Tað er ikki bara í bóndans garði at tað góða heystið sæst aftur. Íslendska Björk og norsku a-ha eru aftur frammi við nýggjum sangum, ið kanska eru teir bestu nakrantíð.
Og so er tað Netflix.
Erich Maria Remarque (1898-1970) skrivaði í 1929 skaldsøguna Im Westen nichts Neues um týsku krígsførsluna undir tí veraldarbardaga, sum okkara tíð hevur kallað hin fyrsta. Heitið er síðan blivið ein ímynd av støðuni, tá einki hendir. Alt er steðgað upp í stagnatión. Kanska eisini tí, at tíðindaflutningurin ikki megnar at siga almenninginum frá støðuni á hermótinum. Tí hvussu sigur tú frá um meiningsloysi, tá søgurnar skulu selja og kempa seg fram á ovasta bredda?
Tað eg veit, er hetta triðja filmaða útgávan av klassisku søguni um krígsins meiningsloysi. Longu í 1930, tá Hollywood var ein filmisk stórborg, gjørdi Lewis Milestone (1895-1980) eina enska versión av søguni, sum vann tvær Oscarvirðislønir. Milestone, ið gjørdist ein meistari á filmi, var russiskur tilflytari, Leib Milstein, føddur í Odesa í núverandi Ukraina. Og júst tað faktum ger søguna serliga viðkomandi at síggja beint nú, haldi eg.
Í 1979 varð eisini sjónvarpsfilmur gjørdur úr somu søgu, sum fekk Emmy virðisløn og henda minnissetning á plakatina: "They left for War as Boys, never to return as Men."
Havandi evropeisku krígsstøðuna í huga, er tað hugvekjandi, at sama søga aftur verður lyft fram sum upplýsing heldur enn undirhald. Og tað í hvørja stovu, sum sær Netflix.
Týski leikstjórin Edward Berger er føddur í 1970, og gjørdi í 2014 virðislønta filmin Jack um 10 ára gamla drongin, sum ikki er av ovastu samfelagsrókum.
Nú er hann rættstundisliga farin í krígssøguna hjá Remarque, sum varir hálvan triða tíma og krevur góða sjónvarpsstovu við góðum ljóði. Tí her skal skrúvast hart frá.
Av leikarunum kenni eg bara Aaron Hilmer og Daniel Brühl, sum var við í Good bye Lenin og Inglourious Basterds. Men høvuðsleikari í hesum antikrígsfilmi um kríggj er eysturríkski Felix Kammerer (f.1995), sum er ungi Paul Bäumer. Hann lýgur seg eldri, so hann í seinastu krígsárunum kann sleppa á hermótið at gera landinum heiður og æru og venda aftur sum tjóðskaparlig hetja. So fylt er høvdið við propaganda úr skúlastovuni, sum í øllum mentanum er tjóðarbyggjandi saman við kirkju og ídnaði, har politikarar, ið hava sæð endan, gera seg sterkar við at framelska kríggj.
Versjónin, eg hugdi eftir, var hin originala týska við donskum undirteksti. Ljóðið, tónleikurin, hvassa trummutrillan, ið eins væl kundi veri byrsuskot sum sirkustrumma, og røddin á demagogiska skúlalæraranum, sum er ein forsmakkur av Hitler, og so hin sarkastiski blásibjølgurin - tað er beint fram Ravlitt!
Nú er at fylla stovuna við filmaðum kríggi og so sløkkja, tá liðugt er. Aldri áður hevur filmur verið sterkari amboð at steðga kríggi í okkara heimsparti enn nú. Kríggj kann bara fyribyrgjast heima. Soleiðis er tað. Takk til Netflix fyri áminningina.
Netflix: All Quiet on the Western Front (Edward Berger Týskland, Bretland, USA 2022 148 min)