Bóndahjúnini í Dímun, Jógvan Jón og Eva, avmyndað í egna bryggjarínum, har tey á søguliga garðinum í dag bjóðaðu trý sløg av rabarbuvíni. Í góðveðrinum í dag fóru vit við tyrlu til Dímunar at vitja bónadhjúnini, sum høvdu bjóðað at smakkað fyrsta bryggj, sum er latið á fløsku, og nú kemur í handilsliga umferð, ikki bara til vitjandi á garðinum og tollfría sølu á flogvøllinum og umborða á Norrönu, men eisini í Rúsuni. Innkeypsleiðarin, Rúni Herup Olsen, sigur, at um mánaðarskiftið septembur-oktobur kann vøran væntast at vera á hillunum í Rúsuni. Etikettirnar hevur Teitur Ellingsgaard gjørt. - Øll krøv eru í ordan, sigur Jógvan Jón og leggur afturat, at tey hava fingist við bryggj síðan 2019. Hjúnini hava verið her úti í tólv ár. - Rótabryggj var fyrsta royndin, og nú hava vit fingið bryggjararnar, Høgna Jensen og Søren Antoft, at hjálpa okkum. Eisini hava Gutti, Karin Visth og Karl Aage lagt okkum lag á, so vit ikki standa við nøkrum barnasjúkum. Eitt hálvt tons av vínrabarbum eru ...