Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2024

At ferðast í Føroyum í juli

Tað er juli, hægsta feriutíð og veðrið er gott. Ja av tí besta, gloyma vit onkran regndag. Eftir at hava koyrt í bili úr Havn til øll tey landføstu støð, har flestu ferðafólk plaga at savnast, kann ikki sigast annað, enn at ferðavinnan órógvaði ikki okkum. Tvørturímóti tykist ferðavinnan vera drívmegin og orsøkin til, at vit hava so vakrar bygdir, sum var tað kongavitjan. Kanska er hon bara tosað niður, føroyska ferðavinnan, uttanfyri Havnina. Við vinum og familju havi eg seinasti tvær vikurnar, fyrru helvt av juli, koyrt til Kirkjubøar, Saksunar, Gásadals, Sands, Skálavíkar, Tjørnuvíkar, Funnings, Gjáar - og Runavíkar.  Alt er væl skipað, teir fáu bilar, sum síggjast vera úr útlondum, parkera har ásett er, og leigubilar koyra og parkera eins hampuliga. Øll fotografera, ofta við stórari útgerð, men øll og altíð á ein siðiligan hátt. Inni í Múrinum spyr ein italskur fotografur um okkurt, og vit tosa um Mamyia myndatól, sum hann brúkar, digital og analog. Eingin drona. Einasta, ið snurra

Hví gavst fremsti filmsummælari á Weekendavísini?

Bo Green Jensen mynd frá Facebook Í dag skrivaði eg til Bo Green Jensen, at spyrja um eg í takksemi kundi gera ein blogg úr okkara privata samskifti í fjør, um arbeiðið á Weekendavísini, og hví hann gavst at ummæla film.  Tað er einki at taka seg aftur í, at Bo í mínum optikki er millum bestu ummælarar av filmi í eini perlurøð, sum byrjaði við Derek Malcolm á The Guardian, sum eg møtti á filmstevnu í Havn í 1989. Seinni bleiv tað Peter Bradshaw, ið tók við sum ummælari á somu avís og enn er tann, vit meta okkum eftir, tá filmar skulu setast á skrá í Filmsfelagnum.  Men øll hesi árini hevur norðurlendska eygað út í allan tann víða heim av filmi og filmreferansum verið tað hjá Bo Green Jensen. Ein vitanarskansi og miðlari av filmi úr øllum heiminum, so hvørt nýtt varð at frætta úr øllum heraðshornum undir hvíta løriftinum.    Tað var gamaní at gera ein blogg, og niðanfyri kemur fyrst svarið frá í dag og so tað frá í fjør, sum eg latið standa óumsett við Bo'sa egnu orðum, tí tað nemur