Skip to main content

Posts

Vetrarferia

Í seinastuni hava fólk strongt á, at vit skulu hava skipaða vetrarferiu. Tað hava tey í landinum, sum okkara skúlaskipan er úr, og vit gera næmingar til. Hetta er eisini tíðin, tá næmingar og onnur fólk kunngera á Facebook, at tey ferðast suður í heitari lond, og tey, ið søkja fjøllini, fara á skíferiu. Umframt tað skúlafyrisitingarliga aspektið, er mangt, ið bendir á, at vit hava brúk fyri einum persónligum mentalum skáa hesa myrku og illfýsnu tíð, so styttast kann um tyngjandi kensluna av vetri. Eftir at hava sæð Oscartilnevnda filmin Triangle of Sadness , Illsinnabitin, hjá svenska leikstjóranum Ruben Östlund, havi eg grundað yvir ferðavinnuna, og hvat hesin filmurin endar við. Hann er ein meistari at fáa fólk at undrast og ørkymlast, Östlund. Hvat legði filmurin upp til, og hvat man henda eftir at filmurin, sum er um ferðavinnuna, er liðugt hugsaður?   Verið avbrotin í filmiska tankanum um Illsinnabitan , sum er føroyska orðabókaheitið á ferðafólkafilminum - tað er illsinnisrukkan

Sakaris við nýggjum filmi

Sakaris Stórá, sum er kendur fyri vælumtókta spælifilmin Dreymar við havið (2017) og virðislønta stuttfilmin Vetrarmorgun (2013) og fyrsta Geytavinnaran Summarnátt (2012), ferð nú undir upptøkurnar til næsta føroyska spælifilmin.  Tað upplýsir Filmshúsið. Filmurin, sum skal takast upp i Suðuroynni í vár, hevur altjóða heitið THE LAST PARADISE ON EARTH.  Filmurin fylgir Kára, sum arbeiður á lítla flakavirkinum í heimbygdini, har hann býr saman við pápanum og yngru systrini, Silju.  Heimið hjá teimum hevur ikki verið tað sama síðan mamman doyði. Sorgarrakti pápin, ið er uppilagstur sjómaður, megnar ikki at taka sær av familjuni. Meðan flestu javnaldrarnir hjá Kára langtsíðan eru fluttir av oynni, ynskir Kári at verða verandi. Men tá pápi Kára brádliga fer aftur til skips, stendur Kári eftir við ábyrgdini av heiminum og yngru systrini, ið stríðist við ein gerandisdag, ið setur alsamt hægri krøv.  Samstundis er lívsæðrin í bygdini í vanda, tí lítla flakavirkið er við at tapa bardagan m

Eyði syngur við Evu

Fríggjadagin í næstu viku, hin 24. mars, gevur 29 ára gamli Eyði Horsdal úr Havn út fyrstu heildarútgávuna, Songs with Eva , sum er talmerkt LP pláta, ið eisini kann stroymast. Til FMA kappingina leygarkvøldið var Eyði ein av tilnevndu spírunum. Nýggja plátan, sum Tutl gevur út, er í sjáldsama vøkrum gate fold húsa, ið Mirjam Jørgensen hevur sniðgivið. Húsin hevur í mínum hondum ein taktilan líkleika við klassisku pláturnar Live at Leeds hjá The Who og Harvest hjá Neil Young. Tað kennist gott, at hava eina ordiliga LP plátu í hondunum aftur. Klokkan nýggju sama kvøld fer Eyði at hava almenna stovukonsert inni hjá Elini Brimheim Heinesen í Magnus Heinasonargøtu 8 mitt í býnum.  Útgávukonsertirnar byrja tó longu hóskvøldið fyri í Reinsarínum kl 20:00, og halda fram í sølubúðini hjá Tutl fríggjadagin kl 16:30. Dagin eftir, leygardagin 25. mars, eru konsertir í Listaskálanum kl 16:00 og kl 20:30 í Tøting í Gøtu saman við Bjarka Hansen. - Fríggjadagin, sjálvan útgávudagin, er lagt upp til

Hjartafilmur á Eiði

Heimildarfilmurin Heartist er ein skaldaborin og estetiskt gjøgnumførd myndalýsing av listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir, sum býr á Eiði. Eg avmyndaði hana í Kolshøll í skúlanum á Eiði í gjár, har filmurin varð frumsýndur og Ansy Høghamar, virkandi borgarstjóri, bar fram eina heilsan frá kommununi, innan Sigrun sjálv innleiddi og greiddi frá, hvussu hon fekk hug at mála og at hyggja eftir filmi.  Í filminum, sum nú tendraði, skrivar Sigrun seg ikki bara inn í staðbundna umhvørvið, tá hon í ljósareyðum klæðum sæst ganga runt Vatnið við smáu, hvítu hundunum, kastar seg á kalda bláman, spælir borðtennis móti manninum, Tordi, fer ein túr niðan í Koll, sum vit eins og svimjusenurnar síggja úr erva við dronu, poserar kult-realistiskt við reyða bilinum frammanfyri verkstaðnum hjá beiggjanum, Torleivi, ella kontemplerar í kirkjuni at síggja abban, Niels Kruse - men eisini við at vera kvinna í myndlistini, lokalt og altjóða, og sum virkandi myndlistakvinna at vera í ævigum dialogi við mammuna,