Skip to main content

Posts

Showing posts with the label gransking

- Skal eg svara uppá tað?

Í stutta treylaranum , sum er ein brellbiti at fáa fólk at varnast og hyggja at heimildarfilminum um Bakkafrost, spyr Óluva Zachariasen, sum er vælupplagdur vertur í trípartarøðini Bakka, hví tað er so gott at verða børsskrásettur. Tá er tað, at stjórin, Regin Jacobsen, dregur eitt sindur uppá tað, ivast, ger seg kláran og sigur opin: “Skal eg svara uppa tað?”  Og so byrjar filmurin, fyri meg í Løkshøll, har fult er av fólki, og filmurin kann falda seg út í sínum rætta elementi við góðum ljósi, ljóði, fotografering - og endaligari klipping, sum nú verður løgd fyri dagin burturúr 70 tímum av filmi í tvey ár. Fyrst er inngangur, sum starvsfólkaleiðarin, Heini Kristiansen tekur sær av í samrøðu við fíggjarstjóran Høgna Dahl Jakobsen. Seinni fær Heini eisini forstjóran, Regin, at greiða frá og taka móti spurningum. Serliga gott er ljóðið í filminum, tá pakkarnir frá Bakkafrost verða stakkaðir, klárir at senda út í verð. Júst tað ljóðið, sum í roynd og verðu bara er eitt "tjums...

Hjálp til føroyskt í Budapest

Í dag fekk eg eitt stuttligt bræv frá Tibor Erdös úr Budapest í Ungarn. Sigst, at snarar tú eitt lítið sned, so hava øll eitt hondfast samband. Í hesum føri var tað hjá trímenninginum í Gøtu, Maigun, ið er omma guðssynirnar hjá Tibor, Gabriel og Sebastian. Men tað vóru ikki jólaørindini. Tey vóru at siga mær frá, at komandi árini verður hann offisiellur svenskur útlandslektari á Institutionen för Skandinavistik, og fer at starvast á ungarska ELTE universitetinum í Budapest. Til gerandis undirvísir hann í svenskum og svenskum sum fremmandamáli á lærda háskúlanum í Halmstad og nú altso eisini í Budapest. Fyrsta februar fer hann í hesum høpi undir skeið í føroyskari mentan, máli og bókmentum. Óvantaða tilboðið, sum honum ongantíð hevur eydnast at fáa skipað í Svøríki, er fyri BA og MA lesandi og fevnir um várhálvuna. - Nú er tað so, at mítt egna savn við føroyskum bókum og tilfari, er størri enn tað á universitetinum, har bara gomul tíðarrit eru, og tvær skaldsøgur. Eg hugsi mær at ...

Rúmdarmaður í Føroyum

Í kvøld tók eg fyri fyrst ferð í hondina á einum rúmdarmanni. Tað var fryntligi danin, Andreas Mogensen, sum vit hava sæð í rúmdarringrás í vektloysi við føroyska Merkinum og vovna slipsinum hjá Williami Heinesen.  Staðurin, vit møttust, var Gilið á hotellinum Brandan, har ferðalagið, sum íverksetarin Jóhan Mortensen hevði koyrt til Havnar, júst hevði skrivað seg inn. Hotellstjórin, Virgar Onghamar, bjóðaði sjampanju, sum høvuðstænarin Mart Manuel úr Filipsoyggjum skonkti. Vit skifta orð um film og tónleik, har rúmdin er tema. Víðagitni filmurin hjá Stanley Kubrick frá 1968, ”2001: A Space Odyssey” fær okkum at grunda yvir byrjanina, har ein av okkara forfedrum, ein apa, eftir bardaga kastar ein piðaðan lærlegg upp í loft, og tá hann kemur niður aftur, er tað í valstakt sum ein nútíðar rúmdarstøð. Hóast hetta er komprimeraða søgan um mannaættina, er hugvekjandi at grunda yvir, hvussu ørstutt henda alin er í okkara heildarsøgu. Eftir filmiska prátið tosa vit um kenslusamt inkludera...