Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2024

How to read Faroese

Thanks to Google Translate this already Google based blog now can be read in English and all other languages active in the service.  Just copy the blog's URL into the box 'Website' as shown above.  Then you can read one of the smallest languages, spoken by 55.000 people living in the Faroe Islands, in your way and your rhythm.  Please observe that errors can occur when the translation is made by a machine.  Enjoy the reading of four thousound Faroese blogposts written in nearly twenty years.

Føroyskt á Google Translate

Sum uppslagið hjá Google Translate sigur í morgun, er føroyskt nýtt mál, sum týðast kann í og úr í hesi heimsfevndu tænastu, sum gongur úr Mountain View í California. Tá The Google Book Project var í sving í Føroyum og Evropa, hildu vit ólavsøku har. Hann, sum skrivaði okkum inn í leitirisan, ið er næsti granni hjá NASA, æt Evensen, Kristoffer Evensen, búi í Dublin, er av norskari ætt og stóð til at arva ein seglbát frá foreldrunum, sum at De Fortapte Sillemenn, báturin altso. Kristoffer legði mær lag á, hvussu ymsar funkur kundu brúkast í einum bloggi, sum var og enn er á føroyskum. Tað var ein serstøk uppliving at verða boðin inn í mileterhemmiligheitina, Google, og har fáa eina nærum fysiska fatan av, hvat arbeiði er fyri nakað. Ein ógloymandi uppliving frá 2008, sum nú stóð ljóslivandi fyri mær, nú føroyskt mál í dag hevur fingið innivist í Google Translate. Her er slóðin til vitjanina hjá Google. 

At fylla á Facebook

Takk fyri heilsanir, øll tit, sum ynsktu mær til lukku á 67 ára degnum í vikuni, sum fór. Og so kemur eitt slag av einum diskleymara: Síðan ársskiftið havi eg lovað mær sjálvum, ikki at senda føðingardagsheilsanir til nakran av mínum Facebookvinum.  Okkurt undantak hevur tó verið, treyðugt so.  Men eftir stendur, at nú eg sjálvur fylli, fái eg ein fjórðing av heilsunum eg fekk í fjør. Og árini fyri.  Alt hevur sín prís.  Ynskir tú nógvum til lukku, fært tú sjálvur nógvar føðingardagsheilsanir aftur.  Tað er sum hin vísi Prædikarin sigur: ”Kasta breyð títt út á vatnið; tí at langa tíð eftir skalt tú finna tað aftur.”  Men tað var ikki mongdina eg hugsaði um, heldur ikki breyðið og vatnið.  Tað var brúkta tíðin uppá at kasta á vatnið, tað er at skriva heilsanir, hvønn morgun til teir Facebookvinir, sum enn eru okkara millum. Tí alt hevur ein enda. Eisini real life og tykislívið á Facebook.  Hinvegin, so er tað serstakliga gott fyri heilan og tankavirksemið, sum ein eldist og stadnar, at

Fiskaborð við útsýni

Hvønn fríggjadag er fiskaborð á ovastu hædd á Hafnia. Borðreiðingarnar eru tvær og útsýnið er tað besta í býnum, fyri ikki at siga í landinum. Í dag er grønlendskur tjóðardagur, og tú sært út á Reyn, oman á kirkjuna og niðan til amtmannin. Panorama er rætta heitið. Fyrst fyri á fiskaborðinum er laksurin við krabba og rækjum. Amy Hansen er fryntliga kvinnan, ið borðreiðir fyri okkum, og kokkar eru Øssur Andreassen og Rúni Rasmussen. Karmurin er buffét, sjálvtøkuborð, sum merkir at tú sjálv ella sjálvur tekur uppá tallerkin innan ásetta tíðarkarmin. Tá er at velja og dosera ikki bara rætt, men eisini hóskiligt, so máltíðin í allar mátar verður í minsta lagi passandi og kanska eisini stuttlig. Eg byrji við hummarasuppu, sum kanska er tað besta, og einum glasi av chardonnay. Og so fari eg eftir lippum, makreli og turrum tvøsti. Var tað í Nyhavnini í Keypmannahavn, hevði eg sum tað fyrsta fingið mær ein væl kryddaðan snaps afturvið. Men her er tónin meira andektigur og siðiligur. Kanska er

Arbeiðsgleði úr Filipsoyggjum

Mart Manuel er yvirtænari á matstovuni Húsagarði á Hotell Brandan í Gundadali í Havn. Á enskum, men við snøggum føroyskum kurteisisorðum, vísir hann okkum fryntligur og fakliga stoltur, inn í Gilið, sum er svalligi vínkjallarin á hotellinum. Vit eru eina hædd niðriundir móttøkuni har tey sum í útlondum bjóða gestum eitt ókeypis vinglas millum fimm og seks. Mart arbeiddi á fimmstjørnaðum hotelli í filipinska høvuðsstaðnum Manila, har hann fekk tjansin at borðreiða fyri Imeldu Marcos, mammu núverandi forsetan. Tá ringdi vinmaðurin, Kristian, sum á sama hátt hevði borðreitt fyri pávanum. Hann var í Føroyum og arbeiddi hjá Katrinu. - Soleiðis kom eg til Føroya og búgvi undir Heygnum við konu og tvey ára gamla soninum. Við hann tosið eg helvt um helvt tagalog, sum er mítt móðurmál, og so enskt. Nú bíði eg bara eftir vøggustovuplássi, sigur Mart, og leggur seg eftir at siga føroysku orðini úr tænastuvinnuni á so skilligan hátt, at eg má rósa honum fyri framburðin. Vit tosa um integratión og

Gávubryggj frá einum vini

Í dag smakkaði eg hesa føroysku bjór, Black Cherry, sum ein, ið eg kenni, hevur bryggjað og handfarið saman við øðrum bryggjarum í drúgva tíð, so smakkurin er blivin mjúkt rundleittur men við kirsuberjasmakki í miðdeplinum. Etikettin, ið er gjørd við vitlíki, lýsir væl innihaldið og gevur eisini eina góða uppskrift, hvussu henda sterka øl best verður skonkt og nýtt. Í gávuheilsanini sigur bryggjugevarin, at hetta er ein privatur portari, sum varð stoyttur í gamlar kirsuberjatunnur, ella cherrytunnur, sum sagt verður á enska fakmálinum, tá blaðast skal upp í katalog. Og so eru kirsuber blandað uppí. - Tá bryggið hevði staðið í tunnu í trý ár, var tað koyrt í seks hundrað fløskur, og nú er eitt hálvt ár umliðið, til tú fært hesa fløsku inn á borðið at smakka. Ger so væl! Eg opni belgiska bryggjuproppin. Framúr angi, sum myrkur og væl vigaður liggur leingi á og fær meg tortrúgnan enn einaferð at seta nasarnar niður í glasið, so góður er hann, mettaði angin, sum ikki á nakran hátt er ágang

Fullur av kærleika - eitt ummæli

Justinus Eidesgaard avmyndaður í Havnar Bio, har Filmsfelagið mikukvøldið vísti nýggja filmin "Fullur av kærleika" og Súsanna O. Skaale innleiddi sýningina   Fullur av kærleika er heitið á mest vitjaða filmi í skránni hjá Filmsfelagnum í ár. Hetta er eisini mest sæddi filmur í Danmark. Høvið er at síggja hann aftur í Havnar Bio í annaðkvøld. Við upprunaheitinum "Fuld af kærlighed" er filmurin ein sosialrealistisk og í løtum eisini terapeutisk samtíðarlýsing av einum húski, sum búskaparliga er væl fyri, foreldur og trý børn, og hvussu tey øll verða rakt, tá maðurin í húsinum er bundin av drykkjuskapi. Ein annarleiðis tilgongd enn í Oscarvirðislønta "Druk", har Lars Ranthe eisini var við. Her ummælir Justinus Eidesgaard filmin: Fullur av kærleika Eitt ummæli  Ein grípandi donsk filmsperla, um drykkjuskap, sum fekk meg at tára og kenna meg aftur, eitt sindur skammfullan.  Rúsdrekka er fantastiskt og fær fólk at kenna seg væl. Rúsdrekka fær fólk at kenna seg e

Portrið burtur

Ímyndin av ljótasta grammleika, portrið í Saksun, er nú burtur. Men bara gjaldsportrið og terminalurin í vinstru síðu av hesi monumentalu betong- og stálinstallatión við myndatóli og píkum omaná. Portrið sjálvt stendur eftir á vegnum, sum longu frammanundan var eitt grefligt inntriv í lendið, sum vit allastaðni siga okkum vera so eym um, lendið, sum ferðafólk fáa skyldina fyri at fara so illa um. Lendið, sum skribentar spæla sær við yvir tolnum pappíri á skriviborðinum, helst í høvuðsstaðnum, har mest er at oyðileggja.  Meðan verkfallið lærdi okkum, at gjógvin millum láglønt og hálønt er størri enn nakrantíð og alsamt veksir, so er hárfína markið millum varðveitan og oyðileggilsi blivið eitt politiskt livibreyðsmál í sær sjálvum.  Áirnar koma altíð aftur er nýggjasta sosialdemokratiska uppáhaldið, fái eg at vita í Degi og Viku eftir sólskinsferðina í Saksun. Havi aldri áður sæð hetta heimagjørda stavnhaldið hjá Javnaðarflokkinum í Havn. At áirnar altíð koma aftur. Mylláin og Breiðá eru

Sofía Nolsøe Mikkelsen og Jegor Venned høvuðsleikarar í No Rest for the Wicked

- Eg gleði meg at fara í holt við hendan filmin. Tað er altíð fantastiskt at koma heim og spæla sjónleik á føroyskum, og so er hetta eitt ótrúliga spennandi projekt, sum eg eri sera fegin um, at vera ein partur av. Tað sigur Sofía Nolsøe Mikkelsen, nú hon kemur til Føroya at spæla við í nýggjum filmi. Tað er kærleiksfilmurin, No Rest for the Wicked, sum eisini er ein ræðufilmur, ið fer fram í Føroyum í 1870’unum. Rasmus Birch hevur skrivað handritið og Kasper Skovsbøll er leikstjóri. Stóra felagið, SF Studios, sum hevur gjørt aktuellu sjónvarpsrøðirnar Oxen, Sygeplejeskolen og Badehotellet, og biograffilmar so sum Pagten, samstarvar við Kykmyndir um framleiðsluna.  Kykmyndir stóðu handan fyrstu føroysku krimirøðina, TROM, og hugtakandi heimildarfilmin Heartist, sum hevur verið runt allan heim. Føroyska framleiðslufelagið boðar frá, at skjótt kemur nýggi filmurin hjá Sakarisi Stórá, Seinasta paradís á jørð í biografarnar eftir at hann hevur verið vístur á altjóða filmstevnum. Undanframl

Journalistar ganga inn fyri sensuri

Høgni Mohr og Ragnar Winther Eliansson práta í Sørvági (Mynd KVF) Í øðrum londum hava tey eina fungerandi pressu, sum á øllum økjum gevur fólki ein møguleika ikki bara at fylgja við, men eisini at úttala seg sum medborgarar. Hvønn dag skulu tey, haldarar og hyggjarar, lurtarar og lesarar, fáa innlit í kompleks viðurskifti. Hjá læraranum er skúlastovan karmurin, hjá journalistinum er publiseraða pressan virkisøkið.  Ikki minst í almannamiðilinum, Kringvarpinum, sum er á fíggjarlógini, tí vit sjálvi, gjøgnum tey, vit hava valt at umboða okkum, samtykkja í, at tað skal verða so. Public Service fíggjað av okkum sjálvum og ikki sett til sølu á hvørjum horni bara tað lotar av hanakjafti, fyri at sitera ein løgmann. Men so hendir tað, at eitt nýtt miðlaprodukt, fleiri sendingar hjá Høgna Mohr, sum kanska í so hástemtur tosar við ein bilmekanikara á bygd, verður heglað niður av einum journalisti. Í somu løtu verður hann stuðlaður av einum øðrum journalisti á Facebook. Í journalistiskum høpi er

Mentanarnáttin á telefonini

Alla hesa øldina hevur Mentanarnátt verið fyrsta junifríggjadag í Havn. So nógv tiltøk hava savnað so nógv fólk í miðbýnum, at dagurin verður kallaður lítla ólavsøka. Tað sæst aftur í ár í tíðindaskrivi frá fyriskiparanum, sum er Visit Tórshavn, ið fyrr kallaðist Kunningarstovan hjá felagnum Tórshavn.  Dagurin er rokaður við events, tiltøkum, har øll, í fólkaræðisliga medborgaraanda kunnu melda seg í kórið, tí tey halda seg hava nakað at vísa fram, ella gera vart við í býnum, her flestu búgva - og fleiri pendla til og frá fyri at arbeiða - lata dyrnar upp og fevna summarinum við virksemi. Eitt framúr høvið at lata stongar dyr upp og vísa, hvat tú fæst við, helst øllum at gagni, men vit vita tað ikki, tá virksemið verður hildið í tí dulda og ongantíð møtir almenninginum. Mentanarnáttin er høvið hjá afturlatnum stovnum at sýna social responsibility, grípa dagin, og leita til latínska hugtakið carpe diem. Síðan byrjan hevur tað verið ein avbjóðing fyri skránna at upplýsa um innovativ tilt

Midashús í miðbýnum

Høgni í Útvarpinum ber okkum í dag dokumenteraði boð um, hvussu gullhúsið hjá Gullaki í Bøkjarabrekku fer at síggja út. Stikk denn. Tað kann eingin annar gravandi journalistur í allari føroysku verðini, uttan Høgni, hóast vegurin er hin mest trafikeraði í landinum.  Og á myndini síggi eg, at ert tú ov bráður at koyra út frá Midasborgini hjá Gullaki í brekkuni, so rennir tú teg beint í mammonitisku ognina hjá Havnar Arbeiðarafelag, sum er - ikki í likvidatión - men í gullfongdum verkfalli. Løgið, sum tankar og forsjónir um at nema við gull kunnu korrespondera. Hvussu dustutar gøtur vit enn hava gingið, korresponderar alt fyrr ella seinni við fyrigyklaða tankan um gull.  Í latentum mótmælisanda fari eg beint at spæla áminniliga sangin hjá Hollies um King Midas in Reverse, har unga plátuskaldið, Graham Nash, bara 25 ára gamal, gongur djúpt í seg sjálvan, og minnir hana, sum fyri honum í løtuni er gull, hvussu hann broytir alt, so tað verður til einki annað enn dust og jarðiskt ógull. Kóri

Summarið er komið

Tað sæst í kvøld, nú Norrøna kom fullfermd á Havnina við kampingvognum og bilum. Fleiri enn nakrantíð, eftir plássinum yviri við Strond at døma. Tað er í hvussu er fyrstu ferð, eg havi sæð útlendskar kampingbilar standa sunnanfyri grøna tjaldingarvøllin, tað er á gamla Bukkevald. Tíðin á árinum er sum amen í kirkjuni eitt vælsignilsi hjá teim flestu, tí innvinningarárið er liðugt, og frítíðarlønin komin. Nú kann verkafólkið aftur ferðast í fólksliga andanum hjá Spies, um ikki betri stillaðir bólkar í samfelagnum, tað eru teir við hægstu lønarhækking, forkoma hesi smølu útrás, tí vandin fyri verkamannaútláti er í teirra optikki ovurhondsstórur.  Men í innskrivingarhøllini á flogvøllinum fekk eg herfyri at vita, at kollektivu Føroyar hava besta Ginital í verðini. Stættarsamfelagið er avlýst og vit eru javnasta skipan av øllum samfeløgum. Fløt sum pannukøkan. Tað sigur Ginitalið.  Heimildarfólkið dagførir súlubonusið, so samfelagið aftur kann verða javnt og álinju.  Hugsi við mær sjálvum,