Skip to main content

The core task is storytelling


Fyri forlagið Sprotan tosaði eg í hálvan tíma við Jan Lamhauge um bókina Svik meðan Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum sunnudagin 24. februar. Nakað av fólki var møtt i høllini og bráddliga bleiv klokkan seks og tíðin var úti. Í prátinum vísti Jan á grundsjónarmiðið um at the core task is storytelling tá hann skrivaði bókina og annars arbeiðir við journalistikki. Trýst á myndina av bókapermuni niðanfyri og hoyr samrøðuna, sum varir hálvan tíma.


Fyrr um dagin tosaði eg eisini við donsku Camillu Hübbe og útgávuleiðarin í Námi, Sigfríður Símunarson Sólsker, um bókina NORÐ, sum kom út á donskum í 2017. Tá varð hon vald at vera ein av 10 bestu bókunum við hesi grundgeving hjá Statens Kunstfond: "Ein øðrvísi frásøga um ragnarok, sum bjóðar unga lesaranum inn í verðina hjá norðurlendskari mytologi, og samstundis flættar frásøgan nakrar av avbjóðingunum í okkara samtíð væl inn í søguna. Samstarvið millum tekst og myndir er vakurt og máttmikið og gevur lesaranum eina meiri fullkomna uppliving."


Nám hevur keypt rættindini til føroysku talgildu netútgávuna í tvey ár. Verkætlanin NORÐ byggir á norðurlendsku gudalæruna og Vøluspá, og er um veðurlagsavbjóðingar í framtíðini og ta felags søgu, sum er bundin saman við mentan og máli.

Rannvá Næs Hoydal hevur umsett til føroyskt.

Forna norðurlendska gudalæran og gloymdar náttúruverur fáa lív, tá ið 14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin. Á vegnum hittir hon tríggjar lívsklókar lagnugudinnur og íkornadreingin, Ratatosk, sum vísa henni veg niður í undirverðina Nivlheim. Her, djúpt inni í kjarnuni á jørðini er tann óndi drekin Niðhøggur í ferð við at gnaga lívsins træ,Yggdrasil, sundur. So við og við fatar Norð, at jørðin er við at ganga undir, og at hon er tann einasta, sum kann bjarga henni.

Royndir hava víst, at tað økir um lesihugin at seta tekst, myndir, ljóð og rørslu við músini saman. Tí er talgilda NORÐ væl egnað til børn og ung, sum ikki hava dirvi at fara undir at lesa, ella hava trupult við at lesa vegna orðblindni.

Í bókaprátinum henda illveðurs sunnudag klokkan eitt við fimtan møttum komu bæði Sigfríður og Camilla inn á týdningin at lesa fyri børnum, og at hava tey við til mentanarligar upplivingar. Camilla segði harafturat frá um skemtiligan, men eisini stravnan uppvøkstur og barnaár við foreldrum, sum vóru hyperkulturell.