- Týdningarmiklasta beint nú er at koma um málstrikuna, sigur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, ið stendur fyri hinum føroyska Matkalendaranum . Eg avmyndaði hana í Vágsbotni í summar, tá matmarknaður var beint fyri ólavsøku. - Í skrivandi stund eru vit á 57%, og vit hava til 13. november at savna og røkka teim 100%. Á hópfíggingarsíðuni hava vit skrivað eitt sindur um endamálið við Matkalendaranum og um málbólkarnar, og leggjast kann afturat, at kalendarin byggir á samrøður við heimildarfólk, sum dagliga takast við staðbundna matframleiðslu, so sum útróðrarmenn, kavarar, bøndur, bjargamenn og taraframleiðarar, sigur Sunniva. Lena Nicolajsen, sum sæst omanfyri, teknar allar matmyndirnar við hond, og hon sniðgevir eisini allan kalendaran. - Vit ganga høgt upp í burðardygd og góðsku, so kalendarin verður prentaður á hágóðsku endurnýtslupappír. Hann verður sniðgevin soleiðis, at hann kann hanga á vegginum í mong ár. Tað er ikki neyðugt at keypa nýggjan kalendara á hvørjum ári. Við hesu