Skip to main content

Servering við list í november

Nýggjasta novemberrák í miðbýnum í Havn er servering við list. Ikki tí at hon ikki er list, matgerðin og serveringin í sjálvum sær, men hetta vikuskiftið kundu eygu og oyru eisini njóta hina fagrastu listina afturvið. Í Fútastovu við klassiskum gittarspæli hjá Ólavi Jakobsen úr kubanska filminum Ein dagur í november og í nýggja Víngarðinum í Tróndargøtu við myndlist, sum Kinna Poulsen hevði valt og greiddi frá um undir heitinum Tað góða lívið



Í Fútastovu greiddi Ólavur frá um langabban, Magnus á Kamarinum, um oldurabban, Jákup á Kamarinum, sum var føddur her í Fútastovu, og tippoldurabban, Magnus í Baianstouvu, sum hevði skúla her í Fútastovu árini 1824-42. - Terroritiore m'est nas important. Sig tað við ein Havnardrong, ið er er uppvaksin her niðri og endaði á parísarakonservatorininum, segði Ólavur, sum er ein so frágerða forteljari, antin tað er stórbær nýggjárskonsert ella eyðmjúkt ostakvøld í Fútastovu. Og so førdi hann okkum av Eystaru vág til kubanska filmin hjá Humberto Solás Un Dia de Noviembre Ein dagur í november frá 1972, har Leo Brouwer hevði gjørt tónleikin.


Í Fútastovu var ostakvøld, sum er seinasta tiltak eftir gastronomiska árskalendaranum, sum Johan Mortensen hevur íbirt og hildið gangandi í fleiri ár á matstovunum Heima í Havn saman við fremst av øllum John Mikkelsen.


Fulsett stova og yvirskipaða evnið var ostur. Gestur er John Gynther, sum býr í Hedensted í Jútlandi. Hann starvast hjá Arla Unika, sum varð sett á stovn í 2002, at gera ostar í heimsflokki, unikkar og ikki ídnaðarmerktar, sum navnið bendir á.


Tá árið er úti, gevst hann hjá Arla og verður pensioneraður. Men passiónin fyri osti fer neyvan at hvørva. Seyðamjólkaostur og annars alt úr seyði er tað, sum hann gongur nógv uppi. - Eg eri uppvaksin við blóðpylsu sigur hann, sitandi undir liðini á mær, og greiðir frá um elsta meiarí í Danmark, Troldhede í Videbæk, sum er meir enn hundrað ára gamalt og gera ostar til heimsins fremstu matstovur, eisini í Føroyum. Mortan í Hamrabyrgi, sum situr við hina liðina, er ikki minni hugtikin av osti og tí tilfari, veðurlagi og jarðarbotni, sum ymsastaðni í Heiminum ger ostin til ost, eisini her norðuri hjá okkum.


Mortan hevur verið á Sardinia og kannað ost, og í Afrika hevur hann upplivað, hvussu mjólk og blóð frá nýslaktaðum djórum verður brúkt. So gongur prátið um tað ræsta yvirhøvur, eisini um fermenteraða mjólk at gera ost úr. - Fermentering avger alt, og kokkar eru okkara týdningarmestu sambond og samstarvsfólk. Vit vilja verða approved by góðtikin av kokkum, eisini føroyskum kokkum, sigur John og upplýsir, at skjótt fara tey at selja ostar til Svøríkis, men tað verður einki copy and paste. - Vit bróta siðvenjur, um tað er neyðugt, tí einki er okkum ov heilagt, sigur hann, sum altíð setur tað unikka í hásæti. Til hetta høvið við úrvalsvíni og pale ale, sum av einslistum er parað afturvið teim trimum ostunum frá Arla, har Geko er ein. Hann er úr geita- og kúmjólk, tí heitið, Geko.


Frá elsta danska meiarínum, Troldhede í Videbæk, eru bara 25 kilometur vestur til elsta danska whiskydistillerí, Stauning Whisky, sum er millum Tarm og Lem við Ringkøbing fjørð innan fyri Hvide Sande. Tað var í 2005 at níggju danskir whiskykennarar og fjepparar grundaðu hesa dropatøkufyritøkuna, sum orðabókin sigur um destillarí. Arla osturin Sirius er lagdur í whisky frá Stauning, veskaður, vakuumsogin, eftir tólv døgum er osturin inndrukkin og turrur í skorpuni. Dehydreraði whiskydrukni Siriusosturin ber nú navnið Drunken Dog og smakkar av søtari appelsin og eitt vet av ananas.


Umframt spennandi ostarnar frá Arla Unika, borðreiddi John við tí leskiligasta føroyska tjógvi úr køkinum í Fútastovu og so dessert omaná.



Pál Weihe bjóðar John Gynter at verða vælkomin innar í fermenteraða føroyska universið við eini hugfarsligari røðu um matgerð í Føroyum fyrr og nú. Og nú hóma vit Tostatræið hjá Tóroddi Poulsen til høgru aftan fyri opnu hurðina til Víngarðin uppi í Tróndargøtu 31.


Leygardagin lat Víngarðurin upp í Tróndargøtu í Havn. Carl Johan Jensen og Bergljót av Skarði síggjast við opnu hurðina. Ein hugnalig og eksklusiv vínbarr, har dentur verður lagdur á dygd bæði innan vín og mat - men eisini list, lova tær báðar, Elsa Maria Holm Olsen og Kinna Poulsen.


Afturvið úrvalsvíni og mati av tapas slagnum ber til at uppliva skiftandi listaframsýningar í Víngarðinum, einar seks til sjey framsýningar um árið, sigur Kinna. 


Fyriskipari og eigari er Elsa Maria Holm Olsen, sum hevur hollar royndir innan gourmet mat- og vín, hon hevur verið stjóri á Rúsuni og eventfyriskipari og leiðari av fyritøkuni, Solea. Kinna og hon eru vinkonur, og undirvísa í donskum á miðnámi.


Kinna Poulsen stendur fyri listini í Víngarðinum, og er somuleiðis royndur kuratorur og listmiðlari. Framsýnda listin er til sølu.


Umframt vanliga virksemið er ætlanin eisini at skipa fyri ymiskum kvøldum og tiltøkum í Víngarðinum, har ljós verður varpað á list og vín. Heitið á fyrstu framsýningini í Víngarðinum við verkum eftir Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð, Poul Janus Ipsen, Andreas Schulenburg og Tórodd Poulsen  er Tað góða lívið, sum skrivað stendur á innvegginum omanfyri hurðina.


Nonfigurativi slóðari okkara, Hansina Iversen hevur málað eina røð av nýggjum málningum, ið tó at teir ikki eru stórir í vavi eru um at bresta av litum og skapum, sigur Kinna meðan Hansina brádliga stendur beint framman fyri mær. Her er so intimt og fantastiska nærverandi, at listafólkini verða partar av rúminum, sum elvir til kensluna av listaligum pop-up. Fantastiskt. 


Hansina Iversen (1966) er ein sannur meistari at seta saman kraftmikil og avgjørd skap saman við leitandi strokum og skuggum av formatiónum, ið daga undan og sum áhaldandi darra og skapa lív og spenning í myndarúminum. Hanni Bjartalíð (1968) hevur til framsýningina gjørt tvey hugtakandi verk, sum minna um hillar við ymislittum fløskuskapum. Hetta eru útskorin, málað refieff ið bæði eru myndandi og skulpturel. Sum vit áður hava sæð tað hjá hesum listamanninum, ið hevur havt stórar framsýningar bæði á Listasavninum og altjóða, so arbeiðir hann ofta serielt við myndevnum, sum við endurtøkuni tømast fyri sín vanliga realistiska týdning og gerast kensluborin og vøkur listaverk. Hanni Bjartalíð hevur eisini altíð verið hugtikin av boksum og teirra eginleikum at goyma og at vekja forvitni. Sum smádrongur fekk hann eitt seymiskrín við eini ørgrynnu av smáum rúmum, sum hann var ómetaliga glaður fyri. Hesin áhugin fyri rúmum og rúmdeiling er ógvuliga týðiligur í verkinum hjá Hanna Bjartalíð og í vøkru trærelieffunum er hann ítøkiliggjørdur. Poul Janus Ipsen (1936) er bæði málari og grafikari, men í grundini varð hann á sinni útbúgvin reklamuteknari. Ipsen hevur fleiri ferð samstarvað við litografin, Jan Andersson í Steinprenti bæði niðri og í Føroyum. Hansara myndir eru bara at síggja til realistiskar – men um mann hyggur gjølliga er ofta okkurt løgið í myndini sum til dømis pappeskjan í teirri annars føgru lýsingini av fruktum, grønmeti og hoyggi. Okkurt lívsjáttandi treiskt er yvir vøkru kompositiónini av kyrrlutum, sum vaksa fram úr bølamyrkri í eini skræddari pappeskju. Ein dreymakend surrealisma merkir tey sonevndu tostatrøini hjá Tóroddi Poulsen (1957). Tóroddur er fjøllistamaður og tað er eins og myndandi listin og poesiin tvinnast saman í verkum hansara soleiðis, at poesiin er myndrík meðan myndlistin er poetisk og hetta er í øllum førum galdandi fyri tostatrøini – smakka bara uppá orðið tostatræ og hygg at myndini av einum urtapotti við víngløsum, ið tó, at tey venda allar vegir, ikki missa sínar gyltu reyðu dropar. Andreas Schulenburg (1975) er í sínum myndum á somu surrealistisku leið við lutum, sum eru lýst í ovurstødd eins og í eini dreymaverð. 


Opið er í Víngarðinum hósdagar frá klokkan 15 til 23, fríggjadagar og leygardagar til klokkan tvey á nátt og sunnudagar frá klokkan 16 til 23.

Á heimleiðini minnir Finsen, Niels Ryberg Finsen, meg á friðfulla kvøldið mitt í upplivilsisríku Havnini. Fredlyst sigur minnistalvan meðan parnassið á Hafna sæst upp mót náttarmyrkrinum.