Skip to main content

Posts

Showing posts with the label undirvísing

Føroysk mineral & grótsløg

  Týskvøldið kom jarðfrøðingurin og trummusláarin, Uni Árting, á gátt við nýggju bókini Føroysk mineral & grótsløg , sum hann hevur skrivað saman við starvsfeløgunum Barbaru Biskopstø Thorsteinsson og Lis Mortensen, og arbeiðsplássið hjá teimum, Jarðfeingi, gevur út.  Grafikkinum hevur Barbara staðið fyri, ein tættpakkaður stílur, vit kenna frá altjóða náttúrufrøðiligum tíðarritum.  Stuttligt, at eitt alment arbeiðspláss kann, megnar og vil standa saman um eina snøgga og fakliga útgávu, eitt hondfast produkt við 254 blaðsíðum, alfabetiskum orðalista aftast, og einum forstáiligum yvirlitskorti, jarðfrøðikorti, í einum plastlumma inni í bakpermuni.  Eitt fyrimyndarligt fólkfeingiligt, human resource, átak. Tá eg taki snøggu brúksbókina í hondina og vendi henni, síggi eg greiðu boðini um, at avrikið er føtt í kærleika og dyrkað millum nørdar í fleiri ár, kanska fimtan, tá Uni og onnur gjørdu eitt rulliskáp við gróti til undirvísing.  Boðini, ella ábendingin, um...

Góður filmur til undirvísing

  Vegurin heim - ein danskur filmur um radikalisering Haldi, at danski filmurin "Vejen hjem" er alt ov góður og aktuelt viðkomandi til ikki at brúka í skúlanum, nú hann bæði er virðisløntur og tøkur til undirvísing. Tí deili eg hetta uppskot um at brúka filmin í undirvísingini. ”Vejen hjem” vann í ár áskoðaravirðislønina, Årets Svend á filmsdøgum í Svendborg, sum Foreningen af Danske Filmudlejere hvørt ár skipar fyri. Felagsskapurin umboðar allar filmsútleigarar í Danmark, og ger soleiðis av, hvørjir filmar koma í donsku, føroysku og grønlendsku biografarnar. Tá nýggi danski filmurin varð sýndur í Føroyum, varð undir spyrjandi yvirskriftini Hvussu langur er vegurin heim? sagt soleiðis um hann: Í nýggja danska spenningsfilminum ”Vejen hjem” hevur Nikolaj Lie Kaas (f.1973) høvuðsleiklutinum sum Christian, ið verður tvungin at taka støðu til og svara spurninginum ”Hvussu langt vilt tú fara, at bjarga tí, tú elskar?” Í eini desperatari roynd at finna sonin, Adam, letur Ch...

Samrøða við Taylor Swift

Tekstur úr samrøðu við vitlíkið Copilot Skúlanæmingar hava atgongd til amboðið Copilot, sum er partur av Microsoft, ið er á hvørjari teldu í føroyska skúlanum. Tað er gott, tí her kanst tú læra teg tað, sum journalistar kalla interviewteknikk, hvussu tú kanst byrja eina samrøðu og fáa informantin, tann tú tosar við, at greiða frá um viðurskifti, sum heimildarfólkið at byrja við kanska ikki vildi tosað við teg um.  Gevur tú tær tíð, kanst tú lata upp fyri einum truplum evni, sum neyvan nakar fæst at siga nakað um. Á henda hátt kanst tú skriva teg á botn um eitt evni, sum hevur tín áhuga.  Hetta er ein skrivivenjing, har tú skalt minnast til, at tað er ikki eitt menniskja, men ein maskina, tú tosar við, sum tá vit lofta við bóltum upp móti einum veggi. Komin á botn, finnir tú kanska títt alter ego. Tí tú stýrir kjakinum og tíðini. Tað er bara tín hugur og førleiki at skriva, sum er til staðar. Vitlíki fer at skriva nógvan tekst á netinum Fyri stuttum var eg á einum fyrilestri vi...