypmannahavn hava Filmsfelagið at vísa nútíðarfilmar úr Ísrael. Tað var gamaní, eg slapp sjálvur at gera eitt yvirlit, so skuldi sendistovan útvega filmarnar, tríggjar hvørja ferð.
Fyrra árið var The Cakemaker høvuðsfilmurin. Seinna árið var Red Cow høvuðsfilmurin. Filmarnir vórðu vístir í Føroyum, Grønlandi og í ymsum býum í Danmark.
Men tað sum fylgdi við boðunum frá sendistovuni um, at vísa nútíðarfilm at lýsa eitt Nútíðarísrael í Havn, var the inconvenient truth um, at Guds útvalda nútíðarland er mest opna og LGBT vinarliga land í heiminum.
Fyrri høvuðsfilmurin, The Cakemaker, var eksplisitt homoseksuellur og høvuðsfilmurin árið eftir, Red Cow, eksplisitt lesbiskur filmur. Men báðir filmar vóru virðislønarvinnandi sum eingir aðrir í Ísrael um hesa tíð. Sjálvt sendiharrin innleiddi sýningarnar og vísti á, at ungu leikstjórarnir viðgjørdu mál, sum kundu tykjast trupul, men sum ikki á nakran hátt vóru fjald í Ísrael. Hetta sama segði sendiharrin í Sosialinum.
Jú, eg haldi at vit skulu hava tætt samstarv við Ísrael, tí tað er eftir øllum at døma einasti innkomuvegur til vitið og dannilsið hjá 90% av føroyingum. So kunnu tey læra alt um persónligt tolsemi, tjóðskaparligt tolsemi, átrúnaðarligt tolsemi og kynsfatanar tolsemi. So kann alt hitt koma aftaná.
Kunnu 90% av føroyingum dannast av hesum eina átaki, sendistovu í Jerúsalem, so taki eg undir við tí.
Í meðan eri eg millum tey tíggju, #jesuis10%.