Netflix er komið aftur á beint og í dag varð The Good Nurse frumsýnd. Ein sosialrealistisk krimisøga um Charles Cullen (Eddie Redmayne), sum í 16 ár var sjúkrasystir á fleiri amerikanskum sjúkrahúsum, har lítið múgvandi fólk vóru so óheppin at enda, og mest sum eingin trygging, eftirlit og rættarskipan rakk. Bara handil við óvardum sjúklingum, sum koma inn og fara út. Cullen fær náttarvaktir saman við sjúkrasystrini Jessica Chastain, sum er hin stjørnan, ið ber filmin sum veruliga Amy Loughren, ið gevur søguni navn.
Longu í byrjanini síggja vit Cullen á stovuni, har ein sjúklingur er deyður, og hvussu tyngdur hann er, men hann er eisini ein ábyrgdarfullur samstarvsfelagi, ið eydnast at knýta seg til Loughren, sum er einsamøll við tveimum døtrum og hartil hjartasjúk, sum bara manglar fýra mánaðir at fáa tryggingina at rinda fyri dýru skurðviðgerðina. Blídliga lovar hann at hjálpa henni hetta trupla skeiðið, og so er fiktiónskarmurin lagdur um dokumentaristisku drápssøguna á friðarligu sjúkrahúsgongini í New Jersey um aldarskiftið.
Tveir løgreglumenn, sum avdúka fjaldu hendingarnar á sjúkarahúsunum, har alt verður gjørt upp í pengum, gera søguna sannførandi.
Danski Tobias Lindholm (f.1977), sum fyrr hevur leikstjórnað Kapring og skrivað handrit til vælsnaraðar filmar sum Jagten og Druk, hevur leikstjórnað fyri Netflix. Søgan byggir á samnevndu bókina hjá Charles Graeber, sum eisini skrivaði The Disappearance of Madeleine McCann, ið Netflix gjørdi til sjónvarpsrøð í 2019.
Eg fari avgjørt at viðmæla hesa týdningarmiklu og góðu søgu um The Good Nurse, meðan eg avgjørt ikki fari at viðmæla amerikanskar sjúkrasengur.
Biografaktuelli iranskt ella farsi mælti filmurin, Holy Spider, skrivar seg inn í somu siðvenju at lýsa veruligar drápsmenn í kvinnuumhvørvi um somu tíð. Tann hópdrápsmaðurin gjørdist hetja, tí hann segði seg vera á heilagari missión at drepa skøkjur í mest fundamentalistiska iranska býnum, Mashhad.
Veruleikin er ofta nógv sterkari og truplari at fata enn uppspunnu søgurnar.
Netflix: The Good Nurse (Tobias Lindholm USA 2022 121 min)