Skip to main content

Barbara Fish House mitt í Havn


Eirikur Lindenskov og gamli Fordurin í Gongini. 22 ára gamal keypti Eirikur ytstu húsini, Nýggjastovu, í 1988 fyri 180.000 krónur. Síðani hevur hann keypt og sjálvur sett í stand tey næstu húsini niðan gjøgnum Gongina, eisini Baianstovu, sum í kvøld letur upp undir heitinum Barbara Fish House. Søguligi bannarin á vegginum til høgru, sigur frá tíðini í Havn longu innan Kolumbus fann Amerika, tá hesi hús, sum tú nú stendur frammanfyri, vórðu bygd. This is storytelling, This is Barbara Fish House!


Albert Isfeld, arkitektur, helt at tey bæði Ingun og Eirikur eiga at fáa virðisløn fyri at hava keypt og so kærleiksfult at hava varðveitt hesi húsini so væl og funktionelt mitt í gomlu Havnini. - Tað hevur mær vitandi eingin gjørt og tað púra av egnum áhuga. Tað er prísverdugt!


Jákup Sumberg kokkur er komin úr tveystjørnaðu Michelinmatstovuni, Matsalen, hjá Mathias Dahlgren í Stockholm. Nú býr hann á Oyrarbakka og fer saman við Onnu Østerø á Koks at leggja matskránna í Barbara Fish House. - Um morgunin kunnu vit fáa kræklingar, skøtu og so framvegis, og so leggja við skránna eftir tí. Matskráin er spanskt inspirerað við tapas-stíli, har til dømis fýra fólk kunnu hava fimm rættir á borðinum. Fyrsta, sum Jákup bjóðar afturvið einum perlandi sjampanjuglasi av Rabarbaru í Baianstovukjallaranum, er dampaður kræklingur.


Við borðið fáa vit heimagjørda fiskafrikadellu, ið er einfalda delikatessan, sum vísir grundsjónarmiðið í skránni. Hetta er matstovan fyri fólkið, beint á gaffilin.


Síðani koma lippur á borðið. Leskiligasta rávøra í enduruppfunna kokkakynstrinum í heimliga fiskakøkinum, ikki minst í sushihøpi. Í einum felags postalínsbolla, sum stendur so lystiliga á skák, kemur nú bacalao, saltfiskur, av Føroyabanka við skøtu, havtasku, høgguslokki og jákupskel, og soppum og súrdeiggjakrokettum afturvið.


Og so stoyta vit tað allarbesta omanyvir: bouillabaisse, fiskasúpan, sum rennur úr gomlu kannuni.


Breyð og ymiskt smør verður latið afturvið øllum. Knívar og gafflar eru tungir og liggja væl í hondini. Eingin dúkur er á borðinum. Søguliga umhvørvið er beint fram og ektað, og talar fyrst og fremst til vanliga fólkið, sum kemur inn úr Gongini. Tú kennir teg væl meðan tú lesur matskránna og merkir, at søga er ikki eitt abstrakt hugtak, men ein verðuleiki, tú kanst traðka inn í, nema við, bíleggja niður á tín egna borðisk, sodna og fara væl nøgdur út aftur við, meðan søgan heldur fram at spæla fyri eygunum úti í Gongini og inn millum vágirnar niðri í gomlu Havnini.


Omaná fingu vit Rabarbuís og so var kaffe avec, sum John Mikkelsen skonkti í grannahúsunum, hjá Barbu, Ingun og Eiriki, í Nýggjastovu.


Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, er fegin um at fáa atgongd til ektaða umhvørvið í Baianstovu. - Vit eru eyðmjúk at sleppa at reka okkara virksemi her. Hetta er ein fantastiskur møguleiki, vit hava fingið. At taka upp aftur gamla føroyska samskiftið við suðurlond, til dømis Spania, sum vit leingi hava selt fisk til. Vit sendu ein kokk til Santiago í Galisia, og kunnu nú borðreiða við til dømis øllum skeljafiski og rættum úr makreli, sum er væl umtóktur í Japan og øðrum londum har tey eta nógvan fisk. Vit lata upp í kvøld, 16. juli, sigur Jóhannes, sum eisini er spentur um, hvussu føroyingar fara at taka ímóti hesum matstovutilboði um veturin, tá eingi ferðafólk eru.


Ein kokkur úr Galisia hevur verið her, og ein kokkur frá Koks, Anna Østerø, hevur verið í sama spanska landslutinum, sum er ytst á iberisku hálvoynni út móti Biskaiavík, haðani matskráin er inspirerað, siga Johannes Jensen, Ingun Schiller og Eirikur Lindenskov.


- Tað var ongantíð ætlanin hjá mær og Ingun at standa fyri matinum, tí hava vit gjørt hetta samstarv við Gist og Vist, sum fer at reka matstovuna. Men tað er Ingun, sum hevur skapt konseptið, ið byggir á søguna um Barbu, og Ingun fer eisini at starvast her av og á. Ingun, sum her stendur við bileggjaraovnin í Baianstovu, er tænari og hevur eisini starvast í grannahúsunum hjá Knút Lamba, tá Dánjal Rein hevði nýskapandi matstovuna Nólsoyarstovu har fyri eini 25 árum síðani.


Grannahúsini, Nýggjastova, er eisini partur av Barbu-heildini í Gongini. Hon verður brúkt til serlig høvi, um onkur vil hava ein betri bita í einum heilt serligum hølum, ella ein fund ella at gista, ella bara, um fullsett er í Barbaru ella í Áarstovu, so ber til at borðreiða í Nýggjustovu við mati úr báðum matstovunum. Í gjárkvøldið fingu vit kaffi og konjakk í Nýggjastovu. Høvið var at ganga í køkinum og stovunum, og Ingun greiddi frá um niðurlendsku kaklarnar, sum eisini síggjast í Fútastovu og fara at verða inspiratión til borð í Baianstovu.


Uppskotið um búmerkið kom frá Nils Malmros, sum vísir til avhandlingina hjá Andreasi í søguni um Barbu, og bókstavin B, sum eitt nú í bygdini Bø.

- Jens Christian Svabo (1746-1824) hevur ført pennin í búmerkinum. Og hann gekk forrestin í skúla saman við tipp-tipp-tippoldurabba mínum, Jørgin Christian Lindenskov og V. U. Hammershaimb eldra og øðrum góðum monnum í Latínskúlanum til 1762, sigur Eirikur og vísur eins og fleiri onnur hetta kvøld í Baianstovu til stóra bókaverkið Havnar søgu, sum Tórshavnar kommuna hevur givið út.


Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi frá, hvussu einastandandi væl honum dámdi hetta umhvørvið kring Gongina, har hann plagdi at spæla sum smádrongur. - Hetta er ein perla, sum gongur heilt aftur til 1500-talið, og nú Hotel Føroyar eisini eru við, og hevur fingið innivist í hesum trimum húsum hjá Ingun og Eiriki, er tað eydnast Havnin at endurtaka og enduruppfinna seg sjálva, har Eystaravág og Vestaravág við Bringsnagøtu sum bindingarliði aftur eru knýttar saman, segði ein fegin borgarstjóri.


Tá Nils Malmros, sum hevur vunnið tríggjar Bodilvirðislønir, fyrstu ferð var í Føroyum at kanna umstøðurnar, innan hann fór undir filmin um Barbu, bjóðaðu Eirikur Lindenskov og Ingun Schiller til døgurða í Nýggjastovu, sum er av elstu húsum í Havn, helst bygd fyri ár 1600. Kring gamla borðið í Nýggjastovu eru Nils Malmros, Hallstein Sigurðsson, formaður í Norrøna Felagnum og eg sjálvur, sum tá var skrivari í felagnum. Birgir Enni, sum sæst niðast, borðreiddi og Per á Hædd tók søguligu myndina við biografbilettini úr Havnar Bio til Sorg og Glæde frammanfyri.


Tá tólvti spælifilmur hjá Nils Malmros (f.1944), Sorg og glæde, varð frumsýndur í Havnar Bio í november í fjør, skrivaði eg soleiðis á bloggin: Umframt at vera útbúgvin lækni í 1988, er Malmros eyðkendur auteur, sum ikki bara leikstjórnar, men altíð eisini skrivar handritið. Søguna um Barbu (1997) fann hann tó hjá Jørgen-Frantz Jacobsen. Hóast allir filmar hjá Malmros hava nógvar persónligir tilsipingar, er Sorg og glæde tann mest persónligi, ja næstan privati. Í løtum, tá leikararnir eru eins sannførandi og turrisliga pallsetingin, fái eg eina fatan av filminum sum heimildarleikur, so beint fram er søgan og so lágmælt eru tey bæði, Jacob Cedergren (Johannes) og Helle Fagralid (Signe), sum eru Nils Malmros, niðanfyri, og Marianne Tromholt, til vinstru á niðaru myndini. So vandin, eg veit at Malmros er, fari eg uttan at hugsa um tað, at rokna út súmbolikkin í nøvnunum, hann hevur givið høvusleikarunum. Eg lendi á hesi bókstavalíkning: Hetta er seinasti filmur, verður tikið upp í saman. Seinasti stavur í báðum nøvnunum Nils og Marianne er S og E, seinastu stavir í fiktivu nøvnunum, Johannes og Signe, eru somuleiðis S og E, sum tilsamans er okkara innbjóðing til tað privatasta hjá danska húskinum, ið umboðar kjarnuna í filmi og latenta lyndið hjá einum voyeur – Se, kom og se.


Sorg og glæde byrjar og endar á sama stað í Aabyhøj í Aarhus. Tað er kavi, ein parkeraður Saab stendur vinstrumegin og ein ljósabláur Citroen tøffar avstað. Tað er Johannes (Nils) í grønari ulpu, sum í 1984 skal halda fyrilestur á Ejby Ungdomsskole á Fyn. Signe (Marianne), sum er lærari, er illa fyri og fær ein psykosu, ið elvur til at hon tekur lívið av níggju mánar gomlu dóttrini, Anne. So er eitt intenst millumspæl við løgreglu, sálarfrøðingi, dómara, familju og arbeiðsplássi. - Eg kundu havt gjørt tað sama, sigur Johannes, tá hann eina náttina missur babyliftina í trappunum. So fáa vit innlit í samtíðar filmsgerð við upptøkum til Kundskabens træ (1981) og Skønheden og Udyret (1983). Signe fær ein lagaligan dóm, við teirri grundgeving, at so nógvar góðar kreftir stóðu uttan um hana. Og júst hesin setningur, at so nógvar góðar kreftir stóðu uttan um hana, haldi eg vera fokus og miðdepil í filminum. Signe vil hava Johannes at gera film um tað, ið hent er, men tað heldur Johannes seg ikki til. Allíkavæl ger hann filmin, hendan, sum vit nú síggja. Og sum vant sigur leikstjórin, at hetta er hin seinasti. Aftur við tónleikinum í endanum gongur upp fyri mær, at hetta er í grundini sama søgan, sum Lars von Trier segði í Antichrist (2009) um foreldrini, ið missa sonin, og so um sorgina, tey ætla at lekja í skógini. Og eftir loknan film vil eg siga at filmarnir, kanska serliga hesin nýggjari og greiðari hjá Malmros, eigur at vera lívgandi og vegleiðandi filmur fyri áskoðarar, sum hava verið frá sær sjálvum, heilt har úti, ið krákurnar venda, men enn klára at síggja dagin í eyguni. - Se, sum eg havi fingið uppá hjernan at siga. - Se, Signe og Johannes!


Jacob Cedergren við tendrara avmyndaði eg í roykirúminum á einum hotelli í Lübeck fyri jól. Farið og hyggið, hetta er besti av øllum Malmrosfilmum. Men hann er so lágmæltur, at poppkorn og bommposar larma alt ov illa. Gevið frið í biografinum og njóti løtuna, tað hevur hesin undurfulli filmur uppiborðið. Og minnist til lummaturriklæði! Sovítt ummælið av frálíka filminum Sorg og glæde. Tí nú eru stundir at savna fólkini, Lauru Joensen, Nils Malmros í jakkanum frá filmsupptøkunum, Birgir Enni og Elsu Johannu Høgenni, frá Barbu-upptøkunum í 1996 í túninum framman fyri Nýggjastovu og Baianstovu, sum nú letur upp fyri møguleikanum at eta og uppliva Havnina, sum aldri fyrr. Væl gagnist, Føroya fólk!