9.2.12

Bládýpið í eygsjón


Nú verður nýumvælda bingjuinstallatiónin hjá Tróndi Patursson, Bládýpið, aftur at síggja. Tað var sjón fyri søgn í dag, tá eg hitti Trónd og sonin Brand, sum gjørdu klárt í søguligu bingjuni, sum nú stendur niðanfyri gamla endan á Listasavninum út móti Gundadalsvegnum.


Úr bingjuni verður gjørd ein gongd, so gangast kann inni, millum lítla tilbygningin, sum higartil mest hevur verið goymsla, og Bládýpið.


24. februar skal alt standa liðugt. Sama dag klokkan 17 verður framsýningin Hinumegin Blátt, við verkum eftir Trónd, latin upp. Leygardagin 3. mars verður prát millum Trónd og stjóran í Listasavninum, Nils Ohrt. Framsýningin Hinumegin Blátt letur aftur 22. apríl.

Mentanarnáttina 28. mai 2010 var avtala gjørd millum Listasavnið og listamannin, at savnið skuldi eiga Bládýpið eftir at tað var umvælt og sett við Listasavnið.