- Týdningarmiklasta beint nú er at koma um málstrikuna, sigur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, ið stendur fyri hinum føroyska Matkalendaranum.
Eg avmyndaði hana í Vágsbotni í summar, tá matmarknaður var beint fyri ólavsøku.
- Í skrivandi stund eru vit á 57%, og vit hava til 13. november at savna og røkka teim 100%. Á hópfíggingarsíðuni hava vit skrivað eitt sindur um endamálið við Matkalendaranum og um málbólkarnar, og leggjast kann afturat, at kalendarin byggir á samrøður við heimildarfólk, sum dagliga takast við staðbundna matframleiðslu, so sum útróðrarmenn, kavarar, bøndur, bjargamenn og taraframleiðarar, sigur Sunniva.
Lena Nicolajsen, sum sæst omanfyri, teknar allar matmyndirnar við hond, og hon sniðgevir eisini allan kalendaran.
- Vit ganga høgt upp í burðardygd og góðsku, so kalendarin verður prentaður á hágóðsku endurnýtslupappír. Hann verður sniðgevin soleiðis, at hann kann hanga á vegginum í mong ár. Tað er ikki neyðugt at keypa nýggjan kalendara á hvørjum ári. Við hesum vóna vit, at kalendarin verður eins væl móttikin, og bøkur sum Góðaráð, og at hann fær fast pláss í øllum føroyskum køkum, sigur Sunniva.
- Náttúran er livandi og veðurlagið er broytiligt, tí kunna vit eisini um í kalendaranum, at framleiðsluviðurskiftini kunnu verða ymisk hvørt ár. Til dømis er okkurt ár meira kalt ella vátt enn vanligt, og tað ávirkar gróðurin. Kalendarin er ein hentur vegvísi, sum leiðbeinir okkum um, nær vit kunnu vænta at fáa ymisu matvørurnar.
- Í skrivandi stund, meðan hópfíggingarátakið koyrir, arbeiða vit við at menna og gera kalendaran lidnan. Ætlanin er at prenta hann skjótast til ber, so fólk kunnu fáa hann í jólagávu. Skuldi tað hent seg, at vit vórðu seinkaðar við prentingini vegna alheimsstøðuna, fáa allir stuðlar eitt vakurt kort, ið Lena hevur teknað, sum kunnar um, at kalendarin er ávegis og at hann verður latin fólki beint eftir jól. Sostatt tryggja vit okkum, at okkurt vakurt og litríkt er at leggja undir jólatræið, sigur Sunniva.
- Vit hava somuleiðis lagt upp fyri at fyritøkur og stovnar kunnu keypa føroyska Matkalendaran í forsølu á hópfígging, og at hann tá kann nýtast sum gáva til starvsfólk, sigur Sunniva at enda og leggur nakrar tekningar hjá Lenu á borðið.