Heimildarfilmurin Heartist er ein skaldaborin og estetiskt gjøgnumførd myndalýsing av listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir, sum býr á Eiði. Eg avmyndaði hana í Kolshøll í skúlanum á Eiði í gjár, har filmurin varð frumsýndur og Ansy Høghamar, virkandi borgarstjóri, bar fram eina heilsan frá kommununi, innan Sigrun sjálv innleiddi og greiddi frá, hvussu hon fekk hug at mála og at hyggja eftir filmi.
Í filminum, sum nú tendraði, skrivar Sigrun seg ikki bara inn í staðbundna umhvørvið, tá hon í ljósareyðum klæðum sæst ganga runt Vatnið við smáu, hvítu hundunum, kastar seg á kalda bláman, spælir borðtennis móti manninum, Tordi, fer ein túr niðan í Koll, sum vit eins og svimjusenurnar síggja úr erva við dronu, poserar kult-realistiskt við reyða bilinum frammanfyri verkstaðnum hjá beiggjanum, Torleivi, ella kontemplerar í kirkjuni at síggja abban, Niels Kruse - men eisini við at vera kvinna í myndlistini, lokalt og altjóða, og sum virkandi myndlistakvinna at vera í ævigum dialogi við mammuna, Brynhild.
Tá Sigrun tíðliga í filminum, sum varir ein knappan tíma, kemur inn í gongina, er ein fotomynd av mammuni fyri endanum. Hon snarar inn í køkin, og vit síggja mammuna og hendurnar. Tá er tað, sum um faldaðu móðurhendurnar eksplodera, soleiðis filmiskt í frásøgnini, har vit einu løtuna eru í barnaheiminum yviri í Gjógv, og so fara við førninginum frá mammuni niðan í Koll, har Sigrun nú býr, og málar á Hvítakletsvegi.
Ein av mest hugtakandi lyklasenunum er, tá hon sær Slættaratind og málar á glas, sum var tað køksgluggin, og einu løtuna steðgar og undrast, tá ein sprekka verður í fjallinum. Ein íbygd surrealisma er í tí naivistiska, sum hon sigur, at lýsa seg sjálva. Hon er naivist og surrealist.
Og beint sum eg eri hugtikin av ítøkiligu filmisku sprekkuni í fjallasøguni, fara smálutirnir í málningunum, fuglarnir, børnini og krossarnir úr køkinum yviri í Gjógv á flog sum animatiónir og liva teirra egna lív í skaldaborna og estetiskt væl gjøgnumugsaða heimildarfilminum, Heartist. Djarva filmiska avbjóðingin, at lata gerandisligar og sosialrealistiskar filmsupptøkur úr túninum møta teknifilmi, og skapa eitt nýtt flog, havi eg aldri sæð fyrr í føroyskari films- ella sjónvarpsgerð. Júst hetta lag og jaður í filminum, animatiónirnar, geva filminum eitt sereyðkenni, sum innikapslar myndaverðina hjá Sigrun.
Rógvi Rasmussen og Jón Hammer, sum við KYKmyndum man hava framleitt tað besta av føroyskum filmi, siga, at tað eru leikstjórarnir, Beinta á Torkilsheyggi og Marianna Mørkøre, sum eiga hugskotið at animera listina hjá Sigrun í brotum.
- Tað er bæði fyri at livandigera listina hjá Sigruni, og fyri at taka áskoðaran við inn í hendan heimin, sum Sigrun skapar við síni list, súmbolum og blandaðu støddarforholdum. Tey brotini, sum eru animerað, eru knýtt at tí, sum verður sagt í filminum, men tankin var eisini at geva áskoðarunum eitt frírúm, har tey bara kunnu vera í listini og vera í upplivingini eina løtu. Sjálvar animatiónirnar hevur bretska Katy Beveridge gjørt. Katy hevur lisið á Central Saint Martins í London, saman við Heidi Andreasen av Eiði. Beinta, Marianna og eg hava øll trý búð í London eitt tíðarskeið, og soleiðis er alt knýtt saman, sigur Jón eftir filmsýningina á Eiði.
Eitt annað sereyðkenni við filminum er, hvussu litirnir eru valdir og settir saman, so hvør sekvensur kennist sum eitt tableau, ein myndlistarlig uppseting, í einum úrvaldum liti. Estetiska valið førir eisini til, at tá drotningin skal hava umbidna málningin frá Sigrun, síggja vit bara umhvarvið av hennara hátign, Margrethu drotning, sum situr fremst í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Tað er Sigrun, sum er í fokus og ljósið verður varpað á. Og so er tað tónleikurin hjá Ólavi Jákupssyni.
Alt samalt verður borið á veingjum, so hesin filmurin verður hugtakandi, sum eingin annar heimildarfilmur eg havi sæð. Her verða allar framleiðslukreftir og filmisku listardygdir settar saman at siga søguna um Sigrun, sum í Eiðistúni er beint fram einføld, men úr ervasýni, knýti til mammuna og familjuna, og í smáu ferðunum, sum úti í heimi forloysa stórar myndir - sum grønlendska drongin, ið ikki stóð til at bjarga, og heimligu sorgina at missa svigarinnuna - setur tilveruna í perspektiv, so hvør smálutur gevur meining, okkum, sum hyggja til upplivingar, ja onkur segði signingar, so stillisliga sterkur er hjartafilmurin, ið hevur fingið vælvalda heitið Heartist, at lýsa málaran, sum málar við hjartanum.
Heartist er tann føroyski filmur, sum í filmiskum frásøgukynstri kann røkka longst út í verð.
Heartist verður frumsýndur úti í heimi á filmstevnuni CPH:DOX sunnudagin 19. mars. Í Føroyum verður Heartist frumsýndur almenninginum í Filmsfelagnum, mikudagin 5. apríl, tá Sigrun, Beinta og Marianna fara at greiða frá og svara spurningum.
Til lukku við filminum og takk fyri frumsýning, har Slættaratindur bleiv nekarakyss, sum vit fyrr søgdu. Eisini fekk eg mynd av høvuðspersóninum, Sigrun, framman fyri filmsplakatini.