Skip to main content

Fyrsti sunnudagur í advent


Einki er sum at skoða mannaskapt inntriv í náttúruna. At síggja hond verða lagda á ótamda náttúru og skapa kultur, tá tær leggja land undir seg, maskinurnar, ið kultivera landið, dumparar, rennugravarar og brøytir. Tað er nakað tølandi við hesum stóru maskinum, sum ótamdar taka niður í órørda bøkkin, ikki minst tá nýlagstur kavi fyrsta sunnudag í advent kámar gerina undir einum jólaligum følvi, hóast hon grafiskt stendur markantari í hvíta kavanum, lendisgerin. Ein hundaeigari fer út eftir gøtuni fram við Hoydalsá. Her er alt sum tað skal vera á hundagøtuni.

Við Boðanesi og Hoydalsá sum næsta granna er upplagt at fara ein gongutúr úr Tórsbyrgi í liggjandi góðveðrinum. Lendið er longu gjøgnumgatað av gøtum.

Tyrlan setir seg og fer avstað aftur við ferðafólki, og sum eg eygleiði hana, síggi eg eina nýggja breiða gøtu um Boðanesgjógv og út móti Hvítasandi, ið er beint undir tyrlupallinum, har sum havnarfólk fyrr tóku sand, tá tey bygdu og stoyptu. Nú er allur tann hvíti sandur burtur og sjáldsamu planturnar helst eisini.


- Man hetta vera partur av bjørtu frílendisætlanini, sum kommunan og Umhvørvisstovan kunngjørdu í 2009? Seinni hava ætlanir verið frammi um brattar hundagøtur undir Vinnuhúsinum, har gæs og seyður gingu fyrr, og breiðar lendisgøtur fram við sjóvarmálanum, og eitt monstrum úr betongi, sum liggur á gamla Bukkevald at vita, hvussu riggar at andøva upp móti aldunum. Heimanfyri frílendisætlanina eru nú spjaddar ætlanir um ymisk inntriv í órørda lendið niðanfyri vegin, sum eg skilti at frílendisætlanini skulu vera ein verja ímóti. Men kanska er tað øvut, at nú skulu upplivingargeirar gerast á hvørjum teigi niðanfyri vegin har úti við Strond. Hugskotið er kanska gott, men hetta tykist mær eitt sindur ógvusligt, hesin áhaldandi dystur millum menniskjað og náttúru í Havn.


Eg fari ein túr eftir brøttu og illgongdu hundagøtuni, og snari so heim móti býnum. Har er jólahugni, ein hot dog úr kioskini hjá Astu, og so punktliga presisur jólasangur við kórinum hjá Sigrið Sivertsen, Experiment. Takk fyri sangin, fyrsta sunnudag í advent. Omaná er dunna hjá Hanusi og Marjun á Argjum. Manga takk fyri ein góðan dag og døgurða!