Einaferð fekk eg íslendska Disneykvæði, Disneyrímur (1978), frá íslendska høvundanum og teknaranum. Síðan bleiv forvitnisliga bókin burtur, og er onkur sum hevur hana, við einari dedikatión á titulblaðnum, so er tað í allari óbeskeðinheit mín. Kanska hin einasta í landinum.
Júst hetta við unikku monopolstøðuni, at eiga tað einasta eina, sum øll vilja hava, er dagsins støða hjá Disney.
Tey eiga bestu filmar í dag, trýpartarøðina ”Get Back” um Beatles, nýggju versjónina hjá Spielberg av ”West Side Story” og ”The French Dispatch” hjá Wes Anderson, sum ivaleyst er mest sniðfundigi stílmeistari í filmi á okkara døgum.
Eingin av hesum filmum koma til Føroya, tí Disney+ sæst ikki her. Disney hevur gjørt Føroyar til limbo og vit eru í tí Disneyøkinum, sum sviar kalla ”förintelse”.
Veit væl, at VPN loysnir eru møguligar, tá vit frákopla føroysku landakotuna, og kunnu síggja Disney+ produkt ólógliga á okkara egnu lógligu teldu og alt annað við. Men ikki í biografi. Disney er farin í kríggj við biografarnar.
Tað gav at bíta, tá Filmsfelagið vildi vísa ”Nomadland” longu í apríl, tað er ein mánað innan frumsýningina í danska ríkinum, sum vit uppá gott og ilt eru partur av. Disney+ átti og eigur hann, henda minimalistiska film, sum við eini arbeiðs- og heimleysar kvinnu, Frances McDormand, revsar nútíðarsamfelagið, har pengarnir fólkið flyta, og Amazon púra óskammað hevur fólk í trælahaldi, so leingi nøkur orka er at vinda burturúr teimum, leysarbeiðarunum, hjá heimsins ríkastu fyritøku. Men Filmsfelagið setti uppá at vísa hann og biograffelagsskapurin, sum Havnar Bio er partur av, góðkendi at vísa ”Nomadland” í Havn, hóast filmurin var settur á svartalista hjá svartastu filmsútvegarum á okkara leiðum í dag, Disney og teirra 20th Century Fox. Sjálvsagda orsøkin var og er, at Disney+ sæst ikki í Føroyum.
Tíanverri eru Disney og øll teirra feløg vorðin fremstu fíggindar hjá biografunum.
Orsøkin er ikki, at tey siga bestu søgur og ævintýr, men at Disney forvinnur nógv meira pening við at stroyma film á egnum pallum við egnum gjaldtænstum. Í huganum hjá Disney og teirra samstarvsfeløgum er biografurin ikki til longur. Mammon hevur kipt hann, biografin í býarmyndini.
Nú filmar frá Disney ikki eru tøkir longur, og tú kortini vil síggja nýggjan film, er Netflix ein møguleiki. Og kanska eigur Netflix bestu filmar hesa ársins tíð, tá teir tríggir áðurnevndu ikki kunnu síggjast.
Eg hugsi um ”The Power of the Dog” hjá nýsælendsku Jane Campion og “The Hand of God” hjá italska Paolo Sorrenetino. Bæði hava vunnið Oscarvirðislønir, og fyrri filmurin sæst longu á Netflix og hin seinni frá og við komandi mikudegi.
“The Power of the Dog” byggir á amerikanska skaldsøgu hjá Thomas Savage, og hin á persónligar endurminningar hjá leikstjóranum, sum er úr Napoli.
Jane Campion bleiv kend við skakandi sterka nýsælendska filminum “The Piano” (1993), sum vann tríggjar Oscarvirðislønir. “An Angel at my Table” (1990), sum er um nýsælendsku Janet Frame, er eisini tøkur á Netflix.
Undirstrikað og borin fram av meistarligari fotografering við filmsøguligum tilsipingum, er nærveran, sum er eyðkennið í áðurnevndu filmum hjá Campion, týðulig og sum aldri áður til staðar í nýggja ”The Power of the Dog”.
Serliga hugtakandi er ungi avstralski Kodi Smit-McPhee, tá hann tekur kambin fram og strýkur eftir tindunum, so tað ljóðar sum temaið í ”The Good the Bad and the Ugly”. Ein ørstutt tilsiping, sum ikki er til longur, tí eingin rættur maður gongur við kambi í reyvalummanum longur. Soleiðis fer tíðin við øllum. Eisini kambinum.
Men heitið á Netflixfilminum er áhugavert, nú vit tosa um maktina hjá Disney á marknaðinum, tá tað snýr seg um at knúska biografarnar, sum vit higartil hava kent sum upplivingartempul.
Heitið er tikið úr tveyogtjúgunda Sálmi eftir Dávid, sum eisini er resonansurin og grundstøðið undir skaldsøguni og filminum ”The Power of the Dog”:
”Sál míni bjarga frá svørði, mínum einasta úr hundavaldi!”
Hundavald ella sum Victor skrivar:
”Máttur Mín er tornaður upp sum pottabrot, tungan loðar føst í gómum Mínum, og Tú leggur Meg niður í dust deyðans. Tí hundar standa rundan um Meg, hinir óndu í hópatali sláa ring um Meg; teir hava stungið Meg ígjøgnum hendur og føtur. Eg fái talt øll bein Míni; teir hyggja at Mær og halda frægd at tí. Klæði Míni býta teir ímillum sín, um kyrtilin kasta teir lut. Men Tú HARRI, ver ikki langt burtur, styrki Mín, skunda Tær at koma Mær til hjálpar! Bjarga sál Míni undan svørðinum, hini einastu Míni undan hundavaldi!”
Hetta er hin reinasta maktpoesi. Frá guddómliga sálmaskaldinum til fólkið.
Ein áminning um at hundavaldið er til í hvørjari vrá, og at uppgávan hjá tí rætttrúgvandi er at sleppa okkum undan hundavaldi.
Tað er missiónin, maktin og poesiin, eisini í hesum filmi, amen.
Nemur löndin Andrés önd,
argvítugur steggur.
Dauða hönd á dal og strönd
Disneyvélin leggur.
(Þórarin Eldjárn, Disneyrímur 1978)