Skip to main content

Taraseyður í Áarstovu í desember


North Ronaldsay er hin norðasta av Orknoyum. Har búgva í dag 72 fólk sambært National Records of Scotland (august 2013). Fólk hava búð í Orknoyum seinastu 6.000 árini og hava altíð havt seyð.

- Kanska hava fyrstu niðursetufólk havt sama seyðin við, til tann seinasti varð skotin í Lítlu Dimun, siga Jóhan Mortensen, Johan Mikkelsen og Jóhan Joensen, sum nú fara á gastronomiska ferð at kanna taraseyðin fyri matstovuna Áarstovu í Havn.



Í jólamánaðinum verður taraseyður á heimligu matskránni í Áarstovu, saman við Scapa Whisky og øli frá Orkney Brewery. Tað er Jóhan Mortensen, sum er vælkendur í Orknoyggjum og limur í hugsanartoyminum hjá Áarstovu, sum skipar fyri ferðini.

Føroyska Wikipedia sigur um North Ronaldsay, at gamla norrøna navnið er Rínansey ella Rínarsey. Sagt verður um hesa oynna, at “hóast ta ábarnu støðu millum Atlantshavið og Norðsjógvin, so er veðurlagið milt, og jørðin er eftir umstøðunum fruktagóð. Vegna Golfstreymin er kavi sjáldan at síggja”.

Mest áhugaverda er at lesa um upprunaseyðin, taraseyðin:

“Upprunaseyðurin var rikin út um lagingina (the sheep dyke) oman í fjørðina, og har hevur hann livað síðan av at eta tara, sæð burtur frá einari stuttari tíð seint á vári, tá lembingin stendur fyri. Tað løgna er, at lagingin bjargaði gamla seyðaslagnum frá týning. Aðrastaðni á Orknoyggjunum varð seyðaslagið burtur, tí tað var blandað við onnur sløg fyri at betra um slagið."




 - Seyðurin á North Ronaldsay sleppur ikki at grasi. Tí er hetta seyðakjøtið ein eftirspurd útflutningsvøra í Orknoyum, serliga úr London og Edinburgh, har taraseyðurin er høgt i metum, siga Johan Mikkelsen og Johan Danielsen frá Áarstovu, sum í næstum fara til Orknoyar at keypa taraseyð saman við Jóhan Mortensen.

Ian Caldwell tók myndina av taraseyðinum á North Ronaldsay.