Skip to main content

Vetrarferia

Í seinastuni hava fólk strongt á, at vit skulu hava skipaða vetrarferiu. Tað hava tey í landinum, sum okkara skúlaskipan er úr, og vit gera næmingar til. Hetta er eisini tíðin, tá næmingar og onnur fólk kunngera á Facebook, at tey ferðast suður í heitari lond, og tey, ið søkja fjøllini, fara á skíferiu.

Umframt tað skúlafyrisitingarliga aspektið, er mangt, ið bendir á, at vit hava brúk fyri einum persónligum mentalum skáa hesa myrku og illfýsnu tíð, so styttast kann um tyngjandi kensluna av vetri.

Eftir at hava sæð Oscartilnevnda filmin Triangle of Sadness, Illsinnabitin, hjá svenska leikstjóranum Ruben Östlund, havi eg grundað yvir ferðavinnuna, og hvat hesin filmurin endar við. Hann er ein meistari at fáa fólk at undrast og ørkymlast, Östlund. Hvat legði filmurin upp til, og hvat man henda eftir at filmurin, sum er um ferðavinnuna, er liðugt hugsaður?  

Verið avbrotin í filmiska tankanum um Illsinnabitan, sum er føroyska orðabókaheitið á ferðafólkafilminum - tað er illsinnisrukkan yvir nasarótini, har tey trúðu at illsinnið sat, so vit kunnu seta knyklar í brýr - tá eg púra óvæntað síggi, at sitipláss eru eftir við Atlantsflogi tað beinu leið til Gran Canaria, knappar fimm tímar burturi, og tretivu hitastig á muni. Keypi uppá standandi fót eina fríviku, flogferðaseðil og kamar við morgunmati ovast í brøttu hotelllíðini í Puerto Rico. 

Nú kann verða nóg mikið at ferðast til mentalt avkláraðar mentabýir, nú vil eg kava beint niður í heita charterferiu og kanna hetta vinnuliga fyribrigdið. 

Fyrsta myndaevni er lyftan, elevatorurin, sum knýtur í endan á áðurnevnda filmi, ið eg vil mæla til at síggja afturvið eini charterferð, filmin altso. Hvørgi eru andsøgnir, men stuðla elegant upp undir fatanina av ynskinum um og upplivingini av ferðing hesa ársins tíð til heitari baðistrendur og nýggj matstøð.

Strendur at sóla sær við, gera útferðir frá og at sleppa at fiska í, eru fremstu aktiv hjá hinum ferðandi, sum býr á hotelli, etur á matstovu og kanska leigar bil. Alt hongur saman í einum tænastuvilligum kneppi, frá tí gerandisliga til tað meira sofistikeraða, ið vilja ganga hinum ferðandi til handa. 

Vinnan er so sjónlig, at øll støð her um leiðir eru hotell omaná hotell, oftast hvíttaði í svidna lendinum, so langt eygað sær. 

Hvussu nógv vinnan kastar av sær kann diskuterast, tí nógvastaðni sæst slit, ikki bara í taxabilum, men serliga í handilsmiðstøðum, har sjónligt er, at eingir pengar hava verið til viðlíkahald, tíansheldur nýmenning. Forfallið er skilliga sjónligt á tveimum handilsmiðstøðum, men ikki á nýbygdu Mogan handilsmiðstøðini, har lítið fólk er. 

Tó, tilboðini á matstovunum verða, har eins og her, borin av ferðafólkum, ið skulu eta døgurða hvørt kvøld, og uppliva okkurt, eitt sindur, men ikki ov staðbundið, innan tey leggja seg. Ferðavinnan víðkar um og stuðlar upp undir eina vinnu, serliga matstovuvinnu, ið yvirhøvur ikki hevði verið til, so sum vit kenna hana í dag, uttan eitt javnt og týðuligt rensl av útlendskum ferðafólki. Avbjóðingin er at finna javnvágina fyri allar partar og vóna, at fólkið á staðnum fær nakað sjónligt og opinbart burturúr, og ikki bara fleirtjóða fyritøkur, ella miðsavnaðir aktørar, um tað so snýr seg um gisting, útferðir, bilaleigu ella ølsølu. 

Og meðan tú grundar yvir um ferðavinnan hoyrir til í framkomna heiminum, og ikki er best í tilafturskomnum londum, har hin mentaði úr yvirstættini keypir sær rætt at møta tí óskúlaða og minnimentaða, møtir tú grøntklæddum fólki, sum heldur sær so nógv at gamni, at tú mást spyrja, hvat er á vási. 

Jú, tað er pátriksdagur, siga tey. - Vit eru ein stórur bólkur av írskum arbeiðarum, sum í nógv ár hava arbeitt her, sigur ein, sum í seytjan ár hevur búð í Puerto Rico. Eftir brexit, er ikki so lagaligt hjá bretum at verða her longur. Sum ES borgarar hava vit frítt at fara á arbeiðsmarknaðinum, sigur hon væl nøgd.

Norska Diana, sum hevur ommu í Senja í Noregi, og gevur okkum eitt sámiskt ørindi, bjóðar fram eitt leigumál suðuri í Anfi, sum fyrr var timeshare, men nú bara kostar dagsgjald fyri ein, óansæð hvussu mong gista. Marknaðurin er um at bresta av byggivirksemi og nýggjum løtutilboðum.

Fram við strondini í lítla býnum Puerto Rico er ein røð av matstovum, har niðari endi er opin móti vegnum og sandstrondini, akkurát sum tað eigur at vera eitt suðurlendskt summarkvøld, hóast vit í allari verðini skriva mars. 

Tær báðar fyrstu matstovurnar, Fran’s Gourmet, og Oscar’s & Aguaviva, eru tær bestu. Eg fái smakk fyri langostinos al ajillo, sum eru stórar rækjur í sjóðheitari hvítleiksolju, ein spesialitetur, sum sæst allastaðni, men aldri so góður sum í oljuni hjá Fran’s. Høvuðsrætturin er lomo bacalao, lættsaltaður toskur við føstum smáum eplum, sum óflust eru rullaði í beykon.

Kanariufugl, stoktan í osti, vil eg ikki hava. Hann er nummar 507 í matskránni. Eina løtu hugsi eg um ferðafólkini, sum koma higar, og hoyra, at vit ikki bara eta lunda, men eisini kelidjórið Flipper, og drepa tey, so blóðið flýtur, bara fyri at vit ómentaðu og kjøtetandi fólk kunnu fáa mettuna. Matur er ikki sum at siga tað. 

Stendur hugurin til at eta aðrastaðni, so eru ráð fyri tí. Ovast á Tripadvisor og eisini á Fork, er Restaurante Que Bien, við tíggju borðum í einum hjallara fyri endan á vegnum Tasartico longur uppi í líðini, har improviseraða barrin Crazy Horse er við inngongdina. Útsýnið er perfekt, alt er reint og nossligt, og Sofia, sum er onnur av kvinnunum, ið rekur matstovuna á triðja árið, er serstakliga fryntlig. 

Sofia borðreiðir við toski í krokettum, rækjum í panko raspi, lambskjøti í ravioli og einum standandi risastykki av tunfiski. Afturvið er lokalt hvítvín og omaná er dessert. Higar kemur tú neyvan uttan at vita av hesum staði, sum er heilt okay. Rættirnir kundu verið nakað markantari í smakki, men tænastan og útsýnið er so gott, at tilsamans er hetta framúr fyri føroyska ferðafólkið, ið vil sleppa úr skandinavisku fólkamongdini eina løtu.

So liggur leiðin heimaftur til Føroya. Boarding pass fæst á sjálvum flogvøllinum, tá tú vísir passið. Akkurát sum fyrr, tá tænasta var persónlig, og ikki sum í dag, nú alt er flutt út á netið hjá tí einstaka at avgreiða og hava ábyrgdina av. Tankin um, at alt var betri fyrr, hongur í luftini, nú vit sleppa hitanum í Gran Canaria og venda mót vetrarkøldu Føroyum.

Má siga fyri meg, at kenslan av at stíga inn í flogfarið herheima, og koma akkurát har til, eg ætlaði mær, er óbetalilig, so góð er hon. Og øvut eisini. Við hesum møguleika er vetrarferia eitt gott uppskot. Tað er tá, at tørvurin er størstur at løða battaríini.