Skip to main content

Posts

Netflix ger tað aftur

Eftir eitt hálvt ár við ongum, slettis ongum, áhugaverdum filmi yvirhøvur, tørnar Netflix nú fyri við einum mafiafilmi, sum bara stroymingarrisin hevur havt ráðini til at gera lidnan. Einki annað filmsframleiðslufelag vildi fíggja ovurhonds dýra filmin, sum út á dagin í dag, mikudagin 27. november, varð leysgivin at síggja. Talan er um The Irishman hjá Martin Scorsese, sum letur okkum fylgja við, hvussu leikur fór um ólavsøkuleitið í 1975, tá amerikanski fakfelagsformaðurin Jimmy Hoffa (Al Pacino) varð fyribeindur, hvarv og aldri kom aftur í aftur. Sjey ár seinni, hin 30. juli í 1982, varð Jimmy Hoffa lýstur deyður at vera, in absentia. So løgið tað ljóðar, er tað fyrstu ferð at Al Pacino hevur spælt í einum Scorsese filmi. Stillføri høvuðsleikarin er Frank Sheeran (Robert de Niro), ið hevur eyðknevnið írin, tí hann er ein lítillátin og altíð álítandi arbeiðarpatriotur, sum er av írskari ætt, og sum frá líður fer at ganga blóðdryppandi ørindi fyri mafiafamiljuna Bufalin

The core task is storytelling

Fyri forlagið Sprotan tosaði eg í hálvan tíma við Jan Lamhauge um bókina Svik meðan Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum sunnudagin 24. februar. Nakað av fólki var møtt i høllini og bráddliga bleiv klokkan seks og tíðin var úti. Í prátinum vísti Jan á grundsjónarmiðið um at the core task is storytelling tá hann skrivaði bókina og annars arbeiðir við journalistikki. Trýst á myndina av bókapermuni niðanfyri og hoyr samrøðuna, sum varir hálvan tíma. Fyrr um dagin tosaði eg eisini við donsku Camillu Hübbe og útgávuleiðarin í Námi, Sigfríður Símunarson Sólsker, um bókina NORÐ , sum kom út á donskum í 2017. Tá varð hon vald at vera ein av 10 bestu bókunum við hesi grundgeving hjá Statens Kunstfond: "Ein øðrvísi frásøga um ragnarok, sum bjóðar unga lesaranum inn í verðina hjá norðurlendskari mytologi, og samstundis flættar frásøgan nakrar av avbjóðingunum í okkara samtíð væl inn í søguna. Samstarvið millum tekst og myndir er vakurt og máttmikið og gevur lesaranum eina meiri fullk

Reytt og vitalt

Fríggjadagin bjóðaði Torbjørn Olsen til framsýning við fjúrtan nýggjum verkum, sum í fleiri førum vóru bæði størri og sterkari enn avmálda rúmið í Steinprenti henda dag kundi bera, tí so nógv fólk vóru møtt at síggja virkna koloristin, ið sum eingin annar støðugt prógvar ósvitaligu styrkina í livandi listini. Øll vilja keypa og eftir lítlari løtu eru bara tveir málningar eftir, og ein long røð av bíbilska Emmaus -prentinum eru eisini seld. Tað er langt síðan at Torbjørn hevur havt søluframsýning. Tað er Fríða Matras Brekku, sum tekur ímóti ordrum. Rúmið darrar í reyða litbaðnum, og einu løtuna er sum í grind, tá Zacharias, Tróndur og Anker fella inn í ljóman av erotiskt glógvandi málninginum, sum ber heitið Reyða sofan . Tað er ikki bara reytt, men eisini tølandi vitalt. Jan Andersson beyð vælkomin til søluframsýningina og Drifa Hansen framførdi tveir sangir, sum í seinna førinum veruliga trýstroyndi akustikkin í fylta rúminum, meðan Johanne Andersson spældi und

Hvussu skulu vit, Guds útvalda heimafólk, feysa dagin uttan Ísrael?

Úr Miklagarði hepnaðist í fjør at keypa eina ísraelska SodaStream maskinu við omanfyristandandi frámerki um, at hon er gjørd í besta samstarvi millum arabar og jødar. Og hvat tá. Meir enn 20% av fólkinum í Ísrael eru arabiskir ísraelar, og teirra millum eru fleiri, ið kalla seg ísraelskar palestinar ella palestinskar arabar, tí tey ikki vilja brúka heitið Ísrael. Ja, skismaðið kann verða so ógvusligt, at ensktmæltir skúlar longur eysturi, púra strika Ísrael av kortinum. Í skúlabókini Middle East Atlas er Ísrael strikað av kortinum. Útgávan, sum telur 71 blaðsíður, er ensk og er umbiðin av enskum skúlum við Persaflógvan. Á kortunum er Palestine sett í staðin fyri Israel, og so síggjast Westbank og Gaza. Aftast er yvirlit við londum og fløggum. Millum Ireland og Italy er einki Israel. Í leitorðalistanum stendur gamaní Jerusalem, sum er heilagur býur hjá fleiri átrúnaðum, men Israel er ikki millum leitorðini. Soleiðis kunnu vit sáa split og gera tað, splitið, til kuranta handil